Hvat kynsligum ágangi viðvíkur, eiga vit at hava eina greiða null hugsjón í Føroyum. Tað heldur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Hon hevur spurt løgmann, hvat hann ætlar at gera fyri at hjálpa teimum børnum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Og fríggjadagin var drúgt kjak í Løgtinginum um evnið.
Sjálv er Sirið Stenberg av teirri sannføring, at løgtingið eigur at vísa púra greitt, at kynsligur ágangur ímóti børnum verður ikki góðtikin yvirhøvur. - Tí eigur fyrningarfreistin at verða avtikin og revsingin eigur at verða herd, sigur hon Og samstundis skal tað bera til at seta fólk, sum hava gjørt seg kynsliga inn á børn, í fongsul beinanvegin, heldur enn at tey sleppa at ganga leys og bíða eftir at málið verður viðgjørt í rættinum, ella at bíða tey tey skulu sita ein dóm av sær.
Les eisini: Lættari at fongsla fólk fyri kynsligan ágang ímóti børnum
Nakað síðani vóru tey á einum kunningartiltak í Almannamálaráðnum um kynsligan ágang. Og har varð Sirið Stenberg skelkað, tí har varð upplýst, at í Føroyum er linari revsing fyri at gera seg inn á síni egnu børn, ella ættleidd børn, enn revsingin fyri at gera seg inn á onnur børn. - Soleiðis er tað ikki aðrastaðni og eg eri ikki komin yvir tann enn, sigur Sirið Stenberg. Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, vísir á, at í Íslandi verður mynd av teimum, sum verða dømd fyri at gera seg kynsliga inn á børn, løgd á internetið, so at almenningurin sær, hvørji tey eru. Hon spyr um tað kanska eisini er ein loysn í Føroyum. Men so langt heldur Sirið Stenberg ikki, at vit skulu fara í Føroyum, tí vit liva í einum rættarsamfelagi og tað er at ganga rættartrygdini ov nær.
Hinvegin saknar hon, at løgtingið setir sær eitt greitt mál á hesum øki, tí tað dugur hon ikki at síggja, er støðan í dag. Hon mælir til, at vit skeita til Noregs, har fyrningarfreistin fyri hesi brotsverk, er avtikin og samstundis eru revsingarnar herdar.
- Noreg hevur ein null hugsjón í samband við kynsligan ágang ímóti børnum og eg vildi ynskt, at vit kundu sett okkum sama mál, tí tað er tað einasta rætta, sigur Sirið Stenberg.
|