- Býráðið vil loysnir og hevur áræði og framburð sum mál, og hetta ger uppgávuna sum borgarstjóri hugaligari, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu. Myndina tók Álvur Haraldsen.

- Eg eri ikki so jólaligur

- Men, mær dámar sera væl høgtíðir, har vit saman hava róligar og hugnaligar løtur, og gerandisdagurin verður settur á "standby", sigur Bjarni Prior.

 

- Býráðið vil loysnir og hevur áræði og framburð sum mál, og hetta ger uppgávuna sum borgarstjóri hugaligari, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu. Myndina tók Álvur Haraldsen.

- Jólini í ár verða væntandi sum vanligt hildin heima, og her verður gás frá verfaðiri mínum á borðinum jólaaftan. Sjálvur fái eg vanliga ta æru at kokkast, og soleiðis verður helst eisini í ár. Omaná er rísalamande, sum konan ger. Eftir hetta verður jólatræ, gávur, kaffi, køkur og jólahugni á skrá.

Tað sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

 

Verða jólini sum borgarstjóri øðrvísi enn annars?   

 

- Nei, jólini verða júst tey somu, um einki óvæntað verður. 

 

Hvussu hevur tú trivist í starvinum sum borgarstjóri?  

- Eg havi trivist væl, serliga tí umsitingin hevur hjálpt mær ótrúliga væl, og at eg eri komin inn í eitt sera gott toymi, har øll veruliga arbeiða hart fyri borgararnar hjá okkum. 

Bjarni Prior leggur aftrat, at Vága kommuna eisini hevur eitt sera arbeiðssamt býráð.

- Býráðið vil loysnir og hevur áræði og framburð sum mál, og hetta ger eisini uppgávuna hugaligari. Vit kunnu øll gerast enn betur, og soleiðis er eisini her hjá okkum.

Keypir tú jólagávur?  

- Nei, her má eg leggja meg flatan og viðganga, at tað er konan, ið hevur mín fulla stuðul til at taka avgerðir um, hvørjar jólagávurnar verða, og sjálvur keypi eg bert tí einu gávuna.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?  

- Eg má viðganga, at eg helst ikki eri serstakliga jólaligur, men mær dámar sera væl høgtíðir, har vit saman hava róligar og hugnaligar løtur, og gerandisdagurin verður settur á "standby", sigur borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior.

 

 

 

- Býráðið vil loysnir og hevur áræði og framburð sum mál, og hetta ger uppgávuna sum borgarstjóri hugaligari, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu. Myndina tók Álvur Haraldsen.