- Hatta var í gáloysni, tí hatta kundi eg aldrin í lívinum funnið upp á.
Tað sigur Gunnar Hjelm, í Havn.
Nú eitt kvøldið gav ein ógvuliga ørkymlaður, og keddur, pápi harmaljóð frá sær, tí tá ið hann skuldi seta bilin á eitt parkeringspláss fyri avlamisbilar, stóð ein bilur hjá Landssjúkrahúsinum á tí.
Hann sigur, at tað hendir ferð eftir ferð, at bilar, sum ikki eru avlamisbilar, kortini standa á parkeringsplássunum, sum eru markað til avlamisbilar - eisini almennir bilar.
Hesa ferð var tað Gunnar Hjelm, varðaleiðari á sjúkraflutningstænastuni hjá Landssjúkrahúsinum, sum hevði sett bilin á eitt avlamispláss aftanfyri Klubban og Havnar Bio.
Hann var skjótur at biðja um umbering og segði, at hann hevði ikki gáað eftir, at talan var um eitt parkeringspláss til avlamisbilar.
- Eg skuldi í biograf og parkeraði bilin í skundi. Tað var myrk og eg varnaðist ikki, at talan var um eitt parkeringspláss til avlamisbilar, sigur Gunnar Hjelm.
Gunnar Hjelm sigur, at hann er heilt ómetaliga harmur um hetta, tí hann kundi aldrin í lívinum funnið upp á at tikið parkeringsplássið frá einum avlamisbili.
Eg kann ikki annað enn biðja um umbering. Eg ætli mær ikki at burturforklára hetta, tí tað kann ikki forsvarast, sigur hann.
Hann sigur, at tá ið hann las um hetta, fekk hann ein skelk og mátti fara at hyggja fyri at síggja við sínum egnu eygum, at talan var um eitt parkeringspláss til avlamisbilar.
Tað hevur verið ført fram, at talan er um eitt neyðsendarakfar og at tey hava rætt at parkera hvar sum helst.
Gunnar Hjelm sigur, at hann hevði vakt hetta kvøldið, og tá er tað eitt krav, at hann hevur bilin, og at hann hevur hann beint við, har, sum hann er.
Les eisini: Handikapp parkeringspláss ov lítið vird
Men um tað gevur honum rætt til at parkera hvar sum helst, er hann ikki greiður yvir. Men hann sigur, at tað kann gera tað sama, tí hann hevði ikki undir nøkrum umstøðum tikið parkeringsplássið frá einum avlamisbili kortini.
- Eg arbeiðið hjá sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum og havi sostatt eitt arbeiði, har endamálið er at hjálpa øðrum. Sostatt skuldi eg verið tann síðsti av øllum at tikið parkeringsplássið frá teimum, sum eru óhjálpin. Tey eru tey seinastu, eg kundi funnið upp á at gjørt meg inn á, leggur hann afturat.