- Eg persónliga hvørki havi, ella fari, at forða eini skipan, sum kann brúkast. So løgmaður, send tú mær eini fundarboð, um tað er tað tú meinar, heldur enn beinleiðis at órætta fólk. Tað er greiði boðskapurin frá Gerhardi Lognberg, borgarstjóra í Skopunar kommunu, til løgmann, nú Aksel V. Johannesen í tinginum hevur sagt, at tað er borgarstjórin í Skopun, sum forðar fyri, at ein bíleggingarskipan kann setast í verk fyri túrarnar hjá Teistanum úr Skopun.
Les eisini Nú verður bara bíðað eftir sandoyingum
Gerhard Lognberg vil ikki hava hetta sitandi á sær. Almenna søgan hevur annars verið, at tað er borgarstjórin í Skopun, sum varar av Skopunar Havn, sum hevur noktað fyri at seta eina bíleggingarskipan í verk, tí at tað verður ov torført hjá teimum gomlu í bygdini at skilja.
Gerhard Lognberg skrivar í brævið til tíðindamiðlarnar í dag, at hann ikki hevur ført hetta argumentið fram á nøkrum fundi, tí eingin fundur hevur verið, uttan ein stuttur fundur, tá KT-fólk greiddu frá, at teir arbeiddu við eini slíkari skipan.
Hann øtast við, tá hann hoyrir, at hann sjálvur skal hava rikið fólk frá Landsverki av havnarøkinum í Skopun, sum vóru komin at strika upp til bíleggingarskipanina.
Les eisini Lygnin um gjaldsskipanina
Gerhard Lognberg heldur annars, at bíleggingarskipanin ikki fer at loysa trupulleikan við samferðsluni um Skopunarfjørð, tað kann bara eitt skip afturat gera.
- Hetta kvøldið í farnu viku, har halin av bilum rakk næstan til Sands, hevði bíleggingarskipanin ikki hjálpt hesum neyðars fólkum. Nei, besta loysin í tí førinum hevði verðið ein bátur afturat, sigur Gerhard Lognberg.
Hann er eisini skuffaður av, at aðrir politikkarar á og av oynni royna at gera hetta til eitt politisk mál fyri at fáa burturav suppuni, sum hann tekur til.
- Báðir politikkarinir á Stóra Sandi vaskaðu hendur á facebook, annar skuldi fara at tosa við løgmann og hin skilti púra einki. Jú, tit kenna alt til fulnar, men tit vildu gera politiska suppu av hesum, til tykkara fyrimun. Seinasta mikudag spurdi Jónleif Johannesen løgmann um áður nevndu gjaldskipan. Eisini vildi hann hava burturav politisku suppuni, skrivar Gerhard Lognberg.
Hann heldur at mestur var hetta avtalað spæl millum javnaðarmannin Jónleif Johannesen og javnaðarløgmannin, Aksel V. Johannesen.
- Jú, hægsti maður í landninum løgmaður svaraði, at tað var borgarstjórin úr Skopun, sum foraði gjaldskipanini. Hetta var helst ein avtala, sum vinmennirnir Jónleif og løgmaður høvdu gjørt. So kundi løgmaður varpa lygnina uppá nakkan á fyrrverandi varginum úr javnaðarflokkium. So varð lygnin fullborðin.
Gerhard Lognberg sigur, at hann aftaná fór yvir til løgmann – hann sat á tingi sum varamaður hendan dagin – og spurdi hann, hvør hevði sagt honum, at borgarstjórin forðaði gjaldsskipanini.
- Hann segði orðarætt, jamen hetta havi eg hoyrt, endurgevur Gerhard Lognberg samrøðuna við løgmann.
- Síðan segði eg við løgmann, eg eri púra klárur at tosa við teg um gjaldskipanina, og har legði eg afturat, at vit kundu havt 10 pláss avløgd til Sandoynna. Tí eisni í Sandoynni hevur vinnan og fólkið brúk fyri, at sleppa um fjørðin her og nú.
- So eg persónliga hvørki havi, ella fari, at forða eini skipan, sum kann brúkast. So løgmaður, send tú mær eini fundarboð, um tað er tað tú meinar, heldur enn beinleiðis at órætta fólk.
Borgarstjórin undrast eisini á tíðindini í morgun, um at nú fer løgmaður at seta gjaldsskipanina í verk fyrst í komandi ári.
- Hvussu hongur hetta saman? Nú kann alt gerast uttan Gerhard, hví hava tit so ikki longu gjørt hattar. Nei mínir góðu vinir, lygnin er høvurleys, varð mangan sagt. So Føroya løgmaður, halt teg til sannleikan, tí eg eri eingin forðing fyri gjaldskipanina. Um tú kallar meg til fundar um hettar, so verður tú tann fyrsti, ið ger tað, sigur Gerhard Lognberg.