Tá ið telefonin hjá Bárði Nielsen ringdi mánakvøldið 23. apríl, var tað ikki ein misnøgdur veljari, sum var í telefonini hjá landsstýrismanninum. Tað var hinvegin vinnulívsmaðurin Jákup á Dul, sum svimur millum stórar fiskar í altjóða vinnulívi.
Hann vildi vita, um landsstýrismaðurin hevði tikið av, um hann hevði fingið tilboðið um at gerast stjóri fyri risastóru verkætlanini Stórutjørn.
- Eg hevði ikki søkt starvið og hevði ikki hugsað um tað, fyrr enn eftir hesa samrøðuna. Fyrsti tankin var, at fór ikki at taka av, men eftir at eg hevði hugsað meg um, kom eg til ta niðurstøðuna, at eg kundi ikki siga nei til avbjóðingina, sigur Bárður Nielsen.
- Hetta var ein stór og trupul avgerð, men hon er tikin. Eg taki meg tí úr politikki og fari at royna meg aftur í privata vinnulívinum, sigur hann.
Politiskt punktum
Tað kom rættiliga óvart á fólk, tá ið Bárður Nielsen mikumorgunin kallaði inn til tíðindafund í Fíggjarmálaráðnum á Argjum.
Hetta var ikki árligi samankomsturin, har landsstýrismaðurin leggur fram fíggjarlógina, og tølini flúgva um oyruni á tíðindafólki. Hesaferð var ein nógv meira persónlig fráboðan á skránni, og tá ið Bárður Nielsen ein minutt eftir klokkan tíggju steig inn í hølini, har tíðindafundurin var hildin, var tað fyri at seta eitt fyribils punktum fyri sínari politiskari yrkisleið.
- Eg leggi frá mær sum landsstýrismaður, vóru fyrstu orðini frá Bárði, og fráboðanin fór flúgvandi kring alt landið í beinleiðis útvarpi.
- Tað hevur verið eitt sera spenanndi starv at verið landsstýrismaður, og eg eri fegin um, at tað hevur eydnast okkum at venda búskapargongdini í landinum, meðan eg havi verið í fíggjarmálaráðnum, segði Bárður Nielsen, sum ikki var beskeðin um síni politisku avrik seinastu stívliga trý árini.
Ov ótolin til politikk
Bárður Nielsen hevur grundað nógv um sína støðu, áðrenn hann tók avgerðina um at fara úr politikki og kasta seg yvir eina nýggja avbjóðing í vinnulívinum.
- Eg havi trivist væl í politiska umhvørvinum, og áðrenn eg fekk hetta tilboðið, hevði eg als ikki hugsað um at gevast í politikki. Eg kann so eisini siga, at politiska arbeiðið onkuntíð er í so tungt og passar ikki so væl til mítt lyndi. Tað er ofta langt frá einum hugskoti til at føra tað út í lívið, og eg vil hava ting at henda skjótt, sigur Bárður Nielsen.
- Hinvegin havi eg eisini gjørt mær greitt, at eitt politiskt starv er óvist, og eg veit ikki, hvussu støðan hjá mær hevði verið aftaná valið um átta mánaðir. Kanska hevði eg endað sum ein løgtingsmaður í andstøðu, og tað havi eg eisini hugsað um í sambandi við hesa avgerðina, sigur Bárður Nielsen.
Løgmansdreymurin sleptur
Vil tað siga, at tú sleppur ambitiónunum um at gerast floksformaður og løgmaður?
- Eg havi fingið áheitanir um at stilla upp til formansvalið í Sambandsflokkinum, men eg havi hildið, at eg hevði ikki nóg mikið av royndum til at bjóða meg fram.
- Eg vil gjarna royna meg fult út, har eg eri, og í politikki er tað at gerast løgmaður, men eisini har mangli eg politiskar royndir og lívsroyndir. Nú gevist eg fyri fyrst í politikki, men eg fái ikki sagt nakað um, hvat framtíðin kemur at bjóða á politiska økinum.
Bárður Nielsen fekk 358 atkvøður á løgtingsvalinum í 2004. Hann stillaði upp í Norðstreymoy og varð valdur í løgtingið. Meðan Bárður Nielsen hevur verið landsstýrismaður, hevur Olav Enomoto verið varamaður á tingi.
***
Fakta
Navn: Bárður á Steig Nielsen
Aldur: 35 ár
Familja: Giftur við Rakul Nielsen – tey eiga fýra børn
Útbúgving: HD, fyrsta part og ávís fak innan merkonom
Størv: Landsstýrismaður við fíggjarmálum síðani februar 2004, roknskaparleiðari hjá Kollafjord Pelagic frá 2001 til 2004, grannskoðari hjá P/F Rasmussen og Weihe frá 1993-2000.