Tað var leygardagin hin 26. mai í ár at Anni Don Jacobsen læt handilin Cakao upp í hjallaranum á Gerðisvegi 9 í Skopun, har familjan býr. Hetta er í fyrsta lagi ein tógvhandil, sum eisini selur ymisk bundin pløgg og annars alt til binding - stokkar, knappar, nálir, snarlás og ymiskt annað.
Anni Don Jacobsen hevur altíð fingist við at binda og seyma, og hon er rættiliga kreativ. Hon seymar eisini skjúrt til føroysk klæði, og hon sniðgevur og ger bindimynstur. Í sínari tíð hevði Anni Don Jacobsen handil við mótaklæðum í Klaksvík, haðani røtur hennara eru, og eitt skifti hevði hon handil bæði í Klaksvík og í Havn.
Síðan hon flutti í Sandoynna at búgva í 1996 – ella fyri 22 árum síðan – hevur hon mangan droymt um sín egna handil, og serliga seinastu 10 árini hevur hon hugsað nógv um hetta.
- Í Sandoynni hevur verið tógvhandil í fleiri ár, men tá tað fyrst í hesum árinum frættist, at handilin fór at lata aftur, hugsaði eg, at sandoyingar sjálvandi mugu hava ein tógvhandil. Her eru nógvar kvinnur, sum binda, og eg føldi, at nú var møguleiki at útliva mær dreymin, eg leingi havi havt.
Anni Don Jacobsen sigur, at navnið á tógvhandlinum – Cakao – merkir ikki, at hetta er ein kafé, men at hetta eru forbókstavirnir í navninum hjá børnunum, henni sjálvari og manninum Karlot í blandaðari raðfylgju.
- Men, eg bjóði altíð viðskiftafólki, sum koma á gátt, gott og nýmalið kaffi, sigur hon brosandi.
Tógvhandilin í Skopun bjóðar ikki bara nýmalið kaffi, tá fólk koma á gátt. Í heyst hevur handilseigarin eisini skipað fyri bindikafé, og her hava verið uppí 19 kvinnur, tá tær vóru flestar. Bindikafé’in hevur havt stóra undirtøku millum kvinnur í Sandoynni, og fult hús hevur verið hvørja ferð.
Men, hvussu hevur so undirtøkan verið, síðan tógvhandilin í Skopun læt upp?
- Jú, eg kann ikki annað enn vera væl nøgd. Eg ætlaði, at hetta skuldi vera eitt “hyggeprojekt”, men soleiðis er tað slett ikki meira, og tað kann eg bara fegnast um. Tað tók eina tíð, áðrenn fólk funnu út av, at tógvhandil er í Skopun, og enn í dag hitti eg fólk, sum ikki vita av handlinum.
Anni Don Jacobsen sigur, at hon passar handilin sjálv, og tá brúk er fyri hjálp, hevur hon eina góða vinkonu at heita á, umframt at 15 ára gamli sonurin eisini tekur eina hond í. Haraftrat hevur hon góðar grannar, sum vilja hjálpa til, um á stendur.