Eg eri púra skelkað av framferðini

– Hetta kann rætt og slætt ikki góðtakast, sigur Annika Olsen, býráðslimur í Havn, og fyrrverandi borgarstjóri

– Eg eri púra skelkað av framferðini hjá meirilutanum í Tórsavnar býráð. Tað sigur Annika Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin.  Hon var borgarstjóri tá ið býráðið samtykti at byggja langhylin í Havn, men framferðin hjá meirilutanum í núverandi býráði kann rætt og slætt ikki góðtakast, sigur hon. Hon sipar til, at meirilutin í býráðnum nú ætlar sær at gera umfatandi broytingar í verkætlanini, og ein orsøk til tað er, at har manglar so nógv í nýggja langhylinum, bæði brúsur, skiftirúm og umstøður til rørðslutarnað. Samstundis er stórur ivi um takið fer at halda til veðurlagið í Føroyum.

 

Les meiri um tað her: Stór verkætlan í Havn verður nógv dýrari enn ætlað

 

Annika Olsen vísir á, at umframt at vera býráðslimur, er hon eisini limur í bygginevndini fyri langhylin. Hon minnir eisini á, at allar broytingar, og øll mál í sambandi við byggingina, skulu sjálvandi leggjast fyri bygginevndina.

 

Men Annika Olsen leggur dent á, at hvørki sum býráðslimur, ella sum limur í bygginevndini, hevur hon hoyrt eitt orð um tær broytingar, sum ætlanin nú er at gera.

 

– Bygginevndin hevur einki fingið at vita yvirhøvur, og sum býráðslimur havi eg heldur einki fingið at vita. Sum býráðslimur og limur í bygginevndini havi eg krav upp á at verða kunnað um tað, sum fer fram, men eg fekk einki at vita. Eg mátti rætt og slætt biðja um alment innlit fyri at fáa nakað at vita um málið, tí eri eg púra skelkað av framferðini, sigur Annika Olsen.

 

Men hon sigur, at hon veit frá álítandi keldum, at meirilutin ætlaði, í fyrsta lagi at útseta langhylin í eitt ár – og møguleiki var, at hann skuldi strikast heilt. Hon heldur kortini, at tey síðani hava fingið kaldar føtur og tí heldur arbeiðið nú fram.

 

 

 

Visti um alt sum manglaði

 

Annika Olsen váttar, at hvørki brúsurúm, skiftirúm eru við í nýggja langhylinum og umstøður eru heldur ikki til rørslutarnað. Men hon leggur dent á, at tað visti alt býráðið longu av tá ið langhylurin, einmælt, varð samtyktur í býráðnum.

 

– Brúsurúm, skiftirúm, parkeringspláss, umstøður til rørslutarnað og aðrir hentleikar, lógu í eini verkætlan fyri seg – og tað vistu allir býráðslimir av, áðrenn langhylurin varð samtyktur, sigur Annika Olsen.

 

Borgarstjórin førir fram, at kostnaðurin fyri tað sum manglar, eru ikki við í kostnaðarmetingini fyri langhylin – men tað avsannar Annika Olsen.

 

Upprunaliga skuldi langhylurin kostað 147 milliónir, men endaligi kostnaðurin varð síðani mettur at vera 211 milliónir – og tað er nettupp tí at brúsurúm, skiftirúm, og umstøður til rørslutarnað eru við.

 

Hon sigur, at ætlanin hevur verið at taka økið í verandi svimjihøll, har sauna, gosbað, og annað er. Tey mettu ikki, at brúk var fyri tí longur í verandi svimjihøll, tí í nýggju svimjihylinum verður bæði gosbað, sauna, heitur hylur til rørslutarnað, og aðrir vælveru-hentleikar.

 

Men eftir tí, hon hevur fingið upplýst, ætlar núverandi meiriluti ætlar, er at byggja ein nýggjan bygning til hesar hentleikarnar – og tað fer at gera langhylin upp aftur nógv dýrari, sigur Annika Olsen.   

 

Hon sigur eisini tað er ikki nakað nýtt, at ivi er sáddur um takið á langhylinum. Men tað er ein konstruktión, sum vit hava brúkt langa tíð upp á at kanna og arkitekturin metir, at hon fer at halda. Annika Olsen sigur, at svimjihøllin var útsett í eitt ár og tað nettupp tí at konstruktiónin varð kannað væl og virðiliga.

 

– Tað er ikki rætt, at langhylurin er skundaður ígjøgnum býráðið beint fyri seinasta kommunuval. Tvørturímóti tori eg at siga, at tað er eingin verkætlan hjá kommununi, tí vit brúktu samfull fýra ár upp á at fyrireika og projektera verkætlanina. Tað er eingin verkætlan hjá kommununi, sum er so væl fyrireikað sum langhylurin, sigur Annika Olsen.