Eg eri stak væl nøgdur

Tað sigur stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, sum var ein av høvuðsfyrireikarunum av Clinton vitjanini. -Alt gekk sum tað skuldi, so tað fekk valla verið betri

 

- Tað klappaði alt, so vit kundu ikki verið betri nøgdir, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum.


Hvat hugsaðu tit, tá tit frættu, at hann ætlaði sær ein túr oman í býin?

- Tað vistu vit faktiskt einki um, tí vit sótu uppi í Norðurlandahúsinum til fyrilesturin hjá Hans Blix tá. Clinton skuldi hava fyrilestur kl 15.00, og tá klokkan nærkaðist, frættu vit, at hann var á veg niðan úr býnum. Men tað var stuttligt, at hann fekk ein túr, og at fólk fingu høvi at heilsa uppá hann, sigur Jan Mortensen.

- Fekk tú eisini høvi at heilsa uppá hann?

- Ja, eg, formaðurin í arbeiðsgevarafelagnum og stjórin í Norðurlandahúsinum tóku ímóti honum, tá hann kom niðan í Norðurlandahúsið. Eg má siga, at hann var júst tann fyrikomandi maðurin, sum man hevur sæð so ofta í sjónvarpinum. Og fyrilesturin hjá honum var eisini góður. Hann dugdi væl at gera tað viðkomandi, tí hann dróg Føroyar og føroysk viðurskifti inn í globalu spurningarnar.


Hava tit nú fingið mót uppá at endurtaka hetta tiltakið, og møguliga fáa onkran annan verðinsmann til Føroya?

- Nei, tað hava vit ongar ætlanir um. Vinnuhúsið er til fyri at veita eina ávísa tænastu, ikki fyri at vera arrangør av slíkum tiltøkum. Vit vildu bert vísa, at tað ber til at fáa slíkar statsmenn og heimsmenn til Føroya.


Og er endamálið við vitjanini rokkið?

- ja, eg haldi at vit hava ávíst, at hetta kann lata seg gera í Føroyum, og eg haldi, at vit í gjár øll kendu eitt ávíst søguligt veingjasuð. Og so er tað parturin uttanfyri Føroyar. Har fara vit í næstum at gera eina eftirmeting, fyri at síggja hvørja ávirkan vitjanin hevur havt. Men vit byrja longu at síggja ringarnar breiða seg, m.a. er eitt longri innslag at síggja á heimasíðuni hjá Jyllandspostinum í morgun. Og tað hevur eisini verið okkurt at sæð í øðrum útlendskum bløðum, sum eru komin út í morgun. So samanumtikið má eg siga, at eg eri stak væl nøgdur við alt tiltakið, sum tað var.