- Eg eri ótrúliga spentur

Í kvøld verður stóra brakið í Løkshøll, har Ólavur á Váli Olsen fer at hava konsert

Í kvøld verður stóra konsertin í Løkshøll hjá Ólavi á Váli Olsen við bólki, sum fleiri hava bíðað í spenningi eftir. Tað hevur Ólavur eisini, og hann er vælupplagdur, nú in.fo hevur fingið orðið á hann.

- Eg eri væl fyri í dag og eri ótrúliga spentur at sleppa at framføra, sigur Ólavur.

Hetta er ikki fyrstu ferð, Ólavur skal spæla í Løkshøll. Hann hevði eina konsert í juli mánað í 2017. 

- Mær dámar væl Løkshøll, har er gott ljóð og góð atmosfera. Hatta er eitt høli, mann tímir at spæla í. So tað kann bara ganga væl, sigur ein spentur Ólavur á Váli Olsen.

Lagt er upp til eina fjølbroytta konsert, har ungi havnarmaðurin fer at borðreiða við tí besta av tí besta hjá sær. 

- Tað verður nokk av country, og eg fari í øllum førum at spæla sangir sum "Dalar og Fjøll", "Lið um lið" og "Ró". Nakað av gospel verður eisini flættað uppí. 

Les meira um konsertina HER.