Aggi Ásgeirsdóttir og Ingi Sørensen, sum í fjør vórðu landskend fyri sína luttóku í sendingini 'Fólksins Rødd', hava um ólavsøkuna havt framsýning í posthúskjallaranum.
"Ingi vísir fram myndir, sum hann hevur tikið undir havsins yvirflatu, meðan eg sýni fram list, sum eg havi arbeit við síðstu tíðina," sigur Aggi, "eg havi arbeitt nógv við bara svørtum og hvítum, fyri at man líkasum kann fordjúpa seg í tí upprunaliga. Tað passar væl til kontrastina hjá Ingasa myndum, sum hevur allar ælabogans litir."
"Ja, eg vil gjarna vísa føroyingum ta føroysku undirverðina. Hon er jú helvtin av Føroyum," sigur Ingi, sum hevur gjørt 1124 kav og verið 54.200 minuttir undir vatnskorpuni.
"Her hava verið ein javnur streymur av fólki alla tíðina, so her hevur ongantíð verið tómt. Endamálið við okkara framsýning er, at fólk skulu fordjúpa seg og gloyma seg burtur," sigur Aggi, sum eisini sipar til meditiónstónleikin í bakgrundini.
Spurdur um, hvat dregur við at kava, svarar Ingi avgjørdur.
"Stutt sagt, tað er balsam fyri sálina. Tað er eitt sindur sum at fara niðan í viðarlundina bara ganga við 25," sigur Ingi, "summi spyrja, hví eg ikki onkuntíð taki eitt sindur av fiski heim við. Tá svari eg teimum, at eg ikki eti fotomodellir."
Tá man hevur framsýning, so liggur ikki so væl fyri at ganga og mala í býnum.
"Tað bilar einki. Man missir eitt sindur, men fær eina rúgvu. Man møtir eina rúgvu av fólki á henda hátt, so vit koma í samband við nógv fólk hóast alt," sigur Aggi.
"Men vit fara nokk ein túr gjøgnum býin í kvøld, tá framsýningin hevur lukkað," sigur Ingi við einum smíli.