- Vit komu víðari, tí vit høvdu bestu framførsluna hetta kvøldið.
Tað sigur Jógvan Hansen, sum um vikuskiftið var við í innleiðandi kapping í íslendska Grand Prixnum. Og so dregur hann beinanvegin eitt sindur í land og sigur, at hann plagar ikki at reypa soleiðis.
- Eg hevði eina góða kenslu, tá ið fóru av pallinum. Ofta hugsar mann aftaná, at okkurt kundi verið betri, og okkurt kiksaði eitt sindur, men hesaferð hevði eg kensluna av, at vit høvdu havt eina sera góða framførslu, og at alt gekk væl, sigur Jógvan Hansen.
Hann syngur sangin Til Tín saman við ungu songkvinnuni Stefanía Svavarsdóttir, og duettin teirra millum var væl framborin og varð send beint í finaluna í íslendska Grand Prixnum, sum verður leygarkvøldið.
Gott at verða tvey
Jógvan Hansen hevur tríggjar ferðir áður verið við í Grand Prixnum í Íslandi, og hann hevur áður staðið seg væl. Hesaferð er hann fyri fyrstu ferð á palli saman við einum øðrum sangara, og tað dámar honum væl.
- Stefanía syngur framúr væl, og tað er onkursvegna lættari at hava onkran at deila pallin við. So stendur tú ikki so einsamallur í fokus, men hevur onkran at deila uppmerksemi við, sigur Jógvan Hansen.
Tvær innleiðandi kappingar vóru um vikuskiftið, og tað vóru atkvøður frá hyggjarum, sum gjørdu av, hvør kom víðari. Fríggjakvøldið var okkurt óvæntað úrslit, og tí var Jógvan Hansen alt annað enn vísur í at koma víðari, hóast hann helt, at tey hava ein av bestu sangunum í kappingini hesaferð.
- Eg veit ikki hví, men áðrenn kappingina kendi eg á mær, at vit fóru ikki at koma víðari. Kanska var tað úrslitið av kappingini fríggjakvøldið, sum gjørdi tað, men hinvegin var tað eisini ein sterk kapping leygarkvøldið. Tí vóru vit sera fegin, tá ið vit vóru tey fyrstu, sum vórðu valt út til finaluna, sigur hann.
Nú skal kappast
Finalan í íslendska Grand Prixnum verður leygarkvøldið, og hon verður hildin í stóra salinum í Harpuni í Reykjavík. Íslendska sjónvarpið fer at senda beinleiðis frá finaluni, og føroyska sjónvarpið ætlar sær eisini at varpa finaluna út til føroyskar hyggjarar.
- Nú ætla vit okkum av álvara at kappast í finaluni. Tað kann tað sama verða vit, sum onkur annar, ið vinnur, sigur Jógvan Hansen.
Í finaluni verða tað hyggjaraatkvøður og dómaraatkvøður sum telja helvt um helvt, tá ið tvey tey bestu skulu finnast. Síðani avgera hyggjararnir, hvør av teimum báðum fremstu skulu sendast víðari at umboða Ísland í europeisku kappingini, ið verður hildin í Svøríki í mai.