Brot úr samrøður í Vikuskiftis Sosialinum í dag. Blaðið fæst í handlum í Havn í kvøld og kring landið í morgin.
At gerast foreldur setur mangar tankar í gongd hjá teimum flestu. Tá ið tey lítlu elskuligu fólkini koma til heimin eru vit vaksnu full í gleði, ivamálum, spenningum og vónum. Tað var millum annað løtan, tá ið Maria Daniela í Garði gjørdist mamma, sum leiddi til, at hon fór at leita eftir sínum uppruna.
21 ára gamla kvinnan býr í Havn og er uppvaksin í Føroyum. Sum einans tveir mánaðir gomul kom hon til Føroya og vaks upp saman við foreldrunum og ættleidda beiggja sínum.
Maria hevur ongantíð havt trupulleikar av, at hon er ættleidd. Hon er ljós í húðini og hevur altíð følt tað sum, at hon sær út sum ein púra vanligur føroyingur, hóast hennara uppruni er Kolumbia.
Maria hevur altíð vitað, at hon er ættleidd úr Kolumbia. Og hon hevur eisini altíð vitað, at hon ætlar sær at finna fram til sín uppruna einaferð. Tað var orsøkin til, at hon flutti eitt ár til Spania, so at hon dugdi spanskt og kundi samskifta við sína familju í Kolumbia, um hon nakrantíð fann tey.
Í síðstu viku skuldi so tað henda, sum Maria hevur ætlað sær alt lívið.
Umvegis eina Facebooksíðu við heitinum “Adopteret fra Columbia” fann Maria hjálp til, hvussu hon kundi finna fram til sína biologiska familju.