Formansval
?Hetta verður eitt ótrúliga spennandi uppgáva.
Eftir løgtingsvalið í vár er Henrik Old úr javnaðarflokkinum komin í eina lyklastøðu í føroyskum politikki.
Hann er valdur til formann í vinnunevndini, sum er ein tann størsta og mest týðandi nevndin hjá Løgtinginum, sum hevur ómetaliga nógv mál at viðgerða, eisini stórmál.
Og hetta valskeiðið verður arbeiðið hjá vinnunevndini kanska serliga áhugavert, tí hesuferð er tað andstøðan sum eigur bæði formannin og meirilutan av nevndini við fýra umboðum, afturímóti teimum trimum hjá samgonguni.
Og Henrik Old ásannar, at avbjóðingin verður stór.
Men hann stendur ikki heilt á berum, tí hann hevur nú verið tingmaður í 18 ár og ein drúgvan part av teimum hevur hann sitið í vinnunevndini og áðrenn tað, eisini í fiskivinnunevndini og landbúnaðarnevndini, umframt øðrum nevndum við.
Vil ikki arbeiða á landi
Henrik James Frits Old er føddur í 1947 og er sostatt 55 ára gamal nú. Tá ið hann fór úr barnaskúlanum fór hann at egna og at rógva út, men tær fyrstu veruligu royndirnar á sjónum fekk hann, tá ið hann 16 ára gamal fór til Grønlands við Jógvani á Gørðinum, sum Henning Jensen førdi.
Síðani tá hevur hann verið sjómaður, undantikið trý ár síðst í sekstiárumum, tá ið hann arbeiddi á landi í Føroyingahavnini.
Í 1971 bleiv hann skipari og í 1977 varð hann skipari á Nýborg og har var hann, til hann varð løgtingsmaður í 1984.
?Eg veit ikki, hví eg ikki gavst sum sjómaður, tí tað gekk ómetaliga illa at sleppa av við sjóverkið. Tað hendi seg enntá at eg onkuntíð fekk sjóverk eftir at eg varð blivin skipari.
Men hann ásannar, at tað má hava verið hugurin, sum hevur drivið verkið, tí hann sigur, at sjógvurin hevur altíð havt hansara størsta áhuga.
Og nú síðani hann varð tingmaður, hevur hann eisini verið burtur einar tveir, tríggjar mánaðir hvørt ár.
?Tað hevur verið neyðugt fyri meg at sleppa til sjós av og á av fleiri orsøkum. Tað er gott at kobla úr frá politikkinum viðhvørt og eg vil heldur ikki missa sambandið við vinnuna, nú eg siti i tinginum.
Eitt annað er, skal eg gera mær vónir um at kunna brúkast á sjónum framyvir, er tað neyðugt at fylgja við alla tíðina, tí tann tøkniligi framburðurin er so stórur, at ert tú bara burturfrá í eini fýra-fimm ár, ert tú sum skipari langt síðani yvirhálaður av teknikkinum og so kanst tú ikki brúkast, tí knapparnir verða fleiri og fleiri og eg haldi eisini, at so hvørt sum árini leggjast afturat, verða tølini á teimum ymsu tólunum smærri og smærri.
? Fyri at at kunna endurnýggja vinnubrævið er eisini neyðugt at sigla av og á, annars missir tú rættin at vera skipari og tað kann eg ikki loyva mær, tí tað er so skjótt at teppið kann verða skrykt undan einum løgtingsmanni.
Tað fekk Henrik av álvara at sanna á valinum í vár, tí hesuferð var hann bara tvær atkvøður frammanfyri næsta mann, sum var Sverri Midjord og var tí so tætt við at fella sum tilber.
Og so hevur Henrik eina grundreglu og hon er, at hann skal ikki hava eina einastu tímaløn á landi so leingi hann er í tinginum og tað hevur hann heldur ikki havt.
?Tað havi eg sett mær fyri, tí eg haldi, at eftirsum eg longu havi eitt starv á landi sum tingmaður, er tað ikki rætt at taka eitt arbeiðið afturat á landi, tí so hevði tað verið at tikið arbeiðið frá onkrum øðrum.
Hesi síðstu árini hevur hann verið skipari á svenska nótabátinum Astrid eina tíð hvørt summar.
Tað er ein kansur, sum dámar gonum væl.
?Tað er eitt reiðarí sum er væl fyri og tað hevur altíð nýggj skip. Reiðarin skiftir altíð skipini út, áðrenn tey eru 10 ára gomul og skipini hjá honum eru altíð útgjørd við tí nýggjasta nýggja.....
Fyri hann sjálvan er tað eisini neyðugt at sleppa burtur.
?Eg merki, at tá ið eg havi verið heima ov leingi, fer útlongsulin at rykkja í meg. Men eg havi eisini merkt, at tað kann vera ein fyritøka at fara avstað, eftir at hava verið leingi heima. Í fyrstuni, eftir, at eg varð valdur á ting, var eg heima leingi og tá mátti eg rættilgia taka ío nakkan á mær sjálvum fyri at fara avstað aftur. Tí havi eg gjørt tað til eina reglu, at hvørt summar eri eg burtur eina stutta tíð.
Neyðugt at lurta
Tað er við góðum treysti, at Henrik Old nú fer undir arbeiðið sum formaður í vinnunevndini, tí hann heldur, at hetta er tað mest ábyrgdarfulla starvið, umframt landsstýrismannin sjálvan.
?Arbeiðið í vinnunevndini dámar mær serstakliga væl, tí hon fær nógv stór og sera áhugaverd mál at viðgera og vinnumálini eru tey mest umfatandi og mest spennandi. Vit hava øll málini, sum koma frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, umframt arbeiðsmarknaðarmál, samskiftismál, umframt samferðslumál, eitt nú vegir, tunlar, postverk, strandferðslu, telesamskifti og mangt annað og tí heldur hann, at vinnunevndin er kanska tann mest spennandi nevndin av øllum at vera í.
Fleiri av nevndarlimunum kennir hann væl frammanundan, tí hann hevur sitið í nevnd við teimum fyrr.
?Eg haldi, at tað er eitt eyðkenni fyri limirnar í vinnunevndini framum aðrar nevndir, at tað eru politikarar, sum hava royndir frá handaligum arbeiði av ymsum slag, eru ikki akademikarar og so bókliga lærdir sum limirnir í nógvum øðrum nevndum.
Og tað passar Oldinum væl.
? Júst tann sannroynd, at vit hava verkligar royndir, hevur mangan elvt til nógv drúgt, men uppbyggjandi kjak í vinnunevndini ímillum nevndarlimir, sum allir vita av verkligum royndum, hvar málini snúgva seg um. Tað gevur kjakinum í nevndini eina aðra dimensjón, heldur hann.
Hetta hevur mangan gjørt at vinnunevndin hevur fingið ta orð á sær, at hon arbeiðir seint.
Men tað heldur Henrik Old ikki. Hann heldur, at tað er heldur ein ábending um, at vinnunevndin fer serstakliga grundiga til verka og tað kann bara vera gagnligt.
Og eftir, hvat hann sigur, ætlar hann ikki, at slaka í hesum partinum av arbeiðnum.
? Eg fari at brúka sera nógva tíð eftir at lurta eftir vinnuni og annars.
?Eg haldi, at tað hevur ómetaligan týdning at vit lurta eftir fólki, sum vara av teimum málum, vit viðgera. Tá ið vit viðgera eitt mál, hevur tað ómetaliga stóran týdning, at ongin, sum varar av málinum, situr eftir við teirri fatan, at tey vórðu ikki hoyrd. Tí skulu so nógv sum gjørligt hava høvi at hitta nevndina at siga sína hugsan um mál, sum nevndin hevur til viðgerðar, og sum viðkoma teimum.
Leggur doyðin á gott samstarv
Hann sigur, at sum formaður hevur hann eitt serligt høvi at kalla tey fólk til fundar í nevndini, sum hann heldur tað vera hóskandi, alt eftir, hvørji mál eru til viðgerðar.
?Eg haldi eisini, at tað hevur stóran týdning at greiða løgtinginum frá, hvat hesi fólkini hava greitt nevndini frá.
Hann sigur, at í álitunum frá nevndini hevur tað mangan bara verið kunngjørt, at tann og tann hevur verið á fundi við vinnunevndina, men onki hevur verið skrivað um, hvat tey søgdu.
Tað skilst á nýggja formanninum, at nú fer tað í størri mun at standa í álitunum frá nevndini til Løgtingið, hvørja áskoðan ymsir partar í einum máli hava.
? Men tað merkir ikki, at vit treytaleyst skulu taka undir við vinnuni, tí tað kann eg sjálvsagt ikki lova.
Hann sigur, at hann fer eisini at leggja doyðin á at fáa so góða undirtøku í vinnunevndini sum gjørligt fyri teimum málum, sum koam til viðgerðar.
?Hóast andstøðan hevur meirilutan í vinnunevndini, mugu vit ásanna, at vit hava minnilutan í løgtinginum. Og eg vil heldur royna neyðsemjur og á tann hátt royna undirtøku fyri summum av mínum sjónarmiðjum og sjónarmiðjunum hjá ørðum við, heldur enn at gera markið ímillum andstøðu og samgongu ov skarpt.
Øllum hesum fer nýggi formaðurin og nevndin annars uttan iva at fáa brúk fyri, tí gongst sum ætlað hjá landsstýrinum, kemur hendan vinnunevndin at taka støðu til so stór mál sum ongin vinnunevd undan henni.
Hugsað verður eitt nú um einskiljingarnar, sum talan hevur verið um, bæði viðvíkjandi Fiskavirking, Fiskasøluni, Føroya Banka og landsjørðini og nú eru eisini røddir frammi um at taka einkarrættin til streymveiting frá SEV.
Og kanska tað mest álvarsliga málið av øllum er ein komandi eftirlønarskipan.
?Nú er alt eftirlønarøkið flutt yvir til landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum, so verður talan um eina eftirlønarskipan, kemur tað málið eisini í vinnunevndina.
?Vinnunevndin fær eisini nógv mál, sum á ein ella annan hátt viðvíka útjaðaranum í Føroyum, eitt nú postmál og samferðslumál.
?Í hesum sambandi havi eg havt stóra gleði av samstarvinum í vinnunevndini, tí tær royndir eg havi eftir fleiri ár í nevndini, er, at nevndarlimirnir yvirhøvur hava havt sera stórt forstáilsi fyri trupulleikunum hjá útjaðaranum.
Tað vónar hann verður lagið eisini hesum valskeiðnum og tað er ikki mist hetta, sum ger arbeiðið í vinnunevndini serstakliga spennandi.
Ikki skundast ígjøgnum
Hann leggur eisini dent á, at hann ætlar at ikki at lata tíðarfreistir stýra arbeiðið í vinnunevndini.
Tað, hann sipar til er, at vanligt hevur verið, at beint áðrenn tingið skal til hús, kemur ein ørgrynna av málum, sum øll skulu avgreiðast upp á stutta tíð.
?Men nervar ikki Henrik Old, tí hann sigur, at hann fer ikki at lata seg stýra av tíðarfreistum.
?Øll málini skulu hava eina gjølliga viðgerð, so stendur tað til tey, sum leggja uppskotini fram um at leggja tey fram í so mikið góðari tíð, at stundir verða til at viðgera tey, sigur Henrik Old.
ì komandi bløðum fara vit at tosa við Henrik Old um fiskidagar, landbúnaðarjørð og um einskiljingar yvirhøvur.