Marita Petersen og Ása Ellefsen vóru júst farnar undir nýtt samstarv, nú Marita gjørdist sjúk og doyði. Tær skuldu í felag virka sum privatpraktiserandi psykologar, og ætlanin var eisini at granska.
Men áðrenn hetta liggja nógv ár sum vinkonur og starvsfelagar ? millum annað á Sernámsdeplinum.
? Marita var arbeiðssom, álítandi og sera dugnalig til sítt fak. Hon var humoristisk og stuttliga at verða saman við. Eg havi alt gott at bera henni, sigur Ása Ellefsen.
Ása og Marita gingu á studentaskúla saman, og tær vóru eisini niðri og lósu um somu tíð. Seinni fluttu tær aftur til Havnar, kendust, gingu í bindiklubba saman og arbeiddu saman.
? Eg havi kent Maritu, síðani eg var 16 ára gomul, so tað verður ein sera stórur saknur, nú er farin, sigur Ása Ellefsen.