Tað ber ikki til at avtaka føroysku fólkatingssessirnar upp á hendan mátan. Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður enn eina ferð.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, og løgtingsformaður, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka føroysku fólkatingsessirnar, men Aksel V. Johannesen sigur, at hóast løgtingið samtykkir tað, fer hann ikki at gera nakað við tað.
Hann sigur, at tað eru bara tveir mátar at avtaka fólkatingsessirnar upp á, og tað er at taka loysing ella at broyta grundlógina. Hann sigur, at hetta hevur hann upplýst Løgtingið um áður, men nú málið er til viðgerar, endurtekur hann tað. Og tað merkir, at hóast Løgtingið skuldi samykt uppskotið um at avtaka fólkatingsessirnar, verður tað lagt í eina skuffu í Tinganesi, tí tá ið tað ikki ber til at seta tað í verk kortini, er tað eisini endamálsleyst at gera nakað við tað.
Hinvegin heldur Løgmaður, at tey, sum atkvøða fyri at avtaka fólkatingsessirnar, eiga eisini at vera so mikið at sær komin, at tey eru sinnað til at loysa frá Danmark, og loysingin má koma fyrst. Men at venda mannagongdini við, og avtaka føroysku fólkatingsessirnar, áðrenn vit hava tikið loysing, ber ikki til.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, er ikki samdur í, at tað ger tað sama um uppskotið verður samstykt ella ikki. Tvørturímóti er hann sannførdur um, at hetta fer at fáa víttfevndar avleiðingar. Hann ivast ikki í, at verður tað samtykt, fer Tjóðveldi at brúka tað politiskt í loysingarpolitikkinum, akkurát sum teir, í yvir 70 ár, hava brúkt fólkaatkvøðuna í 1946. »Júkanin« hjá Tjóðveldi frá 1946 fer at halda upp at og árið 2019 verður sett ístaðin, leggur hann afturat.
Páll á Reynatúgvu heldur, at verður ein samtykt í Løgtinginum bara løgd í eina skuffu, heldur alt upp at, tí Løgtingi er okkara lóggevandi vald, og eina samtykt í Løgtinginum eiga vit ongantíð atræðast, ella skúgva til viks, heldur hann.

Eg fari ikki at gera nakað við tað

