Eg fegnist um tunnilsíløguna - men linjuføringin stríðir við serkunnleikan

Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu

 

Hóast bæði Landsverk og Tekniska Umsiting hjá Klaksvíkar Kommunu mæltu staðiliga til linjuføringina úr Ánum til Árnafjarðar og haðani víðari, so hevur meiriluti á løgtingi við 2. viðgerð samtykt eina heilt aðra og sera nógv dýrari linjuføring úr Gerðabø, sum ikki tekur hædd fyri lokalu økisætlanini.

 

Tað er ógvuliga harmiligt, at ein sum lokalur fólkavaldur skal noyðast út í bløðini at hava at eini løgtingsavgerð, eftir at ein fyri hetta økið so týðandi íløga er blivin samtykt við 2. viðgerð á tingi, men eg kenni meg noyddan til hetta, tí í hesum máli hevur Føroya Løgting ikki lurtað eftir teimum tilmælum frá serkunnleikunum, sum fyriliggja í málinum.

 

Hvat hava vit serkunnleika til?

Bæði landsmyndugleikin og tann størsta kommunan í økinum, har henda íløga skal gerast, hava fyri nógvum árum síðan sett á stovn tekniskar umsitingar, hvørs uppgáva er at leggja ætlanir fyri veganet, havnir, bústaðaútstykkingar, vinnuútstykkingar o.s.fr. o.s.fr.

Hjá landinum tekur Landsverk sær av hesi uppgávuni, og hjá Klaksvíkar Kommunu er tað Tekniska Umsiting, sum røkir ta uppgávuna.

Í hesum máli hava báðir nevndu serkunnleikar mælt til, at innføringin til tunlarnar norður um fjall klaksvíkarmegin verður í Ánum, og eru fleiri grundgevingar fyri hesum:

*Linjuføringin úr Ánum er sambært upplýsingum frá Landsverki umleið 68 mkr. bíligari enn tann úr Gerðabø.

*Linjuføringin úr Ánum tekur hædd fyri, at Klaksvíkar Kommuna nú í nógv á hevur arbeitt sambært einari økisætlan, har stórar og týðandi íløgur eru gjørdar fram við verandi linjuføring. Nevnast kunnu íløgur sum Norðhavnin í Ánum og framtíðar vinnuøkið á Strond, sum kommunan hevur gjørt íløgur fyri eina trísiffraða milliónaupphædd.

*Linjuføringin úr Ánum tekur hædd fyri, at vinnan í Klaksvíkar Kommunu í nógv ár hevur gjørt íløgur fram við verandi linjuføring, sum missa virði, um hendan nú verður broytt so munandi, sum tingið nú hevur samtykt.

*Linjuføringin úr Ánum tekur hædd fyri, at eisini aðrar bygdir enn tær eystan Múlan eru norðan fyri Klaksvík, tí hendan linjuføring kemur munandi nærri teimum bygdunum og bindir økið tættari saman.

*Linjuføringin úr Ánum er ein betri loysn fyri Árnafjørð, tí hendan fer avstað við minni av lendi uttan um bygdina.

Sum ein av teimum lokalu fólkavaldu kenni eg tað sum mína skyldu at spyrja, hvat vit hava okkara serkunnleika til, tá ið Føroya Løgting ikki vil lurta eftir honum í sambandi við so stórar íløgur?!

Er henda avgerð veruliga endalig?

 

Løgtingssamtykt ímóti betri vitan

Hóast øll tingfólk hava skyldu til at seta seg inn í tey mál, sum koma fyri, so kann eg í ávísan mun skilja, tá ið tingfólk, sum ikki er lokalkend, eru við til eina løgtingssamtykt sum hesa, tí møguliga hava tey ikki ta neyðugu vitanina til allar lutir í tí, og tað kann eisini hugsast, at tey halla seg til ráðini og tilmælini frá teimum tinglimunum, sum eru úr økinum.

Hinvegin skilji eg als ikki, at tingfólk, sum búgva í Norðoyggjum, og sum hava fingið greitt at vita um øll tey nevndu viðurskifti, kortini atkvøða ímóti tilmælinum frá serkunnleikunum í málinum.

Umboð fyri Klaksvíkar Kommunu hava á fundi við tey flestu av tingfólkunum, sum búgva í Norðoyggjum, greitt frá teimum viðurskiftum, sum eg her havi sett upp, og tí bæði undrar og harmar tað meg ógvuliga nógv, at tey kortini samtykkja tvørturímóti tilmælinum í málinum.

 

Brúka 68 mkr. eyka til eina verri íløgu!

Tað kann ikki annað enn undra ein almikið, at Føroya Løgting skal fáa seg til at samtykkja eina linjuføring, sum sambært upplýsingum í miðlunum er heilar 68 milliónir dýrari enn tann linjuføringin, sum Landsverk mælir til.

Tá ið ein so samstundis veit, at hendan linjuføringin er eins góð og tann úr Gerðabø fyri bygdirnar eystan Múlan, at hon kemur nærri teimum vestaru bygdunum norðan fyri Klaksvík og harvið bindur hesar betur saman við hinum, OG at hon samstundis er sera nógv betri fyri Klaksvíkar Kommunu, so er ilt at fáa eyga á nakran skilagóðan logikk í málinum, tíverri!

Kunoy, Haraldssund, Strond og Ánir eru tær vestaru bygdirnar í Norðoyggjum, sum eru landfastar norðan fyri Klaksvík. Fyri hesar er linjuføringin í Ánunum ein fyrimunur, tí tá verður munandi styttri millum eystaru og vestaru bygdirnar. Hetta ger, at økið verður betur og tættari bundið saman. Eisini vinnur tú við hesum, at tað verður ein og sama, felags farleið so langt norður, sum tað ber til, tvs. at t.d. sama bussleið kann røkka til fleiri bygdir á leiðini.

 

Skal løgtingið ikki virða lokalar íløgur?

Í sambandi við hetta løgtingsmál hevur Klaksvíkar Kommuna, bæði yvir fyri teimum lokalt búsitandi løgtingsfólkunum, og í løgtingsnevndini, lagt fram síni sjónarmið, og eitt tað mest tungtvigandi av hesum er tær risa íløgur, sum Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt út frá verandi linjuføring, har hendan er ein týðandi fortreyt fyri nyttuni av íløgunum.

Fyri tað fyrsta hevur kommunan í nógv ár havt eitt grótbrot á Strond, sum um stutta tíð verður lagt um til eitt sera stór vinnu- og ídnaðarøki, har fyritøkur kunnu hava sítt virksemi. Henda umlegging er longu byrjað, og samskifti er millum kommununa og vinnufyritøkur, sum hava áhuga í økinum.

Tann nýggjasta, sera stóra, íløgan í hesum økinum er Norðhavnin, sum liggur júst í Ánum, har kommunan, eisini út frá landsvegnum, sum kemur beint framvið, hevur lagt eina íløgu fyri eina trísiffraða milliónaupphædd. Eisini henda íløga er sera nógv tengd at góðum sambandi við landsvegin, bæði norðureftir og suðureftir, og tað er eisini ein orsøk til, at hon er løgd, har hon nú liggur.

Um Føroya Løgting nú, ímóti øllum serkunnleikatilmælum, flytir linjuføringina langt burtur frá hesum dýru og fyri Klaksvíkar Kommunu sera týðandi íløgum, verður hetta eitt stórt bakkast fyri nyttuna og virðið í hesum stóru og strategisku íløgum.

Eg má enn einaferð spyrja, um Føroya Løgting ikki hevur skyldu at taka hædd fyri teimum lokalu økisætlanunum, sum kommunur kring landið gera?!

Skal løgtingið ikki eisini hugsa um Klaksvíkar Kommunu?

 

Handilslívið heldur ikki havt í huga

Sum støðan er í dag, hava vit í Klaksvík á eystara armi ein hóp av fyritøkum, handlum og virkjum, sum hava gjørt íløgur í bygningar o.a. fram við verandi landsvegi norður um Klaksvík til bygdirnar norðanfyri.

Tað er eingin ivi um, at hesar fyritøkur í dag lutvíst liva av tí inntøku, sum ferðslan eftir hesum vegi gevur. Her er talan um bæði borgarar í bygdunum norðanfyri, sum tátta í 1000, og ikki minst tosa vit her um ferðafólkini, sum leggja leiðina norðureftir.

Um linjuføringin nú verður flutt so langt, so sum løgtingið nú tykist ætla, so verður tað eitt bakkast fyri hesar fyritøkurnar, ikki minst í mun til ferðavinnuna.

Sjálvur gjørdi eg vart við hetta yvir fyri nøkrum løgtingslimum hiðani úr økinum, at ferðslan hevur stóran týdning fyri og ávirkan á, hvar handilsfólk leggja sínar fyritøkur, tí ferðsla merkir lív og fólk, og har, sum fólk er, eru eisini inntøkur.

Tí verður tað ein missur fyri handilslívið í Klaksvík á eystara armi, um linjuføringin nú verður flutt burtur frá Klaksvík, úr Ánum og til Gerðabø.

 

Hugsið um allar partar í økinum!

At enda í hesi heldur drúgvu grein vil eg staðiliga heita á Føroya Løgting um at taka hetta mál upp til nýggja umhugsan, har lurtað verður eftir teknisku serfrøðini, og har tørvurin hjá ØLLUM pørtum av Norðoyggjum verður tikin við í avgerðina.

Tað er givið, at bygdirnar norðan fyri fjall hava ein ómetaliga stóran tørv á at fáa hetta tunnils- og vegasambandi dagført, og tí taki eg og eisini Klaksvíkar Kommuna fult og heilt undir við.

Men samstundis er tað hugstoytt, at Føroya Løgting ikki tekur umstøður og gjørdar ætlanir og íløgur hjá Klaksvíkar Kommunu við í avgerðina, soleiðis at ALLIR partar av Norðoyggjum kunnu verða nøgdir og fáa best møguligan fyrimun av hesum nýggja vegasambandi í økinum.

Klaksvík, 27. apríl 2009