Henrik Old varð í gjár tilnevndur av Aksel V. Johannesen, løgmanni, sum nýggjur landsstýrismaður í innlendismálum. Soleiðis fekk javnaðartingmaður, ið hevur mong ár á baki sum tingmaður, fyri fyrstu ferð ein landsstýrissess.
Støðan kundi tó verið øðrvísi, tí sambært Sonju J. Jógvansdóttir, fyrrverandi løgtingslimur hjá Javnaðarflokkinum, so fekk hon bjóða landsstýrissessin í innlendismálum, men valdi at takka nei. Tað segði hon í tíðindunum í Kringvarpinum fyri løtu síðani.
Fyrrverandi javnaðarkvinnan upplýsti eisini, at hon hevur ongar ætlanir um at koppa samgonguni, men avvísti samstundis leysasøgunum um, at hon var á veg í Framsókn.
Vit hava uttan eydnu roynt at fingið fatur á Sonju J. Jógvansdóttir síðani tingfundin í gjár.