Leikaraprát
Enn einaferð sýnti Jón Rói seg sum stóra álitið í føroyska verjupartinum, og tað skerst ikki burtur, at hann iðraði seg eftir dystin.
- Sjálvandi gert tú tað. Ikki minst tá tú hevur hildið mótstøðuni so leingi, sum vit gjørdu. Vit høvdu jú bara eykatíðina at spæla uppá, og tað er ikki langt frá, at eitt tár rann úr eyganum, tá eg sá handan bóltin fara inn.
Verjuparturin var annars nakað av tí, sum stúrt varð mest fyri undan dystinum, men hesin óttin vísti seg mest sum at vera ógrundaðu, og Jón Rói var eisini samdur í, at gjørdu avtalurnar vórðu hildnar.
- Vit høvdu teir jú alla tíðina. Vit høvdu kanska roknað við, at Eiður Smári fór at gera eitt sindur um seg í ein móti einum støðum, men sæð burtur frá nøkrum stútarum, so var hann ikki vandamikil, sum vit roknaðu við.
Men tá tú skalt spæla móti einum leikara, sum dagliga telist millum teir bestu í Onglandi, ert tú tá ikki eitt sindur bangin fyri, hvussu hann skal takast?
- Neit, tað haldi eg ikki. Sjálvandi er tað ein stór uppliving at hava slíkan mótstøðumann, men tað er ikki nakað, sum tú hugsar um, tá dysturin byrjar. Tá hevur tú eina uppgávu, sum skal loysast.
Nokk av dystum
Sum nevnt, so taldist Jón Rói aftur hesa ferð millum teir bestu hjá føroyingunum, men er tað ikki ein vandi við dystarvenjingini, tá hann ikki er partur av besta liðnum í Brøndby.
- Tað er tað nokk ikki. Síðani eg kom aftur eftir dystirnar móti Kasahkstan havi eg ikki verið á besta liðnum, men við eykaliðnum hava eg spælt at kalla tvær ferðir hvørja viku, so talan er um nokk av dystum. Kanska er støði á mótstøðuni her eitt sindur svingandi, men ímillum hesar dystir venji eg so saman við fleiri heilt góðum leikarum, og tað er í øllum nakað, sum gevur nakað, heldur Jón Rói Jacobsen at enda.