Tað er langt úr Norðurbrasil til Føroyar, men umvegis eitt ár í Tjekkia og eitt í Danmark, endaði smílandi brasiliumaðurin í Føroyum í 2004.
Hann er uppvaksin í einum lítlum býi í Norðurbrasil, áðrenn hann sum 17 ára gamal fór ein 41 tíma langan busstúr til ein fótbóltsskúla, sum skuldi mynda fótbóltsspælaran, Alex José Dos Santos.
Í 2002 fór hann saman við trimum øðrum til eitt púra ókent felag í einum landi, sum Alex als ikki visti var til. Í Tjekkia gekk væl, men eftir uppflyting var umboðsmaðurin ikki nøgdur við sín part. Síðani var farið til Danmarkar og BK Frem, men Alex fær onga spælitíð, og umboðsmaðurin fer avstað við helminginum av lønini.
Eitt ár í Frem er nokk, og Alex tekur av møguleikanum at royna seg í føroyum. Hetta skal vísa seg at fáa stóra ávirkan á restina av lívinum hjá vinstra bakkinum.
Komandi níggju árini spælir hann við B36, EB/Streymi og HB. Hann hevur føroyska unnustu, og í 2010 fingu tey eisini eina dóttir. Alex manglar bara at fáa eina góðkenta umsókn um rískisborgararætt, so kann hann eisini kalla seg føroying á papírinum – í sinninum er hann langt síðani blivin tað.
Pápin leggur lag á
Sum heilt ungur tryggjar Alfredo José Dos Santos, sáli, at sonurin altíð kemur til venjing. Sum sjey ára gamal byrjar hann í fótbóltsskúla í lítla býnum Itajuipe, sum liggur í Bahia landspartinum í Norðurbrasil.
Býurin hevur áleið 22.000 íbúgvar, og Alex samanber heimbýin við núverandi heimbýin, Tórshavn.
– Øll kenna hvønn annan, og tað er ikki kriminalitetur, sum tú annars hoyrir nógv um í Brasil, sigur Alex.
Hann er smart ílatin í bundnari troyggju, kovboy buksum, ljósabrúnum skóm og hálsturriklæði. Hann er altíð blíður at tosa við og smílist nógv, meðan hann tosar. Hann greiður fegin frá, og alt er á føroyskum.
Tá prátið fellur inn á ungu árini í heimbýnum er ein persónur, sum Alex nevnir fleiri ferðir. Tað er pápin, Alfredo, sum doyði í 2003.
– Hann hevur lært meg nógv. Hann tryggjaði, at eg altíð var til venjing, og eg misti ongantíð nakra venjing, greiður Alex frá.
Frá tí Alex er sjey ára gamal til hann er 16, spælir hann fótbólt við fótbóltsskúlanum fyrrapart og seinnapart. Um kvøldið er vanlig skúlagongd á skránni. Tað verður tó lagdur stórur dentur á, at tú skal passa tíni skúlating. Annars sleppur tú ikki at spæla.
Frá 8. flokki til 10. flokk gongur illa í støðfrøði. Alex hevur fast pláss á vinstra bakki, men revsingin er púra greið.
– Eg mátti geva venjaranum ein seðil, har tað stóð, at eg ikki kláraði meg so væl. Hann segði bara at tað gert ikki við. Tú veist at tú missur plássið, greiður Alex frá.
Meginparturin av fólkunum í Itajuipe arbeiða á einum framleiðsluvirki hjá ítróttarmerkinum, Penalty. Men pengar hevur Santos familjan ikki altíð havt nokk av.
– Tað vóru dagar, tá vit ikki høvdu nokk til mat á borðið. Tí lærir tú nógv av, sigur Alex.
Sum 17 ára gamal er hann farin at lesa til gartnara, júst sum pápin, tá ein umboðsmaður kemur at hyggja eftir eini venjing.
41 ógloymandi tímar í einum bussi
Umboðsmaðurin er komin fyri fótbóltsskúlan við navninum Paraná Soccer Technical Center. Ella bara PSTC. Tilsamans stendur tíggju í boði at fara á væl lýdda fótboltsskúlan, men heima við hús er Maria José Dos Santos ikki glað. Alex skal ongan veg!
– Eg fekk eitt stórt nei frá mammu. Tað gekk ein vika, áðrenn eg kláraði at yvirtala hana til at lata meg fara, greiður Alex frá við einum stórum smíli.
Sjálvur túrurin til Paraná gerst ein ógloymandi túrur fyri Alex og Rigardo, sum í dag spælir í næstbestu deildini í Russlandi.
– Vit koyrdu buss í 41 tímar, og hann steðgaði í heilum. Tá vit eina ferð komu fram, vóru føturnar hjá mær hovnar, og eg visti ikki hví, sigur Alex og vísur á fótinum, hvar hann var hovin.
Teir vóru ikki meir enn komnir fram, so var venjing á skránni. Tíbetur, so hevði venjarin fingið við, at teir høvdu ferðast langt fyri at koma fram.
– Vit spurdu læknan, hvat var galið, og hann segði bara, at vit høvdu sitið stillir ov leingi, sigur Alex.
Tíðin í Paraná er ein góð tíð fyri Alex. Umstøðurnar eru væl betri enn í heimbýnum, og venjing er mennandi. Eins og í fótbóltsskúlanum í heimbýnum, so er vanlig skúlagongd eitt krav í Paraná. Fýra leikarar búgva saman á einum kamarari, men vantandi privatlívið ávirkar ikki ein ungan Alex, sum skjótt fær nógvar vinir á skúlanum.
Trý ár seinni er stendur enn ein stór avbjóðing fyri framman. Tað eru boð úr næstbestu deildini í Tjekkia.
Maria sigur aftur nei
Brasilski umboðsmaðurin stendur aftur framman fyri Alex, og tveimum øðrum leikarum. SFC Opava er tjekkiskt lið við stórum ætlanum og vil sleppa í bestu deildina. Eitt av plássunum har teir mangla styrk er á vinstra bakki. Hetta greiður umboðsmaðurin Alex frá, men fær eitt heldur óvæntað svar.
– Eg segði við hann, at eg mátti ringja til mammu fyrst, sigur Alex og flennur.
Norðri í Itajuipe verða tíðindini ikki væl móttikin. Maria sigur aftur korta nei. Hon vil ikki lata 21 ára gamla sonin hjá sær fara til Evropa einsamallan.
Eftir eitt sindur av práti aftur og fram, so endar tað við, at Maria góðtekur, at Alex fer til Tjekkia – men bara um hann kemur heim fyrst. Men í Opava er brúk fyri leikarunum alt fyri eitt. Hetta kann ikki lata seg gera, so nú tekur Alex sakina í egnar hendur.
– Eg haldi tað er fyrstu ferð, at eg veruliga vísti mammu, at nú vil eg bestemma, men eg hoyrdi eisini á henni, at hon var bangin, sigur Alex.
Sum 21 ára gamal setur Alex seg í eitt flogfar á fyrsta sinni, og tað skuldi eisini blíva til ein minniligur túrur.
Poava – her koma vit
Útgjørdir við eini orðabók, nøkrum fáum umsettum setningnum á einum pappíri og eini mappu við boðum frá brasilska umboðsmannium, fóru Alex og tveir aðrir leikarar frá PSTC til flúgvaran.
Lendir í Frankfurt í Týsklandi fylgja teir boðunum frá umboðsmanninum. Teir royna at finna vegin fram. Teir hava fimm tímar, so teir hava ikki skund.
Við hvørt skelti verður orðabókin tikin fram, og tað týska verður umsett til portugisiskt. Tað gongur nakað av tíð, til tann eini av teimum spyr um hjálp í einum kunningardiski.
Fitta og fryntliga daman roynar at samskifta við teir tríggjar, men einki nyttar. Hon fær so ein flogferðaseðil og fer at hyggja upp á stóra skíggjan, sum vísur hvørja gate ferðafólkini skulu fara til.
– So vendi hon sær við, hugdi upp á okkum og segði; »oh my god«, greiður Alex spentur frá.
Tá gongur tað upp fyri teimum trimum, at tað er bara ein tími til flúgvarin til Prag fer, og at teir skulu við toki fyri at sleppa til gate’ina.
– Daman koyrdi okkum á ein slíkan bil, sum tey plaga at koyra gomul fólk við. Hon drønaði avstað og floytaði allan vegin til tokið, sum var á veg avstað, tá vit koma fram. So ýldi hon eftir føraranum, sum at enda steðgaði. So tveitti hon okkum í tokið, fortelur Alex víðari.
Komnir fram til gate’ina er einki fólk har. Bara ein persónur stendur við fráfaringardiskin og bíðar. Alex og viðleikararnir verða skundaðir umborð.
– Øll sótu klár at fara og hugdu upp á okkum. Tað vóru bara trý pláss eftir í flúgvaranum, so tey hava bara bíða eftir okkum, sigur Alex og ristur við høvdinum.
Komnir til Prag stendur Bob, ein kroatiskur umboðsmaður og bíðar eftir teimum. Fimm tímar seinni eru teir komnir til leikvøllin hjá SFC Opava. Í hondina fáa teir ein retur flogferðaseðil, sum er galdandi um tjúgu dagar. Tað er tíðin teir fáa at prógva hvør dugur er í teimum.
Ein banan, sum broytir lívið
Tað gongur væl hjá øllum trimum brasilianarunum, og teir fáa hvør sín eitt ára sáttmála.
– Vit fingu eina konto, har fasta lønin fór á. So fingu vit eina aðra konto, har bonuspengarnir fóru á. Vit fingu 2.000 krónur fyri at byrja inni og 1.000 krónur fyri at vinna, men vit fingu bara útgoldið bonus, um vit megnaðu at flyta upp, greiður Alex frá.
Tað gongur væl fyrsta hálva árið. Teir tríggir stórtrívast í nýggjari íbúð, sjálvt um tað gongur strilti at fáa gjørt mat. Heldur verður maturin bílagdur ella verður etið úti.
Liðið liggur til uppflyting, tá farið verður í vetrarferiu. Alex sleppur ikki heim, tí steðgurin er so stuttur. Hinvegi, so sleppur hann at uppliva kava fyri fyrstu ferð nakrantíð. Í lokalum blað er Alex á forsíðuni við yvirskriftini »Ræðist kava«.
Í seinnu hálvu byrjar at ganga verri. Undan einum heimadysti liggur liðið nummar seks, men ein sigur kann lyfta felagið upp á triðja pláss. Stutt fyri hálvleik eru gestirnir á odda, tá ein heimaáskoðari tveitir eina banan á vøllin. Alex hevur ongantíð upplivað nakað líknandi, og skilur als ikki týdningin at byrja við.
– Tað er ikki fyrr enn liðskiparin kemur yvir og sigur, at eg einki skal leggja í tað, at eg skilti hvat meiningin var við bananini, sigur Alex.
Í hálvleikinum er stórt fokus á Alex og hinum útlendinginum. Venjarin og liðskiparin tosa við teir. Í seinna hálvleiki verður aftur ein banan tveitt á vøllin. Liðskiparin biður Alex bara býta í hana og tveita hana vekk. Hann er óður um støðuna. Á vøllinum gongur nógv betri. Alex verður fluttur longur fram á vøllin, og endar við at skjóta sigursmálið til 2-1.
– Eg fór rennandi til útiáskoðararnar og gav teimum tummil upp og peace tekn. Tá dysturin var liðugur fóru allir bara av vøllinum uttan at heilsa upp á áskoðararnar, greiður Alex frá.
Hendingin við bananunm setur seg djúpt í Alex. Ein annar liðfelagi brýtur saman í skiftirúminum og fer at gráta.
SFC Opava endar á øðrum plássi og flytur upp í bestu deildina, men samráðingarnar ganga illa sambært Bob. Hann er ónøgdur við prísin. Kroatin tekur teir tríggjar við sær í jeepin og koyrir beinleiðis til Danmarkar. Alex vil gjarna halda fram, men megnar ikki at yvirtala umboðsmannin.
Snýttur fyri løn
Í Danmark endar Alex í BK Frem. Ole Mørk er venjari, og hann letur væl at. Alex fær sáttmála, íbúð og bil. Ella bil hevði hann nú ikki so nógv brúk fyri.
– Eg hevði ikki koyrkort, so eg brúkti heldur tok og undirgrundina fyri at koma fram, sigur Alex.
Í sáttmálanum, sum Alex fær frá umboðsmanninum stendur, at hann fær 15.000 krónur í løn um mánaðin. Seinni spyr Alex ein liðfelaga, hvat hann tjenar, tí vinstri bakkurin fær ikki lønina at passa fyri eitt lið í Superliguni. Tá gongur skjótt upp fyri Alex, at okkurt er galið.
– Eg fór til formannin í felagnum og bað um at síggja sáttmálan, sum teir høvdu fingið. Har stóð 30.000 krónur um mánaðin, men tað stóð bara 15.000 krónur um mánaðin í sáttmálanum, sum Bob gav mær, greiður Alex.
Í øðini ringir Alex til umboðsmannin, og her skiljast teir báðir. Alex fær pengarnar aftur, sum hann hevur rætt til.
Í oktoburmánaði 2003 fer Alex heim at vitja familjuna í tvær vikur. Tá hann kemur aftur er Ole Mørk koyrdur, og nýggjur venjari er Ebbe Skovdahl.
Á vøllinum gongur ikki væl. Alex sleppur ikki upp í part, og tá hann so eina ferð fær møguleikan, so er han so óður, at hann missir tamarhaldið á sær sjálvum og taklar ein mótstøðuleikarar sera ófantaligt. Hann fær gult kort og Ebbe tekur hann út aftur. Tíðin í Frem er longu komin at enda.
Føroyar, hvat er tað?
Ein dagin bankar upp á hurðina í íbúðini í Keypmannahavn. Alex fær bjóðað at fara til Føroyar at spæla. Tað er umvegis Jákup í Stórustovu, at B36 hevur sett seg í samband við Alex.
– Tað fyrsta, eg spurdi um var, hvat Føroyar var fyri nakað, og so hvar tað var, sigur Alex við einum stórum smíli.
Avtalan er, at Alex skal fara til Føroyar í feburar mánaði í 2004. Og søgan um tá flúgvarin lendir í vágum er ikki ókend.
– Eg sá einki, men so brádliga, so lendi flúgvarin millum nøkur fjøll. So kom eg úr flúgvarinum og fekk sjokk, tá eg sá kavan, sigur Alex og sær nærmast út til at blíva kaldur av at fortelja um fyrsta dagin í Føroyum.
Á flogvøllinum tekur Jens Erik Rasmussen ímóti. Hann spælir hetta árið við B36, og dugur okkurt smávegis á portugisiskum.
– Tað er blivið nógv betri nú, leggur Alex afturat við einum skeivum smíli.
Komin í B36-húsið samráðast partarnir um sáttmálan, og leiðslan greiður frá, at teir nú fara í holt við at rudda vøllirnar fyri kava, so Alex kann fáa tveir venjingardystir, meðan hann er í landinum.
– Eg spurdi so Jens Erik, hvar vit skuldu spæla, og peikaði á grasvøllin á Tórsvølli. Hann segði nei og peikaði so á graslíki á ovara vølli. Tá hugsaði eg mítt, sigir Alex.
Alex spælir tveir venjingardystir, og tað gongur væl. Hann skrivar sáttmála við B36. Tað er eftirhondini níggju ár síðani, og Alex rennur enn runt í Gundadali.
Bob ringir aftur
Í 2005 og 2006 gongur væl hjá B36, og felagið kemur tvær ferðir víðari í Evropa. Í 2006 megnar B36 at vinna seg víðari í Champions League undankappingini. Mótstøðan er Fenerbahce úr Turkalandi.
Onkrastaðni úti úr heimi situr kroatiski umboðsmaðurin, Bob, og fylgir væl við. Og brádliga ringir telefonin hjá Alex.
– Eg veit ikki, hvussu hann fekk fatur á mínum telefonnumari, men segði, at hann hevði eitt lið úr Týsklandi, sum manglaði ein vinstra bakk. So fór hann at tosa um pengar. Tá spurdi eg hann, um hann ætlaði, at eg skuldi ganga aftan á honum eina ferð afturat. Hann segði ja, og eg segði ikki hesaferð, greiður Alex frá.
Tað er greitt, at Alex er argur inn á umboðsmannin, sum snýtti hann.
Í Føroyum spælir Alex við B36 í fimm ár. Hann metir, at hann hevði trý góð ár, men so eisini tvey minni góð ár.
Undan kappingarbyrjan í 2009 hoyrir Alex einki frá nevndini í B36, og velur at taka av, tá Sigfríður Clementsen, sum tá er venjari hjá EB/Streymur, ringir og vil hava hann á sítt lið. Í EB/Steymi vinnur hann tvær steypafinalur, men undan farna kappingarári vildi EB/Streymur hava hann niður í løn, men tað og nógva koyringin gjørdi, at hann valdi at skifta til HB.
– Eg havi eina dóttir, og tá eg plagdi at koma heim frá venjing, lá hon og svav, so vit upplivdu einki saman, sigur Alex um eina av orsøkunum til at skifta til HB.
Alex býr í Havn.
Trýr enn upp á landsliðið
Alex og unnustan, Klara Petersen, fingu í 2010 eina dóttir, og Alex hevur ongan hug at flyta aftur Suðuramerika.
– Eg flyti ikki aftur til Brasil. Eg havi familju her, sigur Alex.
Hann hevur nú búð í Føroyum í átta ár, og hevur permanent visum. Hann hevur søkt um føroyskan ríkisborgararætt og vónar at fáa svar skjótt.
– Um tú spyrt meg, um eg vil spæla á føroyska landsliðnum, so er svarið ja, sigur Alex.
Hann er eftirhondini blivin 31 ár, og tað er hann eisini greiður um.
– Føroyar hava nógvar góðar og ungar leikarar, men um tað er brúk fyri mær, so hevði eg avgjørt sagt ja, men so má tað eisini henda í ár, sigur Alex eitt sindur uppgevandi á málinum.
Hann er føroyingur í sinninum og hjartanum, men ikki á papírinum – enn.