- Eg fór tá flokkurin bað meg tiga

-Vit misrøkja okkara arbeiði sum politikarar, tá vit hava mist álitið á landsins leiðslu, og ikki taka avleiðingarnar. Tað er at gera seg inn á demokratiið, sigur Finnbogi Arge, sum í sløk tvey ár hevur verið leysgangari í tinginum

Tað hevur ikki verið nógv at frætta frá Finnboga Arge, uttanflokkatingmanni, sum síðani hann valdi at fara úr Sambandsflokkinum í august 1995, hevur røkt sítt tingarbeiði uttan stórvegis hóvasták.

Hann er 42 ára gamal, studentur frá 1975, hevur lisið norrønt mál sum hjágrein á Fróðskaparsetrinum, og søgu á universitetinum í Århus, áðrenn hann kom heimaftur til Føroyar í 1978 at arbeiða í bilasølufyritøkuni, sum hann yvirtók í 1985. Hetta var í tíðarskeiðnum, tá virksemið í Føroyum var í hæddini.

Tað førdi so aftur til, at hann fór ?so logandi³ á heysin - sum hann sjálvur málber seg - í 1993, og misti alt hann átti, undantikið sethúsini.

Kanska sum ein avleiðing av ørkymlandi framtíðarútlitunum og støðuni í Føroyum, valdi Finnborgi Arge í 1990 at fara upp í politikk.

Tað gekk bæði skjótt og væl. Hann var biðin um og játtaði at stilla upp á Fólkaflokslistanum, men tá Sambandsflokkurin hoyrdi hetta, bóðu teir Finnboga stilla upp fyri Sambandsflokkin.


Skuldi endurnýggja Sambandsflokkin

Grundgevingin hjá Sambandsflokkinum fyri at heita á Finnboga Arge var, at flokkurin skuldi endurnýggjast.

- Pauli Ellefsen var farin frá, og tí hevði flokkurin brúk fyri nýggjum fólkum, sum kundu geva flokkinum ein nýggjan profil, sigur Finnbogi Arge.

Hann helt tað ljóða áhugavert. Hóast hann altíð hevði havt stóran áhuga fyri samfelagsmálum, so hevði hann ongantíð verið flokspolitiskt virkin, tó at hann hevði verið passivur limur í Fólkaflokkinum í nøkur ár.

Tað eydnaðist Finnboga Arge at verða valdur inn á ting fyri Sambandsflokkin í 1991. Fekk rímiligan góðar møguleikar í flokkinum. Hann fekk sess í fíggjarnevndini, umframt at hann gjørdist framsøgumaður í fíggjarmálum.

- Eg var fegin um at fáa so stóra ávirkan, og slapp at siga og gera, sum eg helt verða skilabest, sigur Finnbogi Arge, um fyrstu ferðina hann kom inn á ting.

Hann hevði annars væntað, at flokspolitiska dissiplinin fór at verða størri, men hugsaði, at teir høvdu so fríar ræsur, av tí at Sambandsflokkurin sat í andstøðu.


Vend í tá Pauli stillaði upp aftur

Tað broyttist tí fullkomiliga tá valstríðið byrjaði í 1995. Tá ynskti flokkurin at stilla Paula Ellefsen upp aftur, og tað førdi við sær, at flokksleiðslan royndi at halda meg burtur frá ávirkan, sigur Finnbogi Arge.

- Eg fekk at vita, at eg ikki slapp í elektronisku fjølmiðlarnar undir valstríðnum, men tað vildi onkur stuðul hjá mær ikki lata sær lynda. Tað endaði so við, at eg fekk tríggjar minuttir at framføra míni sjónarmið á valfundi í Læraraskúlanum. - Aftaná frætti eg, at floksleiðslan var bangin fyri at eg fór at fáa ov stóra undirtøku, og at tað fór at skugga fyri Paula Ellefsen, sigur Finnbogi Arge.

- Veljararnir vildi tað øðrvísi. Teir vrakaðu Paula Ellefsen, sum skuldi tryggja at gamla kjarnin í Sambandsflokkinum kom í hásæti aftur, sigur Finnbogi Arge.

Í staðin fyri at geva Paula Ellefsen atkvøður, var stóri atkvøðuslúkarin hesaferð Bjørn á Heygum.

Hann fekk so nógvar atkvøður, at Finnbogi Arge slapp inn á ting í kjalarvatni hansara.

Tað vóru øðrvísi umstøður teir nýggu sambandspolitikararnir komu at arbeiða undir hesaferð.

Nú merktist gamli andin, sum Pauli Ellefsen stóð fyri í flokkinum, og tað hómaðist eisini aftur í tí, sum Edmund Joensen førdi fram.

- Hvussu kendist tey broyttu viðurskiftini í flokkinum?

- Tað var hugstoytt, at eg sum tingmaður, ikki kundi fáa ávirkan á førda politikkin í mínum flokki. Enn meira ørkymlandi var tað, at aðrir uttan fyri flokkin høvdu ávirkan, sigur Finnbogi Arge.

Tá farið var undir at skipa samgongu, vísti tað seg rættiliga skjótt innanhýsis í flokkinum, at Edmund Joensen, sum hevði samráðingarleiðsluna,hevði trupulleikar at skipa eina samgongu.


Tók stig til og avleiðingarnar av

- Eg tók stig til at fáa annan samráðingarleiðara, og ein meirluti í tingbólkinum tók undir við tí.

- Edmund Joensen svaraði, at vit kundu gera sum vit vildu, men um annar samráðingarleiðari skuldi veljast, so fór hann at siga samráðingarumfarið frá sær.

- Tí valdi tingmanningin at lata Edmund Joensen halda fram. Tað var størsti feilurin sum Sambandsflokkurin gjørdi, at hann loyvdi Edmund Joensen at taka Sambandsflokkin sum gísla, tí hann er ikki førur fyri at stýra. Alt sum er hent síðani tá, prógvar tað, sigur Finnbogi Arge.

Avleiðingin hjá Finnboga var, at hann tók seg úr Sambandsflokkinum. Hann hevði tikið stig til at fáa Edmund Joensen frá, og tá tað ikki eydnaðist, var einasta náttúrliga avleiðingin, at hann fór sjálvur.

Tað var ikki sørt at Finnbogi Arge kendi seg vónsviknan - og tað ger hann fyri so vítt enn.

Dreymurin um at vera við til at mynda samfelagið á ein positivan hátt, er viknaður, og tað var keðiligt.

- Enn verri helt eg tað vera, at halda fram í einum flokki, sum bað meg tiga, sigur Finnbogi Arge.

Tað byrjaði annars so væl. Tey ungu og nýggu umboðini fyri sambandsflokkin vildu fremja broytingar, so flokkurin ikki longur skuldi vera so afturhaldandi. M.a. var breið semja í flokkinum fyri dagføra Heimastýrislógina, og tað var sett í stevnuskránna.


Bert teir gomlu sluppu framat

Tá flokkurin eftir valið fór í Tinganesi, vísti tað seg, at bert teir gomlu í flokkinum sluppu framat. Teir nýskapararvinarligu fingu ikki innivist.

- Tað stríðið, sum vit uppliva í samgonguni, stendst eftir mínum tykki, av óloystum innanhýsis trupulleikum í Sambandsflokkinum, og tað ger, at flokkurin virkar í tveimum bólkum.

- Bert spell at innanhýsis stríðið í Sambandsflokkinum gjørdist ein trupulleiki fyri alt samfelagið, sigur Finnbogi Arge.

Hann vísir til at løgmaður stýrir uttan um Løgtingið, sum vit hava sæð í málinum um Framtaksgrunnin, og nú í seinastuni, tá hann hevði at tingformanninum, og hansara arbeiði at skipa fyri tingfundum.

- Hví fær løgmaður so ikki misálitsváttan frá tinginum?

Eitt er, at aðrir flokkar hava onki ímóti at Sambandsflokkurin hevur innanhýsis trupulleikar. Hitt er at flokkarnir ikki megna at fara undir eitt valstríð í løtuni, tí viðurskifti teirra eru so ógreið, sigur Finnbogi Arge.

Hann heldur, at flokkarnir hava ymiskar trupulleikar, eitt nú hava nakrir tinglimir ongan flokk hava at stilla upp í, eins og óvissa ræður í øðrum flokkum um, hvør skal stilla upp. Fleiri tinglimir syngja uppá síðsta vers, og tí tíma teir ikki at gera nakað o.s.fr..

- Tað, at Sambandsflokkurin ikki tekur avleiðingarnar av trupulu støðuni innanhýsis, ger tað eisini torførari hjá hinum flokkunum at gera tað, sigur Finnbogi Arge.

- Hóast formenninir fyri flestu flokkunum hava sagt, at leiðslan ikki er nóg góð, sigur Sambandsflokkurin einki. Tað kann ikki tulkast øðrvísi enn, at flokkurin framvegis stendur aftan fyri formannin.


Óvissan skapar politiskan stabilitet

- Tað mest løgna av hesum er, at óvissan skapar politiskan stabilitet, av tí at val ikki verður útskrivað. Samstundis kunnu vit staðfesta, at demokratiska skipanin ikki virkar.

- Vit misrøkja okkara uppgávu sum politikarar, tá vit ikki taka avleiðingarnar av, at vit ikki longur hava álit á leiðsluni. Tað er at gera seg inn á demokratiið, og er ein partur av taktiska spælinum, har tann veiki vónar at vinna sum frálíður.

- Tann taktiska støðan hjá hinum flokkunum er helst, at Sambandsflokkurin, við einki at gera, skaðar seg sjálvan, samstundis sum hinir flokkarnir fáa betri politiskan pall at virka á, sum frálíður.

- Tá so er, haldi eg, at vit eru farnir ov langt út í taktiska, politiska spælið. Tað vísir seg m.a. í tí, at ein persónur, sum vit ikki hava álit á, fær so stóra heimild, at hann kann gera avtalur við donsku stjórnina, sum vit ikki vita um, sigur Finnbogi Arge.

Síðani august 1995 hevur Finnbogi Arge verið uttanflokkatinglimur. Tað merkir, at hann hevur størri rasarúm at siga og gera, eftir egnu sannføring, og tað kemur eisini fram,tá hann heldur røðu í tinginum.

Hann kennir tí eisini á sær, at tingmenn lurta eftir tí, sum hann førir fram, og eisini ber til at ávirka tinglimirnar í onkrum máli.- Tá val er, tosa politikarar um grundsjónarmið og aðrar flokspolitiskar ideologiir, men tá teir fara til verka í tinginum, er talan um realpolitik, og tá tagnar alt tos um ideologir, sigur Finnbogi Arge.

- Sum leysgangari í tinginum má eg viðganga, at eg ikki havi ávirkan tá avgerðir, sum verða tiknar í tinginum. Eitt nú havi eg ongan framsøgurætt.

- Um t.d. útvarpið hevur frásøgn úr tinginum, verða bert framsøgumenninir endurgivnir. Eg havi onga ávirkan. Bert um tað stendur á jøvnum, so sýna hinir mær áhuga - ta løtuna.


Var ov góðtrúgvin

- Hvørjar tankar gjørdi tú tær um tingarbeiðið áðrenn tú varð valdur, og hvørjar royndir hevur tú gjørt tær hesi árini?

- Eg eri øgeliga vónsvikin av arbeiðsháttinum í Sambandsflokkinum, og av at eg í heila tikið fór í henda flokkin, og noyðist at viðganga, at eg var ov góðtrúgvin, sigur Finnbogi Arge.

Eg helt, at politikarar vóru fyri ella ímóti einum máli, men at teir tosaðu seg til rættis í hvørjum einstøkum máli. Soleiðis var ikki í Sambandsflokkinum. Har brúktu teir at ?kubba³ seg ígjøgnum frá einum máli til annað. Tað líktist ikki tí realpolitikki, sum eg vil arbeiða fyri, sigur Finnbogi Arge.

Annað, sum var øðrvísi enn eg hevði roknað við, er, at tað eru so nógvir áhugabólkar, sum ávirka politikarar. Tað ger politiska arbeiðið torførari, tá hvør bólkur í sínum lagi vil seta kílar ímillum.

Um fólk halda, at politikarar stýra í landinum, so er tað ikki rætt.

- Eitt nú stýra politikarar ikki høvuðsvinnu okkara. Hon stýrir sær sjálv, á tann hátt, at politikarar gera tað, sum áhugabólkarnir vilja, sjálvt um teir vita, at tað er skeivt.

- Hinvegin, so má ásannast, at tað hevur eydnast at forða áhugabólkunum at fáa ávirkan á fíggjarlógina, men hava ikki megnað at verja fiskastovnarnar.

- Tá eg byrjaði í tinginum,var eg bilsin, hvussu stóra ávirkan hvør einstakur politikari kann hava.


Vald kann vera vandamikið

- Fyri ein uttanfyristandandi er tingið ein ógvuliga afturlatin heimur. Tá tú kemur inn um tinggátt, verður tú varur við, hvussu stórt vald ein fólkavaldur persónur kann fáa. Tað kann vera vandamikið.

- Eisini undrar tað meg, at t.d. ein politikari, sum hevur stóra undirtøku kring landið, og sum rópar harðast um grundsjónarmið og flokspolitiska hugsan, tá útvarpið ella sjónvarpið er til staðar, ikki hava realpolitiska ávirkan í tinginum.


Fólk vita einki um arbeiðið á tingi

Tað er spell at fólk ikki síggja, hvat veruliga gongur fyri seg á tingi. Tað átti at verið soleiðis, at sjónvarpið tók upp alla tíðina. So høvdu fólk fingið øðrðvisi innlit í, hvussu málini verða avgreidd í dagliga arbeiðinum, sigur Finnbogi Arge.

Hann heldur ikki, at tað hevði verið ov nógv, serliga tá fólk í handlum mugu góðtaka, at tað verður hildið eyga við teimum, so kunnu tinglimir eisini liva við tí.

- Um so var, so høvdu fólk valt politikarar inn á ting, fyri tað realpolitiska arbeiðið, sum teir høvdu gjørt, og ikki fyri grundsjónarmiðini.

- Tað løgna er, at lítil samanbering er millum tað,sum menn siga í valstríðnum, og tað teir gera aftaná teir eru valdir.

- Í valstríðnum verða stevnumið og ideologiir tiknar fram, og fólk velja antin sambandið ella loysing. Í tinginum verður slíkt stórt sæð ikki tikið upp á tungu, undantikið tá útvarpið ella Sjónvarpið eru til staðar. Tá taka politikarar hesi mál fram, men tað hevur einki við sjálvt arbeiðið á tingi at gera.

- Stillar tú upp aftr fyri annan flokk næstu ferð?

- Tá eg tók meg úr Sambandsflokkinum, høvdu vit familjufund heima. Tá gjørdu vit í felag av,at eg skuldi gevast, tá val verður næstu ferð.

- Í seinastuni eri eg farin at ivast, men hinvegin, tá tú hevur eitt virki, so er ikki so heppið at vera politikari, sigur Finnbogi Arge, sum nú hevur arbeitt fyritøkuna upp aftur, eftir skrædlið. Hann hevur 40 fólk í arbeiði.

- Hinvegin, so er tað eisini keðiligt,ikki at sleppa at mynda framtíðarsamfelagið.

- Tað er kortini torført at gevast, tí tá ein hevur fingið politisku ?bacilluna³ er torført at sleppa av við hana aftur. Eg havi umhugsað at halda fram, og tað fari eg at taka støðu til um stutta tíð.

- Eg havi gott samstarv og stóra virðing fyri flestu fólkini í Sambandsflokkinum, men eg eri bert so vónsvikin, at tað ikki eydnaðist at taka uppgerðina við gamla Sambandsflokkin.

- Hvat kanst tú brúka tínar politisku royndir til?

- Eg havi fingið annað lív og innlit, sum ger, at eg skilji betur, hvussu samfelagið virkar, men eisini, hvussu torført tað er at seta sær fyri og halda eina politiska kós.

- Eg eri sannførdur um, at tað ber til at flyta samfelagið. Um eg nú fari at gevast í politikki,so havi eg fingið eina barlast, sum er góð at hava til at taka.

- Stutt sagt, tað broytti mítt lív, at eg fór inn í politisk arbeiðið, eg havi fingið annað samband við alt kring meg. Hetta hevði eg ikki viljað verið fyri uttan, sigur Finnbogi Arge.ið annað samband við alt kring meg. Hetta hevði eg ikki viljað verið fyri uttan, sigur Finnbogi Arge.