- Eg gerist ofta eitt sindur sorgblíð nýggjársaftan. Tað kennist sum, at árini líkasum glíða út millum fingrarnar. Tá eg haldi, at eg nú havi fingið tamarhald á tíðini, so fýkur hon avstað sum ein rakett!
Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna. Hon vísir á, at tey hátíðarhalda nýggja árið heima við hús her í Havn, eta ein betri bita saman við familju og kanska onkrum vinfólkum. Um tað viðrar, savnast grannalagið til bál.
- 90 ára føðingardagur í sjónvarpinum er eitt "must" á hvørjum ári, og sum hundaeigarar hava vit eina serliga ábyrgd nýggjársaftan at verja hundin.
Keypir tú fýrverk, og dámar tær at skjóta fýrverk?
- Vanliga hava vit keypt fýrverk frá lokalum ítróttarfeløgum. Men, nú børnini eru vorðin stór, er fýrverk ikki fremst í huganum longur. Mær dámar einki skot og krútroyk, so maðurin og børnini hava mest staðið fyri tí partinum. Eg vil tó siga, at tað er ein hátíðardámur á midnátt at síggja allar rakettirnar yvir Havnini.
Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2016?
- Tað er torført at taka nakað ávíst fram um, tí árið 2016 sum landsstýriskvinna hevur verið eitt hendingaríkt ár við hópin av upplivingum og avbjóðingum. At tingið samtykti hjúnarbandslógina fer altíð at eyðkenna árið 2016. Tað var ein stórsigur fyri øll, sum hava stríðst fyri javnrætti. Annars eri eg stórur fjeppari av gerandisdegnum, eri takksom fyri at hava góða heilsu, eina deiliga familju og góð vinfólk.
Og hvat var keðiligasta upplivingin í 2016?
- At Donald Trump varð valdur, og skjótt fær ræðið í heimsins máttmiklasta landi. Tíverri vænti eg, at hann fer at spjaða meira enn at savna, bæði lokalt í USA og á altjóða pallinum. Eg óttist, at hann og hansara fólk fara at gera heimin ótryggari; í eini tíð, har vit meiri enn nakrantíð hava tørv á vísum leiðarum, sum tora at taka truplar, men neyðugar, avgerðir, eitt nú á umhvørvisøkinum og búskapar- og trygdarpolitiska økinum.
Hevur tú sett tær fyri at gera nakað serstakt í 2017?
- Eg fari at lesa meira komandi ár. Serliga bøkur eftir skarpar høvundar, sum hava evnini at greina støðuna í heiminum, og sum hava boð uppá, hvussu til ber at skipa okkum burðardyggari, serliga búskaparliga, og harvið eisini sosialt og á umhvørvisøkinum!
Hon sigur, at tá hugsað verður um tey meira jarðbundnu tingini, er ætlanin eisini at fara niður á listaháskúla í summarfrítíðini við familjuni, manni, børnum, mammu og systur.
- Tað gleði eg meg til, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.