Eg gevist um eg tapi

Boksarin Mikkel Kessler skal 25. mai boksa ímóti Carl Froch í London, og tað stendur nógv upp á spæl hjá fremsta danska boksaranum.

 

Tá ið fjølmiðlar vitjaðu Kessler í hansara venjingarhølum í Dragør, segði hann, at um hann tapir ímóti Froch, so gevst hann at boksa.

 

- Eg hati at tosa um møguleikan at tapa, men hendir tað, so eigi eg at gevast at boksa, segði Mikkel Kessler.

 

Kessler og Froch boksaðust fyri trimum árum síðani, og ta ferðina vann Kessler við fleiri stigum enn Froch.

 

Dysturin millum Kessler og Froch verður á 02 Arena í London sama kvøld, sum Champions League finalan í fótbólti eisini verður spæld í London .