Eg gleði meg at byrja

- Fyrstu tíðina fari eg at seta meg inn í øll viðurskifti, sum hava við Norðurlandahúsið at gera, sigur Helga Hjörvar, nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum.

Mánadagin komandi byrjar nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum, Helga Hjörvar. Verandi stjóri í Norðurlandahúsinum, Peter Turtschaninoff, fer úr starvinum 1. apríl og tí fara tey bæði at starva saman hesar báðar mánaðirnar.

Tað var hálvan november í fjør, at tað gjørdist greitt, at stjórin í størsta mentanarmiðdeplinum í Føroyum komandi fýra árini verður Helga Hjörvar úr Íslandi. Og hesa tíðina síðani hevur hon fyrireikað seg væl til at koma til Føroyar:

- Eg havi lisið føroysku bløðini, annars sett meg inn í føroysk viðurskifti og viðurskifti í Norðurlandahúsinum. Til eg taki endaliga við starvinum fari eg at seta meg inn í arbeiðið og tosa við starvsfólkini í húsinum, sigur Helga Hjörvar.

Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum vil ikki avdúka enn, hvørjar ætlanir hon hevur fyri framtíðina.

- Í høvuðsheitum fari eg at byggja víðari á tað grundarlag, ið er lagt, tí skráin fyri húsið er løgd fram til 1. september, men sjálvandi vera nakrar yvirlappingar áðrenn tað, sigur Helga Hjörvar.


Læra føroyskt

Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum ætlar avgjørt at læra at tosa føroyskt. Somuleiðis maður hennara, ið eisini búsetir seg í Føroyum.

- Higartil havi eg ikki fingið nakra undirvísing í føroyskum. Eg havi lært eitt sindur við at lisið og so fái eg at síggja, hvussu tað gongur, tá ið eg havi verið í Føroyum eina tíð. Men eg skilji meiri nú enn eg havi, men tað gongur verri at skriva føroyskt, sigur Helga Hjörvar.

Maður Helgu er rithøvundur og týðari. Hann hevur millum annað týtt Moder Syvstjerne eftir William Heinesen til íslendskt. Børnini, ein sonur og ein dóttur, koma ikki við til Føroya. Hann býr í Íslandi og hon í Danmark, har hon gongur í skúla.

- Eg eri ógvuliga spent at koma til Føroyar. Tað er eitt fantastiskt høvi og Norðurlandahúsið er eitt framúr gott hús, sigur Helga Hjörvar, sum byrjar í starvinum sama dag, sum hon kemur til Føroya.

Seinast hon var í Føroyum var sama vikuskiftið, hon var endaliga tilnevnd sum nýggjur stjóri. Tað var í sambandi við stýrisfundin hjá felagsskapinum Teater og Dans i Norden, sum var í Føroyum. Helga Hjörvar hevur verið aðalskrivari í felagsskapinum í fýra ár. Hon hevur annars starvast innan ymisk øki, er ein royndur leiðari og hevur verið stjóri á almenna Sjónleikaraskúlanum í Reykjavík í 10 ár, frá 1982 til 1992, haðani tríggir føroyingar hava tikið útbúgving sum sjónleikari.