Sigrid verður at síggja á palli í annaðkvøld, men bert tey, ið hava tryggjað sær atgongumerkið sleppa at uppliva hetta, tí longu er útselt.
Sigrid Rasmussen er saman við kenda dananum Niels Henning Ørsted Pedersen eitt av stóru nøvnunum á festivalinum og tað sæst á atgongumerkjasøluni.
Sigrid Rasmussen er 23 ár og úr Havn. Sjálv sigur hon at bakgrundin er klassisk og at hon er trúgvandi og hevur sungið í kóri so langt aftur hon minnist. Hon hevur fingið undirvísing í violinspæli og verið við í bólkum og samanspæli. Hetta metir hon hava stóran týdning fyri tónlistarligu menningina.
Gjøgnumbrotið
Í 1995 fór Sigrid til Noregs, Oslo, sum genta í húsi, au pair. Har setti hon seg beinanvegin í samband við onnur, ið fingust við tónleik. Hetta var eisini fyri at trívast. Soleiðis kom hon í samband við nógv fólk og hon sang í norska sjónvarpinum.
Eftir hetta kom ferð á og Sigrid sang nógvar konsertir og egnar kirkjukonsertir. Eisini gjørdi hon eitt demoband í Svøriki. Sambondini vóru nógv og soleiðis fann hon saman við hinum gentunum, ið hon í dag mannar bólkin Grace saman við.
Grace er ikki gospelbólkur og Sigrid sær hetta sum eitt arbeiði. Og tað hevur hepnast væl. Tvær tær fyrstu stakfløgurnar hava klárað seg stak væl í Noreg - tær hava toppað listarnar, sum tað eitur á fakmáli.
MTV
Til 3. stakfløguna hevur bólkurin Grace gjørt sjónband og verður hetta at síggja á MTV í næstum.
26. oktober kemur so fyrsta plátan, ella fløgan, út og tað er Sigrid sera spent uppá.
- Fyrst hava vit hugsað um at klára okkum væl í Noreg og nú kunnu vit so hugsa um at fara víðari, sigur Sigrid.
Og spennandi verður at fylgja við, hvussu fer at gangast Sigrid og Grace á tónlistarliga stjørnuhválvinum.
Festivalurin
Men á Jazzfestivalinum í annaðkvøld skal Sigrid syngja saman við United Voices. Í skránni verður sagt, at hetta kór er elitan í andaligum kórsangi í Føroyum. Tey eru sett saman av sangarum úr ymsum samkomum og kirkjum í Føroyum, og saman æra tey Gudi við sangi og gera navn hansara stórt. Kórið varð stovnað í 1997, tá Andraé Crouch vitjaði her, og undirtøkan var ófør. Í dag er United Voices eitt kór við ambisjónum. Eirikur Skála er kórleiðari.
Og Sigrid heldur tað vera ein heiður at sleppa at syngja saman við kórinum.
- Kórið hevur vanliga ein gestasolist og í ár er tað eg. Eg gleði meg og tað er ein heiður at sleppa at vera við, sigur Sigrid.
Serliga glað er hon, tí tað er gospelsangur.
- Tað eri eg glað fyri, tí tað er har eg komi frá og tað stendur hjartanum næst, sigur Sigrid
Sigrid Rasmussen sigur, at hóast Grace ikki er gospeltónleikur so lærir ein nógv og kann soleiðis eisini klára seg betri í gospelverðini.
Í annaðkvøld skal Sigrid á pallin í Norðurlandahúsinum og tey, ið ikki hava fingið atgongumerki, mugu royna at seta sjónvarpið á MTV-rásina, har Sigrid væntandi sæst og hoyrist í næstum. Men hon verður eisini at síggja í Svf, har hon luttekur í sendingini Basalt, so heilt vónsvikin nýtist eingin at vera, hóast konsertin hóskvøldið glapp av hondum.