- Eg gleðist um góð úrslit

- Privat var løtan í summar, tá dótturin helt pisurøðu vegna HF-ararnar avgjørt tann størsta, sigur Brandur Sandoy.









- Jólini verða hildin saman við mínum kæru, børnum og foreldrum. Jólini minna meg á, at Jesus varð føddur, hann sum er stavnhaldið í øllum tí, sum eg geri og haldi. Haraftrat eru jólini ein gleðistíð. Tað er ikki á hvørjum degi, at tú hevur alla familjuna samlaða rundanum teg, tá tú hevur børn á sjónum og onnur uttanbíggja.











 

Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu.

 

- Jólaaftan ótu vit ræstar lambsbøgir afturvið heitari eplasalat. Jóladag ótu vit føroyska gás og dunnu, og 2. jóladag, sum er í dag, plaga vit at verða troytt av sós, so tá eta vit ein góðan nátturða, sum oftast heim hjá foreldrunum.

 

Brandur Sandoy sigur, at 




2015 hevur verið enn eitt frálíkt ár við nógvum góðum upplivingum saman við nógvum góðum fólki.

 

- Eg gleðist sera nógv, tá tað, sum eg arbeiði fyri, gevur úrslit. Tí var løtan í løgtinginum, tá vit samtyktu Virknis- og Umlættingardeplilin á Sandi, eins og tá spakin varð settur í, stórar løtur fyri meg. At bøta um korini hjá teimum við serligum avbjóðingum í oynni havi eg stríðst fyri í áravís, og tí var hetta ein sera søtur biti at fáa undir tonnina.

 

Hann sigur, at privat var løtan í summar, tá dótturin helt pisurøðuna vegna HF-ararnar í viðarlundini í Havn avgjørt tann størsta.











 

- Eg eri soleiðis samansettur, at eg havi so lætt við at gloyma tað keðiliga, sum eg møti á lívsleiðini. Men, hetta hevur ikki altíð verið so. Haldi, at hetta er komið, síðani eg setti meg í borgarstjórastólin, har tú millum ár og dag fær mangt og mikið hongt um hálsin. Um tú ikki dugir at sletta tað av tær, tyngir slíkt teg niður.

 

Brandur heldur, at onkur keðilig hending kanska er frá hansara arbeiðslívi, men yvirhøvur hevur tað bara verið á góðari leið.

 

- Eg haldi, at nógv 

gott er fyri framman í kommunalum høpi. Kommunan fer at gera nógvar íløgur í komandi ári, og tað kemur at krevja nógv av borgarstjóranum at halda eyga við øllum, men eg havi sett mær fyri, at eg skal brúka ta tíðina sum krevst til hetta.

 

Hann sigur, at tá tú ert nógv upptikin av politikki, sum hann hevur verið seinastu árini, er ikki tíð til so nógv annað.

 

- Nú verður betri tíð til annað. Eg havi alt mítt lív havt egna fyritøku, og eg havi sett mær fyri, at í fyritøkuni skal verða meiri virksemi komandi ár.








, sigur Brandur Sandoy, sum at enda ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.