-Eg haldi við báðum liðum

Linda B. Gunnlaugsdóttir býr í Føroyum á triðja ári, og hon hevur sterkar kenslur fyri føroyingum.

Stjórin á Eimskip, Linda B. Gunnlaugsdóttir, býr í Føroyum á triðja árið. Síðan 2000 hava hon og maðurin verið í Føroyum. Stjórin á Eimskip fylgir við í fótbólti bæði í Íslandi og Føroyum, og hon sigur seg vera sera spentan til dystin.

Linda B. Gunnlaugsdóttir er rættiliga í iva um hvørjum liði, hon fer at halda í dag. Hon er í løtuni í Íslandi í arbeiðsørindinum, og fer til til landsdystin.

?Eg veit satt at siga ikki hvørjum eg haldi við í dag, tí eg havi sterkar kenslur fyri báðum tjóðum, so mítt boð má vera, at eg haldi við báðum liðum. ?Eg vóni, vit fáa ein stuttligan og spennandi dyst, sigur sigur Linda B. Gunnlaugsdóttir úr Reykjavík.

Linda ætlar sær at vera saman við føroyingum bæði undan og eftir dystin, tí sum hon sjálv tekur til, so hendir nakað, har føroyingar eru savnaðir.