- Tað var ikki nakað ávíst bilamerki, sum fangaði meira enn annað, tá eg var ungur. Tað var heldur útsjóndin og tað, at bilurin koyrdi væl, sigur Palli Skorheim. Mynd: Álvur Haraldsen.

- Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri bilum

45 ára gamli, Palli Skorheim, sigur, at hann trívist væl í bilavinnuni, og hann heldur, at her liggur nógv spennandi fyri framman.

- Tað var ikki nakað ávíst bilamerki, sum fangaði meira enn annað, tá eg var ungur. Tað var heldur útsjóndin og tað, at bilurin koyrdi væl, sigur Palli Skorheim. Mynd: Álvur Haraldsen.

- Eg hevði sum ungur stóran áhuga fyri bilum, og eg hevði eisini fleiri bilar upp ígjøgnum árini. Hetta skuldu helst vera bilar, sum mær dámdi, og tað var ikki verri, um teir høvdu hampiligan motor.

 

Tað sigur 45 ára gamli, Palli Skorheim, sum er stjóri og ein av eigarunum í bilasøluni, Nordcar í Smiðjugerði 4 í Havn.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, er ein størri samrøða við mannin, sum stendur á odda fyri bilasøluni. Eftir at hava búð aðrastaðni í meira enn 21 ár, flutti hann í summar aftur til Klaksvíkar at búgva.

 

Foreldrini eru Jóna og Jóannis Skorheim. Mamman hevur røtur á Trøllanesi, og pápin er eiðismaður, vaksin upp í Klaksvík. Í mong ár hava tey bæði havt egna fyritøku við bókhaldi og grannskoðan.   

 

Fyri Nordcar hevur tað alt at siga, at viðskiftafólk eru nøgd, tí tað eru viðskiftafólkini, sum eru grundarlagið undir øllum virkseminum.  

 

- Øll okkara starvsfólk hava sum mál at veita viðskiftafólki eina góða og holla tænastu - eina tænastu í serflokki, bæði tá ræður um sølu av bilum, eftirlit og umvælingar, sigur Palli Skorheim.  

 

##med2##

 

Men, hvar byrjaði so áhugin hjá klaksvíkinginum fyri bilum?

 

- Tað var ikki nakað ávíst bilamerki, sum fangaði meira enn nakað annað, tá eg vaks upp og gjørdist tilkomin. Tað var heldur útsjóndin og tað, at bilurin koyrdi væl, sigur hann.

 

Palli Skorheim sigur seg minnast, at fyrsti bilurin, hann hevði, var ein bilur, sum hann keypti fyri 12.000 krónur. Bilurin hevði turbo og koyrdi væl, og hann minnist, at bilurin koyrdi í eitt hálvt ár ella so.

- Mær dámdi bilar, sum vóru eitt sindur sportsligir, men hetta vóru ikki dýrir bilar, tí ráð vóru ikki til tess. Eg visti eisini, hvør átti ymisku bilarnar í Klaksvík.

 

Millum bilamerkini, sum Nordcar selur, eru sjálvandi BMW-bilarnir teir kendastu, og síðan kemur Fiat, sum selur væl. Hóast BMW eru lutfalsliga dýrir bilar, selur Nordcar einar 45-50 BMW-bilar um árið. 

 

Palli Skorheim sigur, at hann trívist væl í bilavinnuni, og hann heldur, at her liggur nógv spennandi fyri framman.

- Bilavinnan stendur ikki í stað, og vit eru til reiðar at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum eru, sigur hann í einari størri samrøðu í VikuskiftisSosialinum, sum er til keyps í blaðsølunum kring landið.

 

 

 

- Tað var ikki nakað ávíst bilamerki, sum fangaði meira enn annað, tá eg var ungur. Tað var heldur útsjóndin og tað, at bilurin koyrdi væl, sigur Palli Skorheim. Mynd: Álvur Haraldsen.