- Hetta er ein stórur og spennandi dreymur, sum er um at gerast veruleiki, sigur Steintór Ramussen, sum kann sigast at vera arkitekturin aftanfyri nýggja og áhugaverda Frigg Festivalin, sum fer av bakkistokki í Keypmannahavn komandi vikusskiftið.
Og tað ikki sørt, at royndi fyriskiparin úr Klaksvík nú hevur vársins fyrstu summarfuglar í búkinum.
- Vit hava gjørt okkara besta og eg síggi fram ímóti at bjóða fólki á ein vakran, tónleikaríkan og hugtakandi festival í fagra kongsgarðinum. Tær nógvu konsertirnar eru altíð spennandi, men allarmest gleði eg meg til at síggja nógv fólk frá ymiskum kulturum samlaði, ið njóta umhvørvið, hvønn annan, og bara hugna sær saman. Eg vóni at uppliva, at festivalurin kann gera ein mun og byggja brýr ímillum menniskju. At fólk kunnu staðfesta og sansa, at nógv gott kemur úr hesum ymiskum londunum. Ikki minst innan tónleikin, men eisini mat og sniðgevingsigur Steintór Rasmussen.
Nú tað bert eru nakrir fáir dagar eftir til Frigg Festivalurin verður í Kongens Have, er Steintór Rasmussen komin til Keypmannahavnar at taka hond um tað síðsta. Steintór hevur skipað fyri nógvum ymiskum tiltøkum í Føroyum, har serliga Summarfestivalurin hevur eydnast sera væl. Tó er hetta fyrstu ferð at skipað verður fyri einum veruligum festivali uttanfyri Føroyar. Og at málbólkurin eru fólk í øllum útnoðri er ein nýggj og serlig uppgáva hjá Steintór.
- Av fyrstani tíð hevur tað verið ein rættiliga stór avbjóðing at fáa hini londini at verða við. Tað er lættari bara at fyrihalda seg til tað eina landið, men tá fleiri lond luttaka, skalt tú eisini gera fleiri fólk nøgd við eina skrá. Avbjóðingin er størri, men í tí longra endanum er tað eisini meira spennandi, og tað gevur størri úrslit, sigur Steintór Rasmussen.
Á Frigg fara fleiri av teimum kendastu bólkunum á pallin, ikki bert úr Føroyum, men eisini úr Grønlandi, Íslandi og Danmark. Umframt at Frigg er ein tónleikafestivalur, er hann eisini ein mentanarfestivalur, og eitt savningsstað fyri fólk frá hesum fýra londunum.
Umframt at verða ein tónleikafestivalur, verður eyðkennið við Frigg Festivalinum, at har er nógv at sansa og njóta. Festivalurin verður í tí vakra umhvørvinum í Kongens Have og umframt tað vøkru náttúruna og fjølbroytta tónleikin, so kunnu festivalgestinir millum annað njóta Lailu av Reyni, sum við sínum vakurleikadrotningum fer at vísa síni nýggjastu snið fram, meðan hon framførur á pallinum.
Meira er at lesa um tær ymsu upplivingarnar á Frigg Festivalinum á friggfestival.com