- Eg havi ein 6. sans fyri fløskum

Bagge hevur fyrr kent til, hvat ein full fløska kann gera við ein mann. Tey seinastu 20 árini hevur hann hinvegin sæð virðið í teimum tómu fløskunum. Hann hevur higartil selt fløskur fyri 300.000 kr., sum hann hevur goldið grundøkið fyri. Í hesi vikuni kann hann flyta inn í egin sethús í Guttormsgøtu í Havn. ? Tað følist so óveruligt, sigur ein ikki sørt errin Bagge.

Havn: - Eg eri ein orginal!
Skal ein lýsa Bagge, so er helst best at lata hann sjálvan gera tað við egnum orðum:
- Jú, eg eri orginal. Eingin ivi um tað, og eg havi heldur einki ímóti at vera orginal. Tað havi eg verið heilt frá barnsbeini, sigur hann.
Bagge sigur seg vera millum teir fyrstu, sum høvdu langt hár. Hann hevur eisini gingið uttan eitt einasta hár á høvdinum. Hann hevur gingið í knallreyðum buksum, og hann var millum tey fyrstu sum regluliga runnu kondi.
- Nú er alt hetta ikki so óvanligt longur. Tí nú gera øll tað sama, sigur Bagge.
Tað er kortini sum orginalur, at Bagge fyri eini 15 árum síðani setti sær eitt stórt mál fyri: Eg vil eiga míni egnu hús.
Í hesi vikuni er hetta málið vorðið til veruleika!

Eingin superman
Hugsanin um ein dag at kunna flyta inn í egin hús hevur bara ment seg dag fyri dag, ár fyri ár.
Ikki tí, - arbeiðið hevði hann einki, og livdi tískil bara av avlamishjálpini og teimum tómu fløskunum, hann savnaði saman. Hann veit, hvørjar fylgjur innihaldið í teimum fullu fløskunum kann hava, men hann veit eisini, hvat virði er í teimum tómu fløskunum.
Við hesum báðum fíggingarmøguleikum, avlamishjálpini og úrtøkuni frá fløskunum, byrjaði hann fyrireikingarnar til ? kanska lívsverk sítt - hesi sethúsini, sum hann í hesi vikuni flytir inn í.
- Eg vildi simpelthen prógva yvir fyri mær sjálvum, at hetta kundi bera til. Ja, eg setti mær hetta sum mál, tí nú vildi eg gjarna gera nakað fyri samfelagið.
- Men lat meg so siga beinanvegin, at eg, Bagge, ikki eri nakar superman. Eg vil tó fegin at onnur skulu vita, at eg havi ongatíð mist mótið, hóast nógva mótgongd. Eg havi altíð havt áræði og eg havi altíð noktað at geva upp. Eg vil eisini vísa øðrum, at tað ber til, um ein trýr uppá tað.
- Og úrslitið av øllum hesum ? tað síggja tit her, sigur Bagge, sum errin vísir okkum runt inni í nýggja heimi sínum.

Klók orð frá Kennedy
At Bagge nú kann flyta inn í egin hús er fyrst og fremst av eini einstakari orsøk: Hann óttaðist fyri at verða koyrdur út á gøtuna frá leigarum sínum.
Hann hevur búð í mongum íbúðum, harav tey seinastu sjey í eini íbúð í Lynggøtu í Havn. Nú kann hann fattur, og við høvdinum høgt flyta inn í egin hús í Guttormsgøtu.
- Eg eri sjúkur av neurosu, men eg vildi fegin koma burtur úr tí. Tí var neyðugt hjá mær at gera okkurt sjálvur. Eg mátti simpelthen taka meg sjálvan í nakkan og handla.
- Eg vildi gera nakað sjálvur. Einki við at fáa onnur at gera alt fyri meg, sigur hann.
Í sama viðfangi siterar hann ein av monnunum í heimssøguni, sum hann hávirðir ? fyrrverandi amerikanska forsetan, John F. Kennedy, sum jú bað fólk um ikki at spyrja eftir, hvat landið kundi gera fyri tey, men hvat tey kundu gera fyri landið.
- Hetta eru sera klók og sera sonn orð, sigur Bagge. Hann veit tó, at hesi orðini kunnu ljóða sum ein mótsøgn yvir hansara lív, tí hann jú fær hjálp frá tí almenna.
Men hetta hevur kortini ikki tikið dirvið og áræðið frá honum til at fremja hugskotið um síni egnu hús.

Fløskurnar fíggja alt
Skal ein tosa um starv ella størv hjá Bagge, so er tann søgan ikki so long: Hann arbeiddi m.a. eitt skifti á Tunnuvirkinum í Havn, eins og hann hevur verið læraravikarur í t.d. Hvannasundi og í Elduvík.
Síðani miðskeiðis í sjeytiárunum hevur hann kortini ikki havt nakað fast arbeiði. Hann fekk tá játtað sosialhjálp og seinni avlamishjálp. Tað er henda hjálpin, sum er annar av fíggjarligu grundstuðlum hansara í dag.
Tað var í byrjanini av 80?unum at hann av álvara byrjaði at savna fløskur í Havn ? eitt virksemi, sum hevur verið við til at gera hann til eina eyðkenda havnarmynd.
- Eg byrjaði at savna fløskur, tí eg ynskti at klára meg sjálvan fíggjarliga. Í dag kann eg tí siga, at fløskurnar hava sera stóran týdning fyri meg.
- Og tað er ikki fyri at reypa, - men eg havi ikki keypt eitt einasta plagg og eg havi heldur ikki etið eina einastu máltíð við pengum, sum onnur hava goldið í skatti fyri meg.
- Hvørt einasta plagg og hvør einasta máltíð er goldin við tí, sum fløskurnar hava kastað av sær, sigur Bagge, eitt sindur errin kortini.
Húsaleiga, sjúkrakassi og aðrar útreiðslur er farið av avlamishjálpini. Og avlopið, ið var, er farið til húsini.

6. sans fyri fløskum
Bagge veit rættiliga nógv ? fyri ikki at siga ALT ? um tað at savna fløskur á náttartíð ella árla á morgni.
- Eg plagdi onkutíð at hitta eina av nonnunum, systir Juliu í somu ørindum, sigur hann og harmast um, at hon nú er farin.
At byrja við fór hann vanliga út um náttina, men tey seinnu árini er hann sum oftast farin frá húsum árla á morgni eftir einari fastari rutu, sum altíð gongur gjøgnum Miðbýin.
- Eg hyggi allastaðni, har eg veit at fløskur kunnu liggja. Og tja, - tað er sum um eg havi ein 6. sans fyri fløskum. Tí har sum eg gangi, har síggi eg altíð fløskur.
- Eg finni sum oftast bara eina og eina, men 1 og 1 kann skjótt gerast 20. Eg veit ikki, Snorri, tað er næstan sum hjá eini hønu, sum skavar í jørðini eftir onkrum at eta. Eg síggi tað sum glitrar, og eg veit, at tað sum glitrar, tað kann vera ein fløska, sigur Bagge.
Hóast tómu fløskurnar hava stóran týdning í lívinum hjá Bagge, so hevur hann kortini hug at ilskast inn á alt tað, sum fólk tveita frá sær ella missa burtur.
- Eg havi funnið bæði pløgg, smúkkur og onnur ting ? og fløskur sjálvandi. Eg haldi, at tað líkist púrasta ongum sum fólk tveita frá sær, sigur hann avgjørdur.
Hesi árini hevur hann savnað so nógvar fløskur, at hann hevur kunnað fíggjað keypið av grundøkinum, sum kostaði um 300.000 kr.
- So tú sært ? tað er virði í teimum tómu fløskunum.

Ljósir litir
Í løtuni hevur Bagge úr at gera við at fyrireika innflytingina. Tá vit vitjaðu inn á gólvið fyrr í vikuni bíðaði hann eftir gólváleggjarunum.
Hann ætlar einaferð seinni at mála sær húsini uttan, men er enn ikki avgjørdur um, hvønn lit tey skulu hava.
- Eg hevði ætlað at tey skuldu vera royðureyð, men so fann eg út av at húsini hjá grannanum høvdu júst henda litin.
- Men mær dámar kortini ikki teir heilt myrku litirnar. Best dámar mær teir ljósu, gult, grønt og kanska brúnt eisini. Teir myrku litirnir siga so nógv um fólk, - teir líkasum avdúka sinnalagið.
- Eg eri optimist, og tí ynski eg at liturin á mínum húsum skal avspegla júst hetta, sigur Bagge.

Óveruligt og snedigt
Eitt skifti hevði Bagge betri hug at keypa sær eini gomul hús. Tá hann legði hesar ætlanir fram fyri teimum í Føroya Sparikassa ráddu tey honum frá hesum.
- Hetta ráðið eri eg sera takksamur fyri, tí teir hildu at tað var betri at eg sjálvur fór at byggja mær míni egnu hús.
Hann hevur eisini nógv fólkum og fyritøkum fyri at takka, at hann er komin so langt í lívi sínum. Fólk sum hava hjálpt honum tá á stóð, fólk sum alla tíðina hava stuðlað honum á ein og annan hátt, og fólk sum hava eggjað honum at halda fram. Serliga starvsfólkunum á Blákrossheiminum hevur hann nógv at takka.
- Nú eri eg so komin hartil, at eg skal flyta inn í húsini. Tú, tað er so snedugt ? ja, so óveruligt at tað er bara heilt løgið.
- Eitt veit eg kortini, og tað er, at tað er sera hugaligt at gjalda fyri eitt, tá tað kemur einum sjálvum til góðar, og ikki fer til tey, sum leiga út.
- Eg gleði meg ótrúliga nógv til at flyta inn, tí eg nú kann kenna meg tryggan í mínum egna heimi. Her er eingin orsøk til óvissu ella ótta um at verða tveittur út á gøtuna, sum tá tú leigar frá øðrum.
- Higartil havi eg klárað alt tað fíggjarliga sjálvur, og higartil man eg hava goldið einar 600.000 kr. í húsinum.
- Men hvat er tað, tá man eigur síni egnu hús?!