- Eg havi einki skeivt gjørt

Landsstýrismálanevndin vil hava at vita, hví landsstýrismaðurin tvíheldur um at tunnilssáttmálin skal vera loyniligur, og eisini skal landsstýrismaðurin svara fyri, hví hann ikki lat løgtinginum upplýsingar frá Landsverki, tá hann svaraði einum fyrispurningi um Eysturoyartunnilin. Sjálvur metir Kári P. Højgaard seg einki skeivt hava gjørt

Í fýra ár var Kári P. Højgaard formaður í Landsstýrismálanevndini hjá løgtinginum, hvørs fremsta uppgáva er at hava eftirlit við løgmanni og landsstýrisfólkunum. Hósdagin situr hann hinumegin borðið.
Landsstýrismaðurin í innlendismálum skal svara fyri, hví hann ikki helt tað vera neyðugt at geva løgtinginum upplýsingar, sum hann sjálvur hevði biðið um frá Landsverki, tá hann 28. juni svaraði einum grein-52 fyrispurningi frá Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen.
Landsstýrismálanevndin góðtekur ikki, at Kári P. Højgaard tvíheldur um at sáttmálin við Copenhagen Infrastructure Partners skal vera loyniligur, tá løgtingið nú skal taka støðu til hann. Og Landsstýrismálanevndin góðtekur heldur ikki, at landsstýrismaðurin í samband við ein fyrispurning ikki gav løgtinginum teir upplýsingar, sum hann sjálvur hevði biðið um og eisini fekk frá sínum egna sakkunnleika í Landsverki.
- Ein landsstýrismaður hevur ikki loyvi til at dylja upplýsingar fyri løgtinginum, staðfestir Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini.

Einvíst svar
Tað er beinleiðis ásett í lógini um ábyrgd landsstýrisins, at ein landsstýrismaður hevur ikki loyvi at tiga við upplýsingum, sum hava týdning fyri tingsins meting av málinum.
Sjálvur heldur Kári P. Højgaard tó ikki, at hann hevur gjørt nakað skeivt.
- Svarið frá Landsverki var ikki tað, sum eg helt vera rætt at bera víðari til løgtingið. Talan var um eitt rættiliga einvíst svar, sigur Kári P. Højgaard.
Landsstýrismaðurin gevur greitt til kennar, at honum dámar ikki tað svar, ið Landsverk lat Innlendismálaráðnum. Og tí valdi hann at lata vera við at brúka svarið.
- Spurningurin var til landsstýrismannin, og landsstýrismaðurin skal svara eftir bestu sannføring. Og talan skal sjálvandi vera um upplýsingar, sum eru haldbarir, sigur Kári P. Højgaard.
Sambært Kára P. Højgaard upplýsti Landsverk í mars mánað í fjør, at munurin millum privatu og almennu tunnilsloysnina var 800 milliónir krónur. Tað var gjørt á kunningarfundi, bæði fyri landsstýrinum og løgtinginum.
- Og nú, einar 14 mánaðir seinni, er tað talið broytt til 1,6 til tríggjar milliardir krónur. Og tað er einvíst gjørt við at broyta prosentsatsin. Tað haldi eg ikki, at man kann gera. Eg kann ikki senda eitt tílíkt svar niðan í løgtingið, tí har hongur so óalmindiliga nógv uppi í, argumenterar Kári P. Højgaard.
Landsstýrismálanevndin hevur sum nevnt víst á, at landsstýrismaðurin eigur at leggja allar upplýsingar fyri løgtingið. Spurdur, hví hann so ikki gjørdi tað, um neyðugt við sínum egnu viðmerkingum afturat, svarar Kári P. Højgaard:
- Tað, sum eg velji at gera, er at geva løgtinginum eitt svar, sum eg meti vera realistiskt, og sum eg kann standa inni fyri. Spurningurin varð ikki settur til Landsverk, men til landsstýrismannin. Tað er landsstýrismaðurin, sum skal standa til svars fyri teir upplýsingar, sum givnir verða.

Trúarspurningur
Landsverk er sum stovnur sakkunnleiki, beinleiðis undir Innlendismálaráðnum. Tí var tað eisini natúrligt hjá Kára P. Højgaard at spyrja Landsverk um ráð, tá hann fekk ein fyrispurning um tunnlar. Men hinvegin metir landsstýrismaðurin tað ikki vera hvørki natúrligt ella sjálvsagt, at svarið frá Landsverki eisini skuldi brúkast til nakað.
- Tað sum eg útgreinaði í mínum svari var júst, hvørjar fortreytirnar vóru, og hvat kundi ávirka rentusatsin. Til dømis vita vit, at BankNordik metir, at til ber at læna fyri rentu á umleið fimm prosent, um verandi undirsjóvartunnlar verða settið í veð. Men tað er so ein spurningur um trúgv ella vantrúgv. í hesum førinum skal eg standa inni fyri tí svarinum, sum fer út. Og tí er tað mítt svar, sum fer niðan, sigur Kári P. Højgaard og heldur fram:
- Eg sigi bara, at tað svarið, sum kom aftur frá Landsverki, var ikki eitt svar, sum eg kann geva víðari. Eg kann ikki standa inni fyri, at tað blívur millum 1,6 og tríggjar milliardir dýrari. Tað kann eg ikki svara, tí eg haldi ikki at tað er samsvarandi veruleikan. Har eru nakrar spælireglur inni, sum eisini eru týdningarmiklar í samband við váða og annað. Tí avspeglar eitt sovorið svar ikki veruleikan, sigur Kári P. Højgaard.
Landsstýrismaðurin valdi tí ikki at brúka svarið frá Landsverki sum annað ella meira enn ein vegleiðing, ið hann tá avtornaði valdi ikki at brúka.
- Tað er landsstýrismaðurin, sum hevur alla ábyrgdina av svarinum frá aðalráðnum, og tí skal hann eisini seta síni fingramerki á svarið. Og svarið má vera tað svar, sum landsstýrismaðurin trýr er tað rætta, sigur Kári P. Højgaard.
Fundurin í Landsstýrismálanevndini skuldi upprunaliga vera mikudagin, men er útsettur til hósdagin.


..


FAKTA
Hetta fekk løgtingið ikki at vita

17. juni settu Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen ein grein-52 fyrispurning til landsstýrismannin í innlendismálum um privatu tunnilsætlanina. Landsstýrismaðurin svaraði 1. juli, og valdi hann tá ikki at brúka upplýsingar, hann hevði fingið frá Landsverki. Upplýsingarnar frá Landsverki gjørdust tí ikki almennir fyrr enn Sosialurin bað um innlit í málið. Vit prenta her tær viðmerkingar, sum Landsverk sendi landsstýrismanninum, men sum ikki vunnu vegin fram til løgtingið. Viðmerkingarnar eru skrivaðar við kursiv

4: Hvussu nógv kemur tað at kosta eyka fyri føroyska samfelagið árliga, tá eitt privat felag skal hava vinning av fígging og rakstri – í mun til um landið sjálvt stóð fyri arbeiðinum?
Til spurning 4 er at siga, at nýggjar útrokningar hjá Landsverk við dagførdum tølum og neyvari útrokningar vísa, at rentumunurin við at lata eitt privat felag eiga, fíggja og reka undirsjóvartunnilin er minst 7%. Í tølum svarar hetta til ein meirkostnað millum 73-116 mió. kr. árliga til undirsjóvartunnilin er útgoldin um 30 ár. Hetta svarar til ein samlaðan meirkostnað uppá tilsamans 1,9-3 mia. kr ella 1,4-2,3 mia kr. í nútíðarvirði, um tunnilin verður á privatum heldur enn almennum hondum

5: Heldur landsstýrismaðurin tað vera rímiligt, at föroyski brúkarin skal gjalda ein stóran eykakostnað í avkasti til útlendsk, privat ílögufelög til tess at brúka föroysku landsvegirnar?
Haldi at fyrsti setningurin er óneyðugur tí talan er um ein útlendskan privatveg í Føroyum. Eisini má dentur leggjast á, at allar avleiddu verkætlanirnar, sum als ikki geva meining uttan ein tunnil, eru almennar.
Til váðan er at siga at vit meta eins og tit, at váðin at byggja er tann sami fyri privat og alment, tó meta vit at hann kann avmarkast nógv í byrjunarfasuni við góðum undankanningum. Men rakstrarváðin er størri hjá tí privata. Argumentið fyri tað er at Ferðsluváðin er í útgangsstøðinum tann sami, men um hædd verður tikin fyri at tað almenna kann stýra samlaða infrakervinum, so er váðin størri hjá tí privata.
Fíggingarkostnaðurin er størri hjá tí privata enn hjá tí almenna tí lánveitarin krevur eykakostnað fyri váðan. Hesin váðin er annars neyvt knýttur at hvussu sáttmálin er settur saman. Um t.d. møguleiki er at leingja sáttmálan ella ongar bindingar eru á prísásetingini fyri ferðsluna, á ferðaprísinum o.s.fr., so fellur váðin munandi og harvið fíggingarkostnaðurin.
Kostnaðarmunurin (rentan) millum privat og alment er settur saman av váða og avkasti. Trupult er at siga hvussu stórur partur av upphæddini er hvat, tá man ikki hevur innlit í sáttmálan.




..

FAKTA
- brot úr lógini um ábyrgd landsstýrisins

§ 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara. ?
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.