(Mynd: Álvur Haraldsen)

Eg havi fingið nýggjan møguleika

– Eg havi viðurkent, at eg má hava hjálp fyri at fáa vektina niður, sigur Niels Petersen

(Mynd: Álvur Haraldsen)

Niels Petersen av Tvøroyri, sum mong kenna sum frásøgumann til fótbóltsdystir, fekk fyri kortum skurðviðgerð í magan – gastriskt bypass, tey kalla – og hon skal hjálpa honum at tapa seg.

 

Hann hevur viðurkent, at hann má hjálp fyri at koma niður í vekt, og nú hevur hann tikið stóra stigið.

 

– Eg merki longu fyrstu ágóðarnar av, at vektin er minkað, og eg gleði meg til at verða lættari, meira virkin og at skifta klædnaskápið út, sigur Niels Petersen, sum er 43 ára gamal og býr í Havn. Hann lesur til pedagog.

 

Tá ið hann vigaði mest, vísti vektin næstan 185 kilo. Hann tapti seg nakað áðrenn skurðviðgerðina, og eftir skurðviðgerðina eru nógv kilo farin burturav. Tá ið hendan samrøðan varð gjørd til páskaútgávuna hjá Sosialinum, vigaði Niels umleið 150 kilo. Tað vil siga, at eftir stuttari tíð, hevur Niels tveitt 35 kilo av sær, og hann er fegin.

 

##med2##

 

– Eg ivaðist ongantíð at taka av hesum møguleika. Tað gekk ógvuliga spakuliga at fáa vektina niður, tá ið eg royndi at tapa meg, og eg havi viðurkent, at eg má hava hjálp. Seinnu árini havi eg merkt, at heilsan er versnað orsakað av stóru vektini, og tí var eg komin har til, at hetta var rætta viðgerðin fyri meg, sigur Niels Petersen við Sosialin, sum kom út til páskir.

 

– Eg havi tikið heilivág fyri eitt nú kolesterol og blóðtrýstið, og í 2018 fekk eg staðfest diabetis 2. Nú taki eg ongan heilivág, og sukursjúkan er burtur, sigur hann.

 

Samrøðan kann lesast í fullum líki í Sosialinum, sum kom út til páskir.

 

(Mynd: Álvur Haraldsen)

Niels Petersen er frásøgmaður til fótbóltsdystir