- Eg havi havt eitt gott ár

- Eg havi fingið íborið at taka við tí, sum kemur á mína leið og so koma víðari, sigur Gunvá við Keldu.

Hvat minnist tú best frá 2013?

 

- At hitta og at vera saman við danska forsætisráðharranum, Helle Thorning-Schmidt og manni hennara, Stephen Kinnock. Eisini upplivdi eg á eini spennandi dagsferð til Verona í Italia, tá eg steig úr lítla bussinum, sum vit vóru í, at mítt skjúrt tók í og skrædnaði. Eg mátti ganga allan dagin við langum slebi afturúr. Tað var nokk so festligt! Annars var býurin ein stór uppliving, har vit m.a. vitjaðu grøvina hjá Juliu, úr Shakespeare-sjónleikinum “Romeo og Julia”.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?

 

- Havi havt eitt gott ár, og ringt er at taka nakað ávíst fram! At lenda aftur í grafisku bransjuni eftir at hava verið fýra ár burtur frá, var ein góð kensla, samstundis sum eg staðfesti, hvussu ómetaliga nógv marknaðurin og bransjan sjálv broyttust hesi árini. Ein so fram úr góður túrur til Suðursveits og Italia við 17 Sangarum. Ein stór, gevandi og góð uppliving. At uppliva, at fýra trúboðarar, sum fóru út í heim fyri 50 árum síðani, vitjaðu aftur í Betesda. Tað var sanniliga imponerandi!

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?

 

- Slíkt nyttar einki. Um man veruliga hevur gjørt okkurt býtt ella hevur upplivað okkurt keðiligt, so fer tað ikki burtur úr huganum, uttan man púra fortreingir tað. Eg eri realist og havi fingið íborið at taka við tí, sum kemur á mína leið og so koma víðari. Tað er at brúka orkuna skeivt at royna at gloyma.

 

Hvat ynskir tú tær í 2014?

 

- Eg ynski, at vinnulívið í Føroyum fer at merkja framgongd, sum harvið hevur eina positiva ávirkan á kommunur og land! Haldi, at stórur vandi er í, at tað almenna veksur nógv skjótari enn tað privata, tí er eitt sterkt vinnulív ein fyritreyt fyri góðari framtíð fyri vælferðarsamfelagið Føroyar. Annars ynski eg mær eisini, at vit sum føroyingar fara inn í eitt nýtt kjakár við eini betri kjakmentan, har vit virða hvønn annan og ikki niðurgera onnur, tí tey hava aðra meining enn ein sjálvur. Eg ynski eisini, at øll børn í Føroyum skulu hava góð og trygg kor at vaksa upp í, sigur Gunvá við Keldu.