Heini í Skorini
Ja, Sólrun, nú hevur tú verið her í tvær vikur. Hvussu hevur tað verið?
Eg haldi at tað hevur verið áhugavert, og tað hevur eisini verið sera læruríkt at síggja hvussu tað verður arbeitt við at gera eitt blað, og tað at síggja hvussu blaðfólkið arbeiðir saman við myndamonnunum.
Kanst tú siga eitt sindur um arbeiðsplássið?
Ja, her arbeiða uml. 25 fólk á Sosialinum, og øll eru sera hjálpsom. Huglagið er eisini sera gott her úti, og er tað sera hugnaligt at vera her. Fólkið á blaðnum møtir kl. 8, og vanliga fáa tey frí kl. 16. Kortini havi eg hesar báðar vikurnar møtt kl. 9. Men hóast hetta eru tíðirnar hjá nógvum av arbeiðsfólkinum sera óregluligar. Ein persónur sum arbeiðir á einum blaði, skal altíð vera til reiðar at fanga eina søgu, so um ein serlig hending ella eitt tiltak stingur seg upp, so má hann vera klárur at fara til arbeiðis, líkamikið tíð og stað.
Hvat hevur gjørt teg mest bilsnan tað tíðina tú hevur verið her?
Tað er heilt víst hvussu nógv arbeiði verður lagt í hvørt eintak av blaðnum.
Er hetta eitt starv sum tú kundi hugsað tær í framtíðini?
Ja, tað at koma runt og hitta fólk, hava samrøður og ikki minst at skriva søgur, hevði eg væl kunnað hugsað mær at arbeitt við í framtíðini.
Tú hevur so ætlanir um at læra til blaðfólk?
Ja, tað er mín ætlan eftir trý ár í Høydølum. Um møguleikin er til staðar, so ætli eg mær at læra í Onglandi.
Hví júst í Onglandi?
Góður spurningur. Hjá einum blaðfólkið er enskt nokk mest nýtta málið sum heild. Tí er gott at venja seg við tað beinanvegin meðan man lærir. Og annars haldi eg bara at tað er eitt spennandi land.
Hví valdi tú Sosialin?
Sum áður sagt ætli eg mær at læra til blaðfólk, og hetta er tað sum eg havi hug til.
Hvat heldur tú annars um møguleikan at sleppa í starvsvenjing?
Tað haldi eg er ein fínur møguleiki hjá ungum, tað at sleppa at royna seg á einum arbeiðsplássið, so verður tað møguliga lættari at vita hvat man skal seinni í lívinum.
Tvær vikur, er tað eitt hóskandi tíðarskeið?
Bæði ja og nei. Aftaná tvær vikur hevur man nokk fingið innlit í hvat arbeiði viðvíkur. Eg haldi kortini at man kundi væl verið eina viku afturat. Tú ert júst komin inn í ?rytmuna? eftir tvær vikur, og so skal man aftur á skúlabonk.
Hvørjar eginleikar skal eitt blaðfólk hava?
Tú skalt vera framligur, kreativur og duga at síggja hvat fólk tímir at lesa. Og sjálvandi skalt tú eisini duga at skriva. Tað sum nokk fangar flestu lesarar eru góðar yvirskriftir og góð bíløt, so tað er týdningarmikið at hava eyga fyri tí.
Vil tú mæla øðrum til at fara í starvsvenjing sum blaðfólk?
ja, um tú hevur áhugan fyri at skriva, so vil eg avgjørt mæla tær til at fara. Tú skalt tó vera fyrireikaður uppá at tú kanst koma at sita fyri teg sjálvan, tí at arbeiðsfólki hevur úr at gera við blaðnum. Tá er at nýta møguleikan at skriva so nógv sum gjørligt.
Takk fyri prátið, og góða eydnu í framtíðini.
Takk fyri. Og vónandi fært tú eina góða viku afturat her, ha-ha.