Eg havi ikki eina løtu angrað avgerðina

Listamálarin Kári Svensson er fegin um stóru avgerðina, sum hann tók í 1985

Ein dag sum so nógvar aðrar í 1985 tók Kári Svensson eina avgerð, sum broytti restina av hansara lívi. Tá slepti hann arbeiðnum sum handilsmaður og tók stigið inn í listaheimin og avgjørdi, at hann vildi fáast við list burturav.

– Fleiri spurdu meg, um eg veruliga tordi tað. Tá eg segði stjóranum á Listasavninum frá mínari avgerð, segði hann, at ”tað er fantastiskt, at tú torir”, sigur Kári Svensson við Sosialin, sum kom út mánadagin.

Tá ið Kári Svensson tók stigið og gjørdist listamálari burturav, gjørdi útlandið av álvara ein partur av hansara virksemi.

- Tað tók eini tvey ella trý ár at arbeiða meg upp. Tað byrjaði við, at eg slapp á onkrar sensureraðar framsýningar uttanlands og fekk góð skoðsmál. Tað førdi so við sær, at eg slapp á aðrar framsýningar og onkur gallerí fór at biða um verk frá mær. Fólk sýndu mínum málningum áhuga, tey keyptu, og soleiðis kom gongd á, sigur Kári Svensson.

Hann kennir framvegis, hvussu hugurin at mála spruttar innan í honum.

– Eg havi ikki eina løtu angrað avgerðina, at eg fór at mála burturav, og eg havi ikki ein einasta dag sagt, at eg havi ikki hug at fara út at mála, sigur Kári Svensson.


Á ólavsøku ber til at síggja verk hjá Kára Svensson í Smiðjuni í Lítluvík.