Fiskivinna
Tá ið stórar rembingar eru í vinnuni, skerst ikki burtur, at tað eisini ganga nógvar søgur. Hald er í summum, men í øðrum ikki.
Tað er soleiðis eisini komið Sosialinum fyri oyruni, at Jónsvein Knudsen í Saltangará, sum eigur ísfiskatrolararnar, Jaspis og Ametyst, hevur havt í hyggju at selja.
Jónsvein Knudsen og Bjarni Kass samstarvaðu í fleiri ár um skip og skiparakstur, og nú hevur so Bjarni avgjørt at selja ísfiskatrolararnar, Safir og Smaragd, til Klaksvíkar.
Ikki seldir
- Nei, Jaspis og Ametyst, eru ikki seldir. Eg havi higartil sagt nei, sigur Jónsvein Knudsen, reiðari, sum var staddur uttanlands, tá ið Sosialurin tosaði við hann fyrrapartin í gjár.
Reiðarin ásannar, at alt er til sølu, um prísurin er nóg góður, men váttar, at eingin søla er upp á tal sum er.
- Eg havi ikki tikið nakra avgerð um at selja skipini, sigur Jónsvein Knudsen.
Tað merkist
Jaspis, Ametyst, Safir og Smaragd hava saman við gomlu kuba-trolarunum verið ein týðandi partur av ráfiskatilgongdini undir virkinum hjá United Seafood í Saltangará.
Áður eru Topas og Sardis seldir úr økinum, og nú Safir og Smaragd hava ligið á Skála ? og minni hevur verið at fingið av upsa, hevur virkið í Saltangará merkt minkingina í rávøruni.
Virkir og skip
Seinastu tíðina hevur málið um tilknýti millum skip og virkir verið eitt av umrøðuevnunum í fiskivinnuni, og líkt er til, at tað aftur er farið at bera á tað borðið, at virkini hava hug at tryggja sína rávøru við at keypa skip í feløg, sum liggja tætt uppat viðkomandi virki.
Sosialurin fer at venda aftur til henda spurningin í einum øðrum blaði.