Eg vil upp á tað kraftigasta afturvísa, at eg havi snýtt í tolli! Tað staðfesti Jørgen Niclasen á tíðindafundi í Miðlahúsinum beint nú, har hann hevur hevur boðið fjølmiðlunum at gjøgnumganga øll skjølini í málinum. - Niðurstøðan er greið, at eg havi ikki snýtt í tolli. Hann sigur, at í síni tíð, sum stjóri, er tollskuldin hjá Niclasen í Sørvági, niðurgoldin. Tað merkir, at hann hevur gioldið alt tað, virkið hevur innflutt við honum sum stjóra – og meiri afturat, sigur hann. Hann heldur annars lítið um, at privat viðurskifti verða drigin fram. Sjálvur klárar hann tað, men hann heldur, at tað er skeivt at viðgera viðurskiftini hjá øðrum. Hetta var ein tíð, tá tað gekst illa og fyritøkan hjá Niclasen fór eisini av knóranum og tað harmaðist hann um. - Vit, brøður stríddust eitt hart stríð fyri fyritøkuni, men vit taptu stríðið, sigur Jørgen Niclasen. Sí fleiri myndir frá tíðindafundinum við at trýsta HER Hann sigur, at hann fær einki at vita um, at tollkreditturin varð uppsagdur í 1988, tí ongin gav honum boð um tað fyrrenn í 1992. Tað var heldur ikki upplýst á eftirlitsvitjanum hjá tollvaldinum á fyritøkuni hjá Jørgen Niclasen. Eftir tað varð allur tollur goldin so hvørt. Á fundi er Jørgen Niclasen v.m., og við sær hevur hann Christian Andreasen, løgfrøðing.Meiri seinni ... |