Eg havi ikki tikið støðu til uppstilling enn

– Eg fari at geva boð hósdagin, um eg stilli upp til býráðsvalið aftur ella ikki.

 

Tað sigur Sjúrður Olsen, sum hevur býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Havn seinastu 16 árini.

 

Á valinum seinast var hann fyrstvaldur á listanum hjá Fólkaflokkinum við 310 persónligum atkvøðum.

 

Sjúrður Olsen er ein av stjórinum hjá Timburhandlinum Bygma Balslev, og tað hóskar ikki serliga væl saman við býráðsarbeiðinum, sigur hann.

 

– Tað eru nógvir fundir um dagin, sum fara við nógvari tíð. Serliga tá tú ert nevndarformaður, og tað passar illa, tá tú skalt virka í privata vinnulívinum eisini, sigur hann.

 

Hin býráðslimurin hjá Fólkaflokkinum í Havn, Bogi Andreasen, stillar uppaftur. Og tað ger Jan Christiansen, sum ikki varð valdur seinast, men sum hevur sitið í býráðnum í 28 ár, eftir øllum at døma eisini.

 

Freistin at lata inn listarnar nærkast. Tríggjar viku fyri valið skulu listarnir verða inni. Tað er 18. oktober.