Eg havi longu vunnið

Gunnar Hjelm, sum í 1990-árunum stóð seg væl í bodybuilding, fer nú sum 46 ára gamal at royna seg aftur. Hann leggur minni í, hvussu úrslitið verður, tí hann hevur longu vunnið á sær sjálvum

Í 1990 luttók Gunnar Hjelm úr Vági fyri fyrstu ferð í DM í bodybuilding, og ta ferðina endaði hann á triðja plássi. Í 1995 endaði hann á øðrum plássi.
Nú er hann 46 ára gamal og fer at royna eina ferð enn.
- Í 15 ár vandi eg als ikki, men fyri tveimum árum síðan var eg í eini persónligari kreppu, sum fekk meg at eftirmeta mítt lív. Eg kom til tað úrslit, at tey bestu árini í mínum lívi vóru, tá ið eg vandi nógv. Hetta gav mær úblástur til aftur at fara at venja, tí tá ið tú likamliga hevur tað gott, ert tú eisini sálarliga væl fyri, sigur Gunnar Hjelm.
Sum hugsað so gjørt, og seinasta hálvt annað árið hevur hann vant beinhart.

Fann seg sjálvan aftur
- Eg hevði ikki vant í 15 ár, vektin var komin upp á 123 kilo, og eg hevði mist meg sjálvan burtur. Ein dagin kom min góða vinkona Borgný Kjærbæk til mín og spurdi, hvat var blivið av mær. Hon kendi meg næstan ikki aftur, tí eg útstrálaði ikki tað sama sum áður. Tá klárvaknaði eg, sigur Gunnar Hjelm.
Tey 15 árini hevði hann bara hugsað um arbeiði og familju og hevði líkasum gloymt seg sjálvan.
- Eg segði so við meg sjálavn, at nú fór eg at seta mær mál. Eg fór at klænka meg og koma í form aftur.
Gunnar Hjelm er staddur í Danmark, har hann fyrieikar seg til at luttaka í DM í Herning 8. oktober.

Hørð venjing
- Nú eri eg rættiliga væl fyri, og eg venji hart hvønn dag. Eg súkkli 35 kilometrar hvønn dag, gangi 10 kilometrar og venji búkvøddarnar 1500 ferðir hvønn seinnapart og kvøld.
Hann venur saman við einum góðum vini, sum var danmarsmeistari í 2009.
Kostin noyðist hann eisini at hugsa um. Hann etur fisk hvønn dag, seið, tosk og rækjur aftur við bakaðum epum, 4-5 smáar máltíðir um dagin. Eggjahvítar má hann eisini hava.
- Seinasu 10 vikurnar havi eg vant og livað upp á henda mátan, og tað hevur givið úrslit.
Hálvan juli var vektin komin niður á 101 kilo, og mánamorgunin vigaði hann 90,5 kilo.

Ein fyrimynd
Tað er ikki bara fyri sína egnu skyld, at Gunnar Hjelm hevur fingið vektina niður og fer til DM.
- Eg vil eisini fegin vera ein fyrimynd hjá teimum, sum vilja koma í form. Lívið er ikki liðugt, um tú vigar ov nógv, og eg vil vísa, at tað ber til at klænka. Tað ræður bara um at vera motiverað og fáa skil á ovastu hædd. At venja, seta sær mál og ikki fara av kós, sigur Gunnar Hjelm, sum kundi hugsað sær at skipa fyri skeiðum um slíkt.
Hann viðgongur, at tað er ikki bara bara at seta sær so høg mál, men tað kennist væl, og hann heldur seg vera líka væl fyri, sum hann var í 90-árunum.

Vann á sær sjálvum
Gunnar Hjelm heldur tað vera stuttligt at vera millum aðrar bodybuildarar aftur, og fleiri teirra minnast hann aftur. Teir flestu eru yngri. Hann veit um ein, sum vigar 15 kilo meira enn hann.
Tað verða 143 luttakarar til DM. Enn veit Gunnar Hjelm ikki, hvussu nógvir verða í hansara bólki.
- Sjálvandi miði eg eftir at fáa so góð úrslit sum gjørligt, men fyri meg hevur tað ikki størsta týdningin, hvat nummar eg verði. Eg havi longu vunnið – á mær sjálvum, sigur Gunnar Hjelm.