– Eg havi onga dulda dagsskrá

Finni meg ikki í at vera løgd undir at hava fjalda dagsskrá

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, ið sum partur av formansskapinum á tingi er ein av uppskotstillarunum av uppskotinum um at broyt starvsheitini hjá ting- og landsstýrisfólki, finnur seg ikki í at verða løgd undir at hava eina fjalda dagsskrá.

Hon sipaði til skuldsetingarnar hjá nøkrum tingmonnum úr hennara egna flokki og úr Miðflokkinum, at hetta er fyri at slóða rásina fyri teimum, sum hvørki kenna seg sum mann ella kvinnu – og soleiðis geva eftir fyri trýstinum hjá LGBT rørsluni.

– Øll vita, hvat eg standi fyri, eg finni meg ikki í at eg verði løgd undir at hava havt eina dulda dagsskrá. Eg vil ikki kallast maður, men kvinna, segði einasta tingkvinnan hjá Fólkaflokkinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.