25 ára starvsdagur
Viðhvørt lagar lívsleiðin seg øðrvísi enn nakar hevði droymt um.
Tað má ikki minst Ingebog Vinther í Vági ásanna.
Hóast hon hevði fingið fakfelagspolitikk inn við móðurmjólkini, hevði hon ongantíð ætlað sær uppí fakfelagsarbeiðið.
Men tey, sum hava fylgt við hendan seinasta mansaldurin, vita, at tað skuldi ganga øðrvísi.
Ingeborg Vinther bleiv ikki bara fakfelagsleiðari. Hon bleiv eisini ein tann litríkasti og týdningarmesti fakfelagsleiðarin í Føroya søgu. Hon hevur nú verið forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í heili 25 ár og tað er longri enn nakar annar.
Ingeborg Vinther kom í nevndina í Føroya Arbeiðarafelag í 1977. Men longu á aðalfundinum í 1980 bleiv hon vald til formann, tá ið Johannes Olsen úr Sandavági ikki stillaði uppaftur.
Og tað arbeiðið hevur hon megnað so væl, at síðani hevur ongantíð verið ivi um, hvønn limirnir í Føroya Arbeiðarafelag vilja hava til formann, tí hvørja ferð, hon hevur staðið fyri vali, hevur hon fingið so dygga álitisváttan frá fundarfólkinum, at hon hevur ongantíð so mikið sum havt eitt mótvalevni og enn hevur so ongin bjóðað henni av.
Tá ið hon kom í nevndina í Føroya Arbeiðarafelag var hon púra fesk í fakfelagspolitikki. Hon hevði verið nevndarlimur í Arbeiðskvinnufelagnum Fjallbrúður í heimbygdini Vági í umleið eitt ár.
? Tað var púra av tilvild, at eg bleiv virkin í fakfelagspolitikki, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at hon plagar at vera á fundi í Fjallbrúður, har hon varð limur. Og tað kann neyvan koma óvart á nakran, at hon forsømdi ikki at siga sína hugsan um tey mál, sum vóru frammi í kjakinum. Og í Føroyum er tað soleiðis, at tey tey, sum ditta sær at siga sína meining á fundum, enda skjótt í nevnd. So tað gjørdi Ingeborg Vinther eisini.
Tá varð lívsleiðin hjá Ingeborg Vinther løgd, tí vegurin úr Fjallbrúður inn í Føroya Arbeiðarafelag tók bara eitt ár.
Annars kundi tað ikki undra nakran, at júst Ingeborg Vinther gjørdust virkin í fakfelagspolitikki.
?Eg eri uppvaksin í heimum heimi, har tað bleiv tosað nógv um fakfelagspolitikk. Bæði pápi mín og systkin hansara vóru virkin fakfelagsfólk í nógv ár og pápi mín var stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag í eini 10 ár. Og fastur mín var við til at stovna Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður í síni tíð.
? Hetta var tá ið føroyska fakfelagsrørslan traðkaði sínar barnaskógvar og stór og grundleggjandi mál vóru at taka støðu til. Ágangurin á feløgini var øgiligur og stríðið var mangan hart. Tí var eyðsæð, at tá ið so nógv av mínum næstringum vóru virkin fakfelagsfólk, var hetta nakað, sum fylti nógv í okkara heimi.
Bara vaksið og vaksið
Ingeborg Vinther sigur, at hesi 25 árini, hon hevur verið forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, er fakfelagsarbeiðið broytt so nógv, at tað er ikki at kenna aftur.
? Tá ið eg bleiv forkvinna, varð skrivstovan opin tveir dagar um vikuna. Og vit vóru bara tvey fólk á skrivstovuni, eg sjálv og ein kassameistari. Tá vóru nevndarfundir eisini bara einar tvær ferðir um árið.
? Nú er skrivstovan opin hvønn dag, og vit eru fýra fulltíðarstørv í felagnum. Og nevndarfundir eru hvønn mánaða, onkuntíð uppaftur oftari.
Ingeborg sigur, at eitt, sum er nógv vaksið hesi seinastu árini, er samstarvið við fakfeløg og felagsskapir uttanlands. Men eisini hevur samstarvið ímillum fakfeløgini í Føroyum ment seg nógv.
Í dag eru uppgávurnar hjá Føroya Arbeiðarafelag eisini nógv vaksnar.
? Fyrr var tað at kalla bara krónur og oyru, tað snúði seg um. Í dag snýr tað seg sjálvandi eisini um krónur og oyru, men arbeiðsumhvørvi, sosialar skipanir, trygd og trivnaður á arbeiðsplássum, hevur eisini alstóran týdning hjá fakfeløgum nú á døgum.
Hart at fáa líkaløn
Ingeborg Vinther sigur tá ið hon kom upp í Føroya Arbeiðarafelag, var tann stóra avbjóðingin at útvega konufólki somu tímaløn sum mannfólkini.
? Tá fingu mannfólk ímillum tvær og tríggjar krónur meiri um tíman, enn konufólk fingu fyri sama arbeiði.
? Hinvegin fingu konufólk fulla løn tá ið tey vóru 16 ár, men mannfólk fingu ikki fulla løn, fyrrenn tey vóru fylt 17 ár. At fáa javnstøðu á hesum øki varð raðfest fremst tað fyrstu ferðina eg var við í sáttmálasamráðingum í 1977.
? Fleiri arbeiðarafeløg samráddust saman og hetta vórðu harðar samráðingar, tí summir arbeiðsgevarar vildu ikki hoyra talan um, at gjalda konufólki somu løn sum mannfólki, tí tað høvdu teir, sum vant, ikki ráð til.
Men Ingeborg Vinther sigur, at heilt óvæntað var eisini hørð mótstøða ímóti hesum í sjálvari fakfelagsrørsluni.
? Ikki minst vóru nógv mannfólk ímóti, at konufólk skuldu fáa líka høga løn, sum teir. Teir vóru samdir við arbeiðsgevarunum í at tað var órímiligt, at konufólk skuldi fáa líka nógva løn sum mannfólk, tí tey arbeiddu ikki tað sama og vóru ikki líka sterk og orkaðu tí ikki so væl at lyfta.
Jógvan Sundstein var semingsmaður tá og tað endaði við, at hann legði eitt uppskot fyri partarnar, sum segði, at lønin skuldi útjavnast so líðandi, so at øll fingu somu løn í 1981.
Hinvegin skuldu konufólk ikki fáa fulla løn, fyrrenn tey vóru 17 ár, akkurát sum mannfólkini.
Ingeborg Vinther sigur, at Jógvan Sundstein gjørdi eitt megnar arbeiðið fyri at sannføra allar partar um, at tíðin var farin frá, at munur skuldi vera á lønunum hjá mannfólki og konufólk og tað endaði eisini við, at allir partar góðtóku tað.
Ingeborg Vinther sigur, at hetta er ein av teimum stóru sigrunum hjá arbeiðarafeløgunum tað tíðina, hon hevur verið uppií.
Hótt við einum og øðrum
Ein annar stórur sigur, var úrslitið av tí óvanliga drúgva og harða verkfallið í 1987.
? At felagið kom heilskapað ígjøgnum tað verkfallið, sum vardi í heilar tríggjar vikur, sigur eitt sindur um styrkina í feklagnum og seiggi í arbeiðsfólki kring landið.
Hon sigur, at verkfallið snúði seg um, at Arbeiðsgevararnir betaltu 1 % av lønini í ein eftirlønargrunn hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.
? Tá ið okkara tørn var fyri, kravdu arbeiðsgevararnir at fáa ávirkan á, hvussu vit brúktu hetta eina prosentið, og teir kravdu at fáa umboð í nevndina, sum skuldi umsita ein eftirlønargrunn og ávirkan á, hvussu okkara skipan skuldi vera.
? Hetta bleiv eitt prinsippmál fyri Føroya Arbeiðarafelag, tí arbeiðsgevarar skuldu ikki leggja seg út í innanhýsis viðurskifti hjá okkum og teir skuldu ikki blanda seg uppí, hvussu vit snikkaðu eina sosiala skipan sama.
? Tað endaði í verkfalli, sum vardi í samfullar tríggjar vikur. Minniligast frá tí verkfallinum, er at Oyggjarvegurin var avbyrgdur í Kollafjarðardali.
Ingeborg Vinther sigur, at hetta tað harðasta verkfallið hon hevur verið við í.
? Eisini heilt personliga var hetta verkfallið hart og tað kostaði nógvar svøvnleysar nætur.
Hon sigur, at hesa tíðina hendi tað ferð eftir ferð, at dulnevnd fólk ringdu til hennara allar tíðir á døgninum, eisini um náttina, og brúkti skitin orð ímóti henni.
? Eg varð eisini meiri enn einaferð beinleiðis hótt, enntá við lívinum.
Men hon sigur, at hesar hóttanirnar rinu ikki við.
? Eg eri ísakøld fyri slíkum. Eg havi ongantíð funnið meg í hóttanum og sovorðnum havi eg ongantíð lurta eftir, tí fólk, sum finna uppá slíkt, eru ikki við síni fullu fimm.
? Tað var undrunarvert, at tey ymsu arbeiðarafeløgini megnaðu at standa so væl saman í hesum verkfallinum. Tá vóru tað ikki øll feløgini, sum høvdu verkfalsgrunn, so hjá nógvum húskum stóð nógv ár, tí hetta var eitt øgiligt, fíggjarligt bakkast. Tað vóru eisini nógv feløg, sum høvdu sett pening í virkini í fyri at skapa arbeiðspláss á teimum ymsu plássunum. Men kortini løgdu tey hesi virkini lamin fyri felags sakir.
Hesi seinastu verkføllini hava eisini verið hørð, men tað í 1987 var helst tað ringasta tí tá var verkafólkið verri tryggjað enn tað er nú við verkfalsgrunnum.
Vórðu seinkað í fleiri ár
Hinvegin sleppur ein fakfelagsleiðari, sum hevur so leingi , heldur ikki undan málum, sum pína.
? Eitt av teimum málum, sum harmar meg mest, tað er, at landsstýrið ikki gav okkum frið til at seta tað eftirlønarskipan í verk, sum vit nú hava arbeitt við í fleiri ár.
? Tað byrjaði longu, tá ið Samhaldsfasti kom. Vit tóku fult undir við Samhaldsfasta, tí hetta var ein skipan, sum ikki gjørdi mun á fólki. Men tíverri varð hann bara eitt neyðaregg og kom ikki at virka eftir ætlan. Tí sóu vit okkum ongan møguleika, enn at fara undir okkara egnu eftirlønarskipan.
IngeborgVinther sigur, at tey vóru komin so langt, at tey høvdu gjørt eina samhaldsfasta eftirlønarskipan.
? Málið varð lagt fyri aðalfund, sum tók fult undir við ætlanini. Men tá ið vit nú skulu fara til verka, kemur landsstýrið sum ketta upp úr høvdatrogi og við eini heilt aðrari loysn, har øll skulu tvingast til at betala í eina eftirlønarskipan.
? Tað gjørdi, at vit máttu leggja alt okkara arbeiði á hyllina. Men skipanin hjá landsstýrinum kom bara ongantíð. Avleiðingin er, at Føroya Arbeiðarafelag kom alt ov seint ígongd við sína eftirlønarskipan.Vóru vit farin ígonghf beinanvegin, hevði okkara eftirlønargrunnur verið á einum munandi hægri støði í dag enn hann er.
Tað er eisini ringt hjá Ingeborg Vinther at svølgja, at politikarar skulu gera av, hvussu eftirlønarskipanin hjá Føroya Arbeiðarafelag skal vera.
Mugu passa allar skógvar
Ingeborg Vinther hevur sjálv havt møguleikan at hava politiska ávirkan, tí hon sat sjálvt á tingi frá 1994 til 1998 sum umboð fyri Verkamannafylkingina.
Men tað hevði hon so ringar royndir av at hon stillaði ikki uppaftur í 1998.
? Tað vísti seg skjótt, at fyri at vera politikari er neyðugt at passa allar skógvar. Eg fór á ting við eini hugsjón, og tað var at arbeiða fyri tey ringast staddu í samfelagnum. Men tá ið eg ikki vildi víkja frá hesi hugsjón, varð eg fryst úti.
Ingeborg sigur, at Verkamannafylkingin varð stovnað, tí tey føldu, at tað var ongin arbeiðaraflokkur eftir á tingi.
Høvdu vit staðið saman, og arbeitt útfrá teimum hugsjónum, sum vit fóru til valið uppá, kundi tað blivið ein sterkur flokkur.
Men ístaðin syndraðist fylkingin.
Ingeborg Vinther sigur, at hon fekk í hvussu so er tað burturúr, at nú veit hon, hvussu politiska skipanin virkar og tað var ein góð læra, sum mangan hevur verið hent síðani. So tað var ikki heilt burturspilt kortini.
Hevur framvegis nakað at bjóða
Ingeborg Vinther sigur, at tað skerst ikki burtur, at tað hevur gingið bæði upp og niður hesi 25 árini, hon hevur verið forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
? Í áttatiárunum var ov mikið av arbeiði til allar hendur. Í nítiárunum máttu vit heilt niður á botn at venda. Hesi kreppuárini hava verið tey svárastu í mínari tíð sum forkvinna. Bara frá 1992 til 1994 misti Føroya Arbeiðarafelag 2.200 limir, so hart rakti kreppan.
Men so slætnaði sjógvurin aftur, men nú eru aftur aðrar avbjóðingar, tí nú er aftur farið at síga samanum.
? Størsta avbjóðingin nú er at útbúgva arbeiðsfólk. Arbeiðið í fiskivinnuni minkar alsamt, so tey, sum har eru, mugu sostatt fáa aðrar møguleikar.
Ingeborg Vinther heldur, at tað hevur gingið alt ov strilti hjá myndugleikunum at gera ein lógarkarm fyri eftirútbúgvingar og útbúgvingar til ófaklærd. Men hon heldur at verkafeløgini mugu eisini sjálvi royna at fáa avtalur við arbeiðsgevararnar um eftirútbúgvingar.
? Oljuvinnan verður eisini ein stór avbjóðing, tí har mugu vit eisini verða upp á vakt, og fáa greiði á, hvussu vit skipa okkum fakfelagsliga í eini møguligari oljuvinnu.
Ikki útbrend enn
Hóast Ingeborg Vinther nú hevur verið forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í 25 ár, heldur hon, at hon er langt ífrá útbrend enn.
Hon stendur fyri vali á aðalfundinum hesuferð og hon ætlar at bjóða seg fram einaferð afturat.
? Hetta er eitt so fjølbroytt og spennandi arbeiði, at tað blívur ongantíð einstáttað og tað eru ongantíð stundir at keða seg.
? Tað er ongin dagur líka, tí tað eru nýggjar avbjóðingar hvønn dag og tí haldi eg, at eg framvegis havi nakað at geva felagnum.
? Viðhvørt kann eg føla meg troytta, men tað javnar seg skjótt. Men hetta hetta er krevjandi arbeiði og tað hevur eisini sín prís. Og størsti prísurin er, at eg má verða meiri burtur frá mínum nærmastu enn eg hevði viljað, tí tíverri koma tey viðhvørt í aðru røð.
Løðir battaríið uttandura
Men hon brúkar eisini tíð uppá at løða battaríið.
? Eg fari altíð tíðliga upp. Eg føli, at dagurin er heilt oyðilagdur, tá ið eg ikki eru tíðliga uppi.
Hvønn morgun um sjey tíðina fari eg ein langan gongutúr og tað geri eg ofta eisini um kvøldið
? Annars gangi eg úti í bøi og haga hvørja løtu eg kann. Og urtagarðsarbeiði hevur eisini mín stóra áhuga, so alt í alt eri er rættiliga nógv uttandura í frískari luft.Yvirhøvur eri eg so nógv úti, sum tilber.
Men hennara heilt stóri áhugi er tann føroyski dansurin og hon er virkin í dansifeløguum í Suðuroynni.
Tá ið vit so at enda spyrja Ingeborg Vinther, hvørji ynski hon hevur fyri landi og fólki tey komandi árini, sveimar hon víða.
? Eg vildi ynskt, at tað eydnaðist okkum at skapa eitt rættvísari samfelag, har stættarmunurin verður meiri útjavnaður, so at tey veiku í samfelagnum fingu tað betri, og at hvør einasti føroyingur hevur tað rættartrygd, hann hevur krav uppá.
Og so kundi hon eisini hugsað sær eitt enn sterkari Føroya Arbeiðarafelag, so at tað verður enn betri ført fyri at sláa manngarð um limir sínar og at verja borg, tá ið ágangurin er harður.