Eg havi ongantíð rópt upp

- Eg havi ongantíð rópt upp, men eg geri tingini upp á mín máta., sigur Lisbeth L. Petersen, sum takkar fyri seg sum føroyskt fólkatingsumboð. Fyrrverandi forkvinnan í Sambandsflokkinum hevur fingið tjúkka húð av árunum á politiska víðvøllinum, har rangan ikki er so pen, og tú kanst merkja knívar í rygginum

Heri á Rógvi
?
Keypmannahavn:20. januar 2004 gjørdist ein rættur lagnudagur hjá Lisbeth L. Petersen. Sum formaður fyri Sambandsflokkin var henni og flokkinum spáddur stórsigur á løgtingsvalinum hendan dagin. Forsøgnirnar fóru tó skeivar, og atfinningarnar heglaðu niður á Lisbeth, eftir at úrslitið gjørdist, at Sambandsflokkurin fór úr átta tingmonnum niður í sjey.
Náttina eftir valið gjørdi hon av at fara úr formansstarvinum. Tað var eisini um somu tíð, at hon fór at hugsa um, hvussu hennara framtíð skuldi skipast. Tá tók hon avgerðina um ikki at stilla upp aftur til fólkatingsvalið.
Í dag ruddar hon upp á skrivstovuni á Christiansborg. Stórir ruskposar standa á kontóri 3-029 á triðju hædd í stásiliga slottinum hjá danska fólkatinginum. Lisbeth L. Petersen varð vald á fólkating við 2.288 persónligum atkvøðum við fólkatingsvalið hin 20. november 2001. Eftir trý ár sum føroyskt umboð á fólkatingi, hevur hon valt at gevast í royndunum at røkka fleiri árum á Christiansborg.
- Tað er av persónligum orsøkum, at eg havi valt ikki at stilla upp. Mín heilsustøða er heldur ikki so góð, sum hon hon hevur verið. Eg tók avgerðina fyri einum ári síðani, tá eg gjørdi av at raðfesta øðrvísi í lívinum, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon dylir ikki fyri, at tað hevur verið sera strævið. Serliga í tíðini sum formaður fyri Sambandsflokkin var tað nógv at skula røkja allar uppgávurnar, sigur hon. Men tað hevur borið til, tí øll gjørdu ein innsats fyri, at tað skuldi bera til, sigur hon og fyllir eitt sindur afturat í stóra posan.
Við nógv kontór á triðju hædd á Christiansborg verður fylt í posar í hesum døgum. Meðan valstríðið harðnar eru tey fleiri, sum takka fyri seg á Christiansborg, og onnur hava kanska tann stóru trúnna upp á, at tey verða afturvald.
Lisbeth er væl nøgd við sítt verk hesi seinastu trý árini á Christiansborg.
- Eg havi ongantíð rópt upp, men eg geri tingini upp á mín máta. Eg havi arbeitt nógv hesi trý árini, men eg havi dugað fólkaskikk og ikki lati meg provokera til at hava føroyskar bardagar í fólkatinginum, sigur Lisbeth L. Petersen.
Dámd og kritiserað
Síðsta dagin í mánaðinum verður Lisbeth 66 ára gomul. Hon gjørdist leiðari fyri Sambandsflokkin í mars 2001, og tey næstu trý árini fylti Lisbeth L. Petersen nógv í føroyskum politikki.
Atfinningarnir móti henni hava eisini verið nógvir. Ikki minst eftir seinasta løgtingsval. Men eisini undan valinum. Ein av hennara fremstu kritikkarum Sjúrður Skaale segði á einum landsfundi Tjóðveldisfloksins, at eingin, sum fæst við samfelagsvísind, skilti, hví Lisbeth L. Petersen fekk so stóra undirtøku.
Men undirtøku hevur hon so havt og hevur væl framvegis. Fáir aðrir kvinnuligir politikarar hava vunnið sær so stóra undirtøku. Umframt 2.288 atkvøður á fólkatingsvalinnum í í 2001 og 644 í 1998, fekk táverandi formaður Sambandsfloksins 1.394 atkvøður í 2002 og 645 atkvøður í 2004. Eisini sum kommu-nalpolitikari skaraði hon framúr við fleiri kommunu-val.
Skjótt fyrrverandi fólkatingslimurin missir ikki svøvnin av nógvu og hørðu atfinningunum.
- Hesi nógvu árini í politikki hava givið mær tjúkka húð. Eg havi hoyrt nógv ringt, men eg taki mær tað ikki nær, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hennara arbeiði og tað hjá Norðuratlantsbólkinum minna ógvuliga lítið um hvørt annað. Eitt er, at Norðuratlantsbólkurin er sjálvstøðugur tingbólkur á fólkatingi, og Lisbeth L. Petersen er partur av tingbólkinum hjá bróðurflokk-inum hjá Sambands-flokk-inum, Venstre. Og eins samdir, sum Sambands-flokkurin og Tjóðveldisflokkurin eru í løgtinginum, eru flokkarnir eisini á fólkatingi. Kritikkurin er eins harður báðum megin.
- Teirra máti at arbeiða uppá er at seta spurningar. Helst so gamlar sum gjørligt, sigur Lisbeth L. Petersen og staðfestir enn einaferð, at kenslurnar millum tjóðveldis- og sambands-fólk ikki eru kølnaðar nak-að stórvegis. Hon leggur afturat, at hon sum umboð fyri Sambandsflokkin ongantíð kundi verið farin upp í Norðuratlantsbólkin, men fyri tí hevur tað riggað væl hjá øllum at virka á fólka-tingi. Vit hava ongantíð nýtt fólkatingssalin til at skeldast, sigur Lisbeth.
Ein fyrimunur
Hvørt nýtt fólkatingsumboð skal við innsetanina skrivað undir at vilja halda grundlógina. Hetta gjørdi Lisbeth longu í 1988, tá hon sat á fólkatingi eitt stutt skifti sum varamaður fyri Paula Ellefsen.
Hon hevur fylgt arbeiðsháttinum hjá Paula Ellefsen og øðrum sambandsumboðum á fólkatingi við at gerast partur av tingbólkinum hjá Venstre. Men hon vísir staðiliga aftur, at tað er selja seg politiskt. Tvørturímóti er tað ein fyri-munur at virka á henda hátt, heldur hon.
- Tað er púra skeivt, sum tað verður ført fram, at eg havi selt meg til nakran flokk. Eg kann velja júst sum eg vil, og eg havi altíð rætt til at siga mína hugsan fyri tingbólkinum, sigur Lisbeth.
- Tað er ein spurningur um, hvussu tú fært størstu ávirkanina. At vera einsamøll ? uttan fyri nakran bólk ? er dráp. Tá fært tú lítið burturúr og missir skjótt sambandi við restina av fólkatinginum, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon vísir, at hon hevur umvegis Venstre havt eitt ógvuliga tætt samstarv við fleiri ráðharrar og kann í nógvum málum ráðføra seg hjá teimum. Tað er ein ógvuliga góður máti at vísa á føroysk áhugamál, sigur Lisbeth.
Hon heldur, at uppgávan hjá føroysku umboðunum fyrst og fremst ikki er so nógv á talarastólinum.
Uppgávan hjá føroysku fólkatingsumboðunum er lobbyarbeiði. Tíverri vita danskir politikarar ofta alt ov lítið um føroyskt viður-skifti, sigur Lisbeth.
- Tað eru ikki fólkatings-umboðini, sum skulu reisa mál. Hetta hoyrir heima í løgtinginum.
Eitt føroyskt fólkatings-umboð skal eisini eigur eisini at sita í føroyska parlamentinum.
- Eg haldi, at tað er skeivt at hava fólkatingsumboð, sum ikki sita á løgtingi. Tú missir skjótt sambandi við, hvat gongur fyri seg og
Skjótt fyrrverandi før-oyska fólkatingsumboði heldur, at í dag er eingin forðan fyri at kunna røkja eitt løgtingsstarv og halda sessin á fólkatingi heitan.
- I dag ber so øgiliga væl til at arbeiða úr Føroyum við donskum málum. Tað er ferðasamband hvønn dag, og tøknin loyvir tær at fylgja við orðaskiftum hvar tað skal vera, sigur Lisbeth.
Angrar einki
Lisbeth hevur havt fyrrverandi fólkatingslimin Sonju Albrink sum skrivara saman við føroyinginum Atla Rasmussen. Lisbeth dylir als ikki fyri, at arbeiðsumstøðurnar hjá fólkatingsumboðum er øgiliga nógv betri enn umstøðurnar hjá løgtingsmonnum. Skrivararnir sita hvør í sínum lagi og arbeiða, meðan spurningarnir gerast støðugt meira afturlítandi.
Spurd, svarar Lisbeth, at hon ikki angar nakað hesi nógvu árini í politikki..
- Tað nyttar lítið at angra. Eg havi arbeitt upp á mín máta, og eg eri ikki broytt sum menniskja hesi árini í politikki. Eg havi mínar meiningar og mín máta at arbeiða, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon fekk í 1994 boðið at gerast løgmaður, men segði nei. Hon kundi gott havt hugsað sær at gerast løgtingsformaður einaferð, men tað er ikki nakað, hon angrar ikki at hava virkað fyri. Men árini í politikki hava merkt Lisbeth L. Petersen.
? Eg havi upplivað politiska lívið, og tað er oftani ein køld verð, og rangan er ikki pen. Ein avtala er ikki altíð ein avtala í politikki, og tað er ikki altíð lætt at skilja, tá tú sjálv gongur høgt uppí, at ein avtala er ein avtala, sigur Lisbeth L. Petersen.
? Húðin er vorðin tjúkk, men tú mást ikki gloyma at vera menniskja. Eg havi upplivað nógv valstríð og merkt fleiri knívar í ryggin, sigur Lisbeth.
Hon sigur seg fara at sakna samstarvið við danskar politikarar á fólkatingi, og hesi seinastu trý árini hava verið spennandi.
At tað oftani verður gjørt nógv burturúr hennari aldri, er hon ikki so glað fyri.
? Hóast tú røkkur pensjónsaldri, so nýtist tú ikki at vera nøkru ónytta.
?Tað verður altíð gingi so høgt uppí aldurin á kvinnum, men í løgtinginum sita nakrir gamlir abbar, sum eingin ger nakað burturúr, sigur Lisbeth.
Tað er valla nakað at ivast í, at tað kemur ikki so væl við hjá atkvøðubunkunum hjá Sambandsflokkinum, at fyrrverandi formaður ikki stillar uppaftur. Hennara omanfyri tveytúsund atkvøður skulu vinnast innaftur, og flokkurin hevur verið í sonnum illveðri í fjølmiðlunum ein stóran part av hesum seinasta árinum.. Nýggjur formaður er komin til, sum skal royna lyfta arvin eftir Lisbeth. Hon sigur, at hon hevur átt nógvar trúgvar veljarar, sum fyri tað nógva mestur eru kvinnur.
- Eg sakni fleiri kvinnur í Sambandsflokkinum. Tað vísir seg at vera ógvuliga trupult at fáa kvinnur at gerast aktivar í politikki. Tær mangla veruliga. Sjálv hevði eg ongan kvinnuliga fyrimynd, og eg havi altíð verið kritiserað fyri at vera nakað longur til vinstru enn eldru kreftirnar í flokkinum. Men eg havi ikki verið bangin fyri at gera vart við meg í sosialmálum og øðrum meira bleytum økjum, sigur Lisbeth L. Petersen.
Kanska ikki serliga óvæntað eru vónirnar hjá henni góðar fyri flokkin til hetta valið, men tað verður ikki lætt at endurvinna fólkatingssessin, hóast tað væl ber til, heldur hon.
- Seinasta val var óvanliga gott hjá Sambandsflokkinum. Sjálvandi vóni eg, at allar mínar atkvøður koma aftur til flokkin 8. februar, men valevnini hesaferð røkka kanska øðrum bólkum, enn eg gjørdi, sum kann geva eins nógvar atkvøður, sigur Lisbeth L. Petersen.
Tann síðsta
Á vegginum á kontóri 3-029 hanga myndir av næstan øllum føroysku fólkatingslimunum, sum eru valdir á fólkating. Myndir, sum í mong ár hungu á kontórinum hjá Òla Breckman. Myndirnar av Edmundi Joensen, Høgna Hoydal, Jóannesi Eidesgaard og Lisbeth sjálvari resta í fyri at geva eina fullfíggjaða mynd. À vegginum hongur eisini mynd av abba Lisbeth, Andrass Samuelsen, sum sat á fólkatingi árini1913-15 og 1918-1938.
Lisbeth hevur arvað kuffertið eftir abba sín. Og nú tað tynnist við eftirkomarum við brelli eftir politikki, so er spurningurin, hvørt Lisbeth ikki er tann síðsta av tí gamla sambands slagnum, men Lisbeth sjálv letur spurningin hanga til onnur at taka støðu til.
Spurningurin um, hvørt hetta eisini er byrjanin til endan sum starvið sum løgtingsval, verður svarað við, at tað má tíðin vísa. Enn er Lisbeth L. Petersen við í føroyskum politikki sum umboð fyri Suðurstreymoy á løgtingi. Og vit vita ikki, hvussu leingi hon verður verandi í føroyskum politikki.
?
FAKTA
Sum limur í Fólkatinginum fær Lisbeth L. Petersen 43.213 krónur um mánaðin ella 518.561 krónur um árið í løn. Umframt lønina fær hon eina viðbót áljóðandi 65.977 krónur um árið.
Lisbeth L. Petersen er partur av tingbólkinum hjá Venstre á fólkatingi. Øll fólkatingsumboð hava rætt til skrivstovuhjálp. Peningurin, sum Lisbeth fær til hetta endamál, er partur av samlaðu upphæddini hjá Venstre. Tað er síðani Venstre, sum lønar skrivstovufólkinum hjá Lisbeth L. Petersen og hevur ábyrgdina av at lata roknskap fyri virksemi inn. Hon er partur av trimum nevndum í fólkatinginum, og hon var herfyri danska umboðið á einari ráðstevnu í Turkalandi.
??
Blá bók
Lisbeth L. Petersen er fødd 28. februar 1939. Dóttir Rachel og Georg Lindenskov Samuelsen var honn fødd í eina Sambandsfamilju. Hon var leingi virkin í flokkinum, men kom ikki á ting fyrr enn í 1990, har hon hevur verið afturvald síðani. Hon varð vald í Tórshavnar býráð í 1984, og hon sat í býráðnum til 2000, harav árini 1992-1996 sum býráðsformaður. Var forkvinna í Sambandsflokkinum 2001-2004. Hon fekk í 1994 tilboð um at gerast løgmaður, men hon tók ikki av.
Lisbeth var gift við Jákupi Petersen, sum doyði í 2001, og eigur børnini Elsu og Georg.
Hon hevur verið tann kvinnan seinnu árini, sum hevur fingið nógv flestar atkvøður á løgtings-, fólkatings- og kommunvalum. Føroyingar hava ikki nakra sterka siðvenju at velja kvinnur á ting. Í tinginum í løtuni sita bert tvær aðrar kvinnur. Sum persónur minnir hon ikki um flestu føroysku politikarar. Ikki bert í mun til kynið, men eisini í mun til áhugamál og verumáta. Síðsta dagin í mánaðinum fyllir Lisbeth 66 ár.