Hvussu er lagið?
Tað er gott. Tað hevur tað verið leingi. Beint nú er nógv at gera í skúlanum; men eg trívist eisini best upptikin.
Hvat ger teg glaðan?
Umframt tað obligatoriska, tað vil siga tá fólk rundan um meg hava tað gott, fegnist eg, tá tingini koyra eftir skemanum. Mær dámar ikki óvæntaðan ”larm”.
Hvat er títt yndlings vers hjá Páll Finnur Páll?
Havi altíð dámt væl fyrsta vers í lagnum ”Har Steinarnir Spreingjast” hjá Páll Odduri:
Halt um meg,
ugga meg,
og sig, hvussu synd tað er í mær.
Leið meg millum fólk,
so tey síggja meg,
og sig so, hvussu synd tað er í mær.
Hvussu ger tú fyri at "skora"?
Eg havi ongantíð skorað nakra – tað havi eg hvørki tíð ella dirvi til. Eg lati meg skorað ístaðin.
Nær var tú seinast fullur?
Á nýggjárinum 2007/08
Hvat er tað fyrsta, tú minnist?
Hongslið á jarnhurðini í nonnuvøggustovuni í Varðagøtu ein morgun, tá eg var trý ára gamal. Eg vildi sleppa at lyfta hongslið upp frá, men mamma, sum bar meg, hevði ikki tíð at tvætla, tí hon skuldi til arbeiðis. Eg bleiv hysteriskur.
Hvønn eginleika hjá tær sjálvum er tú glaðast fyri?
Eg eri ein góður lurtari, sum sigst hava góð ráð í ermuni.
Hvørjir eru tínir størstu veikleikar?
Smæðin millum fólk, í so bráur. Dugi illa at sita stillur, og tosi, áðrenn eg hugsi.
Hvat ger teg illan?
Blívi ikki illur longur. Kann blíva eitt sindur “heitur”, tá útisetarnir her í Århus spæla flogbólt.
Trýrt tú uppá gud?
Haldi tað, ja.
Fortel um tín fyrsta muss:
Fyrsti mussin fekk eg frá einari í grannalagnum. Minnist hann ikki. Men tey hava mynd av honum. Hon er gift í dag.
Hvar hevði tú vilja verið beint nú?
Eg havi tað egentliga fínt her í Århus. Men eg trívist best í barndómsheiminum í Varðalág í Havn.
Leingist tú til Føroyar?
Viðhvørt. Ikki so nógv longur. Ferðist eisini nógv aftur og fram fyri tíðina. Komi forrestin heim í næstu viku.
Hvar fer tú at búgva, tá tú blívur stórur?
Tað verður helst í Føroyum. Eg eri rættiliga heimføðisligur. Føroyar eru eisini – paradoksalt nokk – eitt ”land of opportunities”. Tú kanst lættliga gera tað, tú vilt; hinvegin eru fjallatindarnir ikki so høgir.
Hvør núlivandi føroyingur er ordiliga kulur?
Har eru ikki so nógvir kulir føroyingar fyri tíðina; men starvsfelagin Høgni Djurhuus er rættiliga kul, tí hann er sín egin og gongur ikki uppá kompromis við nakran ella nakað. Og so kann man bæði flenna við og eftir hesum finurliga fýri við góðari samvitsku.
Hvar keypir tú tíni klæðir?
Eg keypi alt her í Århus. Eingin serligur yndishandil – bara tað er kvalitetur. Buksir og skjúrtur.
Hvør er tín lívrættur?
Sushi – fyri tíðina. Geri tað sjálvur.
Navn: Finnur Jensen
Aldur: 28 ár
Bústaður: Århus/Tórshavn
Starv: Cand. public-Lesandi á Århus Universitet, annars tónleikari og freelance
Familja: ógiftur