Ein sangur kann verða lýstur á nýggjan hátt og fáa eitt annað og størri virði enn frammanundan, táið ein fær at vita sálarkenslur hansara, ið skrivað hann hevur, og umstøður, ið kunna hava eggjað til, at sangurin í heila tikið er vorðin til.
Eisini kann vera forvitnisligt at vita hendingar og tilburðir í sambandi við ein sang, eftir at hann er framkomin og gerst lutur í tilveru menniskjans í ymiskum londum og skiftandi tíðum!
Soleiðis tekur P. W. Háberg til í formælinum til bók sína "Søgur um sangir", ið kom út í august mánaði í 1954.
Í hesi áhugaverdu bókini tekur hann fram nakrar og tjúgu sangir sum greiða frá hendingum og serligum umstøðum. Fleiri av sangunum eru yrktir undir dramatiskum umstøðum, men langt frá allir.
Hetta seinasta var eisini galdandi fyri sangin, sum eiðismaðurin, Kjartan Stakksund var í ferð við at skriva ein henda fyrrapartin í farnu viku.
Her var eingin dramatikkur ella serligar umstøður, sum lógu til grund fyri henda sálmin. Bert ein tøkk.
Nei, eg vaknaði bara í morgun og gleddist um Guds stóru náði. Tað ynskti bara at prísa Gudi fyri. Og hví ikki gera tað við einum sálmi?!, sigur Kjartan Stakksund, sum nú býr á Korndalsbýlinum á Eiði.
Hann hevur verið trúgvandi síðani hann var 15 ára gamal. Tá hevði hann sín fyrsta vitnisburð í missiónshúsinum "Karmel" á Eiði, og sum liggur beint við Korndalsbýlið.
Lesa og skriva
Tað munnu vera mong, sum kennast við henda altíð so fryntliga mannin av Eiði tann nú 75 ára gamla Kjartan Stakksund.
Hann hevur verið íðin at skriva í bløðini um andalig evnir, bæði sálmar og hugleiðingar í sambandi við tær kristnu høgtíðirnar.
Hann hevur eisini tikið ein hóp av søgiligum myndum úr heimbygdini, bara fyri at nevna nakað av tí, sum hesin lítillætni og eyðmjúki maðurin hevur fingist við.
Eitt árið var hann eisini partur av eini sjónvarpssending, sum vísti nakrar av gestunum sum riggaðu til at fara á ólavsøku. Til tjóðarhátíð okkara hevur hann verið fastur maður í mong ár.
Tíverri fyri hann fekk hann ein blóðtøpp, sum var so mikið álvarsligur at hann misti nakað av førleika sínum í høgru síðu.
Hóast hann nú býr á Korndalsbýlinum á Eiði, so er hann kortini virkin og ynskir at brúka tíð sína til ymiskt virksemi m.a. til at lesa og at skriva.
Ein stóran part av tíðini brúkar hann til at lesa í Bíbliuni.
Hetta er dagligur lestur fyri meg, sum hann tekur til.
Við vinstru hond
Blóðtøppurin hevði við sær, at Kjartan, sum dámar væl at skriva, ikki longur fær brúkt høgru hond sína til hetta.
Hetta hevur kortini ikki tikið hugin og áræðið frá honum at skriva niður tað, sum hann verður inspireraður at gera.
Sum hjálpitól í hesum sambandi hevur hann eina teldu. Og hóast hann bara skrivar við vinstru hond síni, so er teldan honum til stóra hjálp.
Henda eina morgunin í farnu viku vaknaði hann árla á morgni. Og eitt tað fyrsta hann vaknaði við, var ein lovsongur á varrunum um Guds stóru náði.
Eg vildi fegin sleppa at skriva henda sangin niður eisini. Eg havi longu skrivað tvey ørindi, og eri farin undir tað triðja, sigur Kjartan.
Seks ørindi
Hann hevði beint frammanundan vitjanini sløkt telduna, men tað er so gamaní at tendra hana einaferð enn til æru fyri myndamannin.
At tendra eina slíka teldu er lítið fyri hjá Kjartani.
Hygg, her eru so tvey tey fyrstu ørindini, sigur hann.
Og síðani lesur hann tey upp fyri gestunum úr høvuðsstaðinum.
Eg vildi fegin fortelja øðrum, hvussu stór náðin í veruleikanum er.
Hugsa tær bara hetta, Snorri. At kunna vakna hvønn einasta morgun til ein nýggjan dag. Ja, er tað ikki nógv at prísa Harranum fyri, sigur hann.
Klokkan er farin av hálvgum tólv, og skjótt stendur døgurðin fyri. Enn eru bara tvey vers komin á telduna, men hann hevur gjørt klárt til tað triðja ørindið.
Hvussu nógv vers, ið sangurin fer at hava? Tað dugi eg ikki at siga enn, eini seks, kanska, sigur hann.
Kanska prentaður
Hetta er ikki fyrsti sálmurin, ið Kjartan hevur skrivað og vónandi heldur ikki tann seinasti.
Eg havi ikki tal á, hvussu nógvar sálmar eg havi skrivað millum ár og dag. Men eg havi teir flestu her á telduni, sigur hann.
Nógvir av sálmum hansara hava verið prentaðir í teimum føroysku bløðunum, soleiðis at fólk hava havt møguleika at lesa teir, syngja teir og kanska eisini goyma teir.
Júst, hvat hann fer at gera við henda sálmin, hann var í ferð við at skriva, dugir hann ikki at siga enn.
Hann fegnast tó um, at bløðini altíð eru so beinasom at taka upp tað, sum hann skrivar annaðhvørt tað so eru hugleiðingar ella sálmar.
Eg veit ikki. Kanska endar hesin eisini í onkrum blaði, sigur Kjartan.
Fyri seg
Sálmur
1. Hav tøkk, o, Jesus, at náðin bjarta,
hvønn morgun vellir niður frá tær, Gud;
og nemur her tað troytta hjarta,
so friður her kann falla tær í lut.
2. Tú ert o, Jesus, mín frelsuklettur,
ein náðikelda rennur krossi av;
á Golgata er tann friðarblettur,
har blóðið rann, tú okkum lív tá gav.
3. (Ikki byrjað enn)
(Lag: O, um eg kundi tær Jesus prísa)