Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið?
- Eg havi góðar vónir um, at vit fáa fast samband til meginøkið. Eg havi stórt álit á nevndini í P/F Suðuroyartunnil, sum sitir og arbeiðir við verkætlanini, og eg bíði spent eftir niðurstøðunum, sum nevndin fer at koma við um ikki so langa tíð.
Tað sigur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna. Hon leggur aftrat, at hon hevur verið á einum fundi fyri Bjarna Hammer, sum umboðar Javnaðarflokkin í politiska fylgibólkinum.
- Á jaliga fundinum var politiski fylgibólkurin, sum umboðar allar flokkar á løgtingi, nevndini í P/F Suðuroyartunnilin, løgmaður og hansara embætisfólk, sum umsita málsøkið.
Hvønn týdning fer ein undirsjóvartunnil at hava fyri Suðuroynna?
- Ein komandi undirsjóvartunnilin hevur avgerandi týdning fyri framtíðina hjá Suðuroynni. Øll tøl peika tíanverri skeivan veg, og vit mangla vitanartung størv í Suðuroynni, sum geva góðar og tryggar inntøkur.
Súsanna Bertholdsen vísir á, at helvtin av øllum suðuroyingum hava eina inntøku, sum er lægri enn 250.000 krónur um árið, fiskavirkisskipanin hjá ALS er ein nógv brúkt skipan í Suðuroynni, aldurssamansetingin er longu skeiklað, og burðartalið er lágt.
- Hetta er sera dapurt, men ein veruleiki, sum vit mugu fyrihalda okkum til. Javnbjóðis atgongd til meginøkið er ein fortreyt, um neiliga gongdin skal venda. Haldi eisini, at tað hvílir ein stór ábyrgd á bý- og bygdaráðunum í Suðuroynni, sum mugu draga somu línu og í felag gera sítt til at venda gongdini.
Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið?
- So verður Suðuroyggin í enn størri mun ein útoyggj, sum ongan møguleika hevur at fáa lut í tí menning, sum meginøkið hevur fingið og framhaldandi fer at fáa.
Hevur tú eitt boð uppá, nær ein undirsjóvartunnil undir Suðuroyarfirði kann gerast veruleiki?
- Um 10-12 ár, sigur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna.