Írski framherjin Clinton Morrison var ferð eftir ferð í fyrra hálvleiki dømdur fyri rangstøðu, og tað var hann ikki heilt nøgdur við. Tað einu ferðina setti hann bóltin í netið, men linjuverjin hevði veittrað fyri rangstøðu:
- Eg haldi ikki, at tað var rangstøða. Linjuverjin hevði hug til at hyggja ov nógv eftir bóltinum og ikki, hvussu áleypararnir runnu, soleiðis at hann sá, hvar vit lógu, tá ið avleveringin fall, segði Clinton Morrison.
Noyðist at útseta frítíðarferð
Mikukvøldið hevði Clinton Morrison fyri fyrstu ferð unga Stephen Elliott úr Sunderland undir liðini á sær í írska álopinum, og tað helt hann gekk væl.
- Stephen er ein ungur spælari, sum ikki hevur so nógvar royndir enn, men eg haldi, at hann stóð seg stak væl, og okkara samanspæl var á eini góðari leið, hóast talan var um fyrsta dystin hjá honum frá byrjan, segði Clinton Morrison.
Tá ið írsku spælararnir eftir dystin fingu at vita, at fráferð teirra úr Føroyum var seinkað orsaka av vánaligum floglíkindum, kom hetta illa við hjá Clinton Morrison:
- Eftir ætlan skuldi eg flúgva úr Dublin til London hósmorgunin klokkan sjey, og síðani úr London til Mauritius á frítíðarferð fáar tímar seinni, men hetta sær nú út til at fara í vaskið, segði hann. Stóri Birmingham-framherjin segði, at nú trongdi hann harðligani til at taka sær av løttum í nakrar vikur, tí kroppurin var ógvuliga sperdur eftir eitt langt og hart kappingarár í Premier League.