Sølvi Vatnhamar er kosin til ársins spælara í føroyskum fótbólti í 2016. Leirvíkingurin fegnast um heitið, tí hann er valdur av spælarum, venjarum og fólki, ið fylgja væl við í fótbóltinum.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna
Hann hevur spælt øll árini við Víkingi síðani 2008. Undan tí spældi hann við LÍF. 30 ára gamli landsliðsmiðvallarin væntar at spæla í Víkingi nógv ár afturat.
- Eg hoyri heima í Víkingi. Um kroppurin sigur ja, so spæli eg við Víkingi nógv ár afturat, sigur Sølvi Vatnhamar, sum stórtrívist í felagnum
Hann hevur í ár skotið 14 mál, men heldur at verjan eigur stóran heiður í FM heitinum.
- Tá tú hevur eina verju, sum næstan ikki letur mál inn, so skal ikki so nógv til at vinna dystir, sigur Sølvi Vatnhamar.
Hetta er fyrstu ferð, at Sølvi Vatnhamar er kosin til ársins spælara.