Eg ivaðist ikki í at eg fór at yvirliva

KRABBAMEIN Tað var ein øgiligur skelkur, tá ið læknin fortaldi mær, at eg hevði fingið krabbamein. Men eg føldi alla tíðina, at eg var í tryggum hondum, sigur Magnus Magnusen, sum er ein av mongum, sum er lektur fyri krabbamein

Tað var eitt kvøldið, hann lá í seingini, at hann varnaðist, at okkurt var galið.
- Brádliga føldi eg, at eg hevði ein knút í búkinum, so stóran sum ein hondbóltur.
Men kortini risti hann tað av sær og fór ikki til lækna, fyrrenn konan ornaði hann til kanningar.
Tað sigur Magnus Magnusen úr Kvívík, men sum býr í Havn.
Í 2010, tá ið hann var 50 ára gamalur, fekk hann krabbamein, men í dag, trý ár seinni, er hann lektur.
- Tað eru fleiri og fleiri, sum verða lekt fyri krabbamein. Men tá ið vit hoyra um Krabbamein í fjølmiðlum og millum manna, er tað mest, tá ið tað gongur illa og viðgerðin ikki eydnast.
- Tær góðu søgurnar eru alt ov sjáldan at hoyra, leggur hann afturat.
Men nú er hann til reiðar at greiða frá síni góðu søgu.
- Eg eri farin at býta lív mítt sundur í tríggjar partar. Lívið áðrenn eg fekk staðfest krabbamein, lívið ímeðan eg var í viðgerð og lívið aftaná krabbamein.

Doyvdi meg við kodimagnyl
Magnus Magnussen er verkfrøðingur hjá SEV.
Í frítíðini plagdi hann at vera rættiliga virkin, tí honum dámar væl at koyra á. Í hesum sambandi bæði rann og hann sparkaði hann.
Men tað var á vári í 2010, at hann fór at føla seg illa.
- Eg legði til merkis, at eg orkaði ikki so væl, sum eg plagdi, eg hevði ilt í búkinum og um næturnar kundi sveittin leka av mær.
Men hann helt, at tað mundi bara vera aldurin, ella bara vanlig møði og et trúði í hvussu so er ikki, at nakað serligt var áfatt.
Um hetta mundi rann hann nógv, tí hann vandi miðvíst til eitt hálvt maraton, sum skuldi vera í Brúxelles.
Samstundis vóru teir nakrir starvsfelagir á SEV, sum meldaðu seg til flaggdagsrenningina í Havn í 2010.
- Hendan flaggdagsmorgun føldi eg meg slett ikki væl og eg hevði eisini ilt í búkinum. Men eg doyvdi meg við tveimum kodimagnyl og so legði eg til brots at renna.
- Tað gekk fínt – til eg hevði runnið hálvan teinin, 3,5 kilometrar. Tá segði búkurin stopp, tí eg fekk herviligan krampa og mátti gevast.
Men heldur ikki tað fekk Magnus at fara til læknan.
- Tá ið tað herðindi var av, nakað eftir, var alt aftur við tað gamla og eg arbeiddi og livdi, sum vanligt.
Hann sigur, at á veg til maraton renningina í Brúxelles var hann í Íslandi og tað var fyrstu ferð, hann av álvara vildi viðganga fyri sær sjálvum, at okkurt var áfatt.
- Eg lá á rygginum í seingini, tá ið eg brádliga merkti at eg hevði ein knút, so stóran sum ein hondbólt í búkinum.
- Tá varð eg rættiliga bangin, sigur hann.
Men eg bleiv kortini ikki so bangin, at eg fór til lækna, leggur hann turrisliga afturat.
- Ístaðin mannaði eg meg upp og fór til Brúxelles at renna hálvt maraton.
- Men tað gekk, sum tað mátti ganga og tað vil siga, at tað gekk heilt illa, men eg kom tó kortini á mál, um enn tað var við biti og sliti.

Konan ornaði hann til lækna
Hann sigur, at í forlongilsi av ferðini í Brúxelles, høvdu hann og konan avtalað at fara til Barcelona at halda feriu í eina viku.
- Tað fóru vit eisini, men ta vikuna livdi eg mest upp á kodimagnyl, tí eg hevði so ilt í búkinum.
Magnus Magnussen sigur, at tað var ikki fyrrenn á hesi ferðini í Barcelona, at hann fortaldi konuni fyrstu ferð um knútin í búkinum.
- Hon gjørdi mær greitt, at eg mátti til lækna alt fyri eitt, vit komu heim aftur.
Magnus viðgongur, at hann var ikki heilt ærligur fyri sær sjálvum.
- Eg vildi ikki ásanna fyri sær sjálvum, at eg var sjúkur og nú má eg staðfesta, at tað var ein feilur.
- So mín boðskapur skal vera púra greiður: Følir tú á tær, at okkurt er áfatt, far so til lækna.
- Tað er í hvussu so er ongin skaði at fara til lækna og far heldur einaferð ov ofta enn einaferð og sjáldan, sigur hann.
Sjálvur heldur hann, at av røttum átti hann at farið til lækna einar tveir, tríggjar mánaðir fyrr.
Men tað fór hann ikki, tí innast inni vildi hann ikki ásanna, at nakað var áfatt.
- Í dag skilji eg ikki, at eg ikki var ærligari fyri mær sjálvum, tí eg fór ikki til lækna, hóast øll tekin vóru um, at alt ruggaði ikki rætt, leggur hann afturat.

Nakað lort
Magnus sigur, at beint, tey vóru afturkomin úr Brúxelles, fór hann tískil til lækna og læknin staðfsti beinanvegin, at knúturin í búkinum mátti kannast.
- So gekk alt slag í slag - tað rættiliga skjótt eisini.
Hann sigur, at tað gingu ikki nógvir dagar, so fekk hann boð at møta í røntguni á Landssjúkrahúsinum.
- Longu dagin eftir ringdu tey aftur eftir mær og bóðu meg koma útaftur á Landssjúkrahúsið og tað var ikki fyrrenn tá, at eg fyrstu ferð varð greiður yvir, at okkurt álvarsligt var á vási.
- Har tosaði ein lækni við meg og uttan at balla nakað inn fortaldi hann mær, at ”eg hevði í øllum førum fingið nakað lort”, sum læknin tók til.
Men so legði hann afturat: Eftirsum tú hevur fingið nakað lort, so er hetta tað besta lortið, tú kundi fáa.
Hann fortaldi mær, at eg hevði Krabbamein í eitlunum í búkinum, men at talan var um eitt tað mildasta slagið av krabbameini, sum er, og tí helt hann, at eftir umstøðunum var eg væl sloppin.
Magnus Magnussen sigur, at tók læknanum tað rættiliga illa upp, at hann skuldi málbera seg soleiðis, tí hann helt, at tað var ein harðrendur máti at fáa boðini upp á.
- Men tá ið eg síðani havi hugsað meg um, haldi eg, at hetta var ein frálíkur máti at fáa so ring boð upp á.
- Læknin legði fyri tí ringasta, men kom so beinanvegin við øllum tí positiva og eg haldi, tað var tann rætti mátin, sigur hann.

Í góðum og tryggum hondum
Magnus sigur, tað var rættiliga, so varð hann settur í viðgerð og tað gekk bæði skjótt og væl.
- Eins og tað er alt ov sjáldan, at vit hoyra góðar søgur um krabbamein, er tað eisini alt ov sjáldan, at vit hoyra tær góðu søgurnar um Landssjúkrahúsið.
Í hesum sambandi sigur Magnus, at hann hevur bara alt gott at bera læknum og starvsfólki annars á Landssjúkrahúsinum, tí har gekk alt sum á skinnarum.
- Eg føldi alla tíðina, at eg var í góðum og tryggum honum og at talan var um eina professionella viðgerð, har læknarnir í allari tilgongdini vitstu út í æsir, hvat teir høvdu við at gera.
Hann sigur, at kenslan av, at hann var í góðum hondum, hjálpti rættiliga væl upp á sálarligu støðuna, hóast tað sjálvsagt var ein ræðuligur skelkur at fáa at vita, at hann hevði krabbamein.
- Eg fekk beinanvegin so stórt álit á læknunum sum viðgjørdi meg, at tað fall ein friður yvir meg og eg ivaðist ongantíð í, at eg fór at yvirliva.
- Eg fekk eisini beinanvegin at vita frá læknunum, at endamálið við viðgerðini var at lekja meg, ikki bara at halda sjúkuni niðri.
Hann fekk somuleiðis at vita, at eg skuldi ikki undir skurð, men ”bara” hava kemoviðgerð.
Og tað vóru av sonnum góð tíðindi hjá Magnus.
- Ræðumyndin eg annars sá fyri mær, var, at eg skuldi undir skurð og at alt skuldi leggjast út ígjøgnum síðuna.
- Tí var tað ein stórur lætti at fáa at vita, at eg ikki skuldi undir skurð.
Magnus Magnussen skoytir upp í, at í farnu viku vóru hann og konan í Keypmannahavn. Tey gistu á einum hotelli og á bróstinum á hotellkamarinum stóðu hesi gullkornini hjá Piet Hein:
”Der er en ro, og den beror på, at du er tro mod det du tror på”.
Hann sigur, at fyri tað kundi hetta ørindi akkurat tað sama verið skrivað til hansara, tí tað var akkurát soleiðis hann føldi tað undir allari viðgerðini.
- Eg var alla tíðina trúgvur í trúnni upp á, at eg fór at verða frískur aftur.
Hann sigur, at í roynd og veru var hann nógv bangnari fyri teimum kanningum, hann skuldi til, eftir at viðgerðin var liðug fyri at vita, um krabbameinið var burtur.
- Tann reaktiónin, sum ikki kom ímeðan eg var sjúkur, kom kanska ikki fyrrenn viðgerðin var liðug og eg skuldi til kanningar aftur, sigur hann.
- Tá ið tú fert at vita, at tú hevur krabbamein, slepst ikki undan at tað kemur ein reaktión. Spurningurin er bara nær hon kemur og mín kom so ikki fyrrenn aftan á, tí tá eg skuldi til uppfylgjandi kanningar, varð eg brádliga ræðuliga bangin.
Nú havi eg gingið til regluligar kanningar í sløk trý ár, men har eg onki at síggja og í dag havi eg onki krabbamein í kroppinum, sigur hann.

Opið og ærliga
Magnus sigur, at hann gjørdi beinanvegin av, at hann skuldi ikki fjala at hann var vorðin sjúkur og tí fortaldi hann vinum, kenningum og starvsfeløgum, at hann hevði fingið krabbamein.
- Eg vildi heldur tað enn fólk fóru at tutla í krókunum og at slaturin skuldi fara at ganga.
Hann heldur eisini, at tað var ein røtt avgerð, tí hann fekk nógvan og góðan stuðul allarstaðni.
Ikki minst er hann fegin fyri stuðulin, hann fekk frá arbeiðsplássinum og starvsfeløgunum.
- Leiðslan í SEV gjørdi mær greitt, at eg kundi koma og fara, sum eg hevði tilboð til.
- Hevði eg brúk fyri at koma til arbeiðis, skuldi eg koma, hevði eg brúk fyri at vera heima, skuldi eg vera heima.
Hann sigur, at hetta var akkurát tað hann hevði brúk fyri, so tað hjálpti honum einastandandi væl.
- Tað merkti, at eg kundi fara til arbeiðis, tá eg orkaði og sostatt sleppa burtur frá sjúkuni eina løtu og tað var ein møguleiki, eg brúkti rættiliga nógv.
- Alternativið var at ganga heima og bara hugsa um sjúku og um, hvussu illa alt gekk.
- Eg eri vísur í, at tað hevði verið nógv meiri niðurbrótandi, leggur hann afturat.
Magnus og konan eiga tríggjar dreingir, sum vóru 11, 14 og 19 ára gamlir, tá ið hann fekk krabbamein.
- Vit gjørdu av at siga teimum sum var og teir vóru allir nóg gamlir til at vita, hvussu álvarsom sjúka, krabbamein er.
Magnus sigur, at tað var ymiskt, hvussu teir tóku tað.
- Onkur spurdi nógv, men onkur varð meiri tigandi. Men eg haldi, at tað hevur týdning at at hava eitt serstakliga vakið eyga við børnunum. Hava tey hug at søkka inn í seg sjálvi og leita sær í einsemi, skulu tey ikki hava frið, tí tað er neyðugt at fara eftir teimum og hála tey fram í ljósið aftur.

Ræðuligur niðurtúrur
Fyrsta stigið í viðgerðini var at taka nakrar royndir av knútinum at nágreina akkurát, hvat slag av krabbameini, talan var um.
- Tað gekk illani at taka royndirnar, tí tvær ferðir miseydnaðist tað. Sostatt gekk næstan ein mánaði til tað varð staðfest, hvat slag av krabbameini eg hevði, so at eg kundi setast í viðgerð.
- Tað var ein ómetaliga hørð tíð, serliga tí at eg hevði so ilt í búkinum, at eg fekk ikki etið.
- Eg eri ikki av størsti og prúðastu monnum tí eg vigi eini 76-78 kilo.
- Men ímeðan eg bíðaði eftir at sleppa í viðgerð, fall vektin heilt niður á 59 kilo, so eg misti eini 20 kilo –og tað sást á mær.
Hóast Magnus sigur, at hann er positivur av lyndi og ikki ivaðist í, at hann fór at klára tað, má hann kortini viðganga nú, at hann stúrdi rættiliga illa.
Serliga eftir tað fyrstu kemoviðgerðina var hann heilt í kolakjallaranum, tó hann bleiv so ússaligur av henni, at hann vaknaði um náttina og ”trúði at eg doyði” og eg havi ongantíð verið so langt niðri.
- Men tað hjálpti, at eg var fyrireikaður upp á tað, tí læknarnir høvdu fortalt mær, at eg skuldi vænta, at at eg fór at fáa tað ringt av teimum báðum fyrstu kemoviðgerðunum.
- Men hjá mær var tað tíbetur bara tann fyrsta, sum eg bleiv so ússaligur av, so tað hjálpti upp á lagið.
Hóast eg var í viðgerð, royndi eg at vera virkin og at ganga og súkkla.
- Ólavsøkuaftan var avbera gott veður og eg koyrdi mær ein túr niðan á Hotel Føroyar og fór til gongu úteftir.
- Tá ið eg var komin ein kilometur burtur, kom brádliga fjáltur í meg, tí eg visti ikki um eg kláraði at ganga heim aftur.
- Eg hevði onga telefon og øll vóru niðri í býnum á ólavsøku, so útlitini fyri at nakar gekk seg fram á meg, vóru ógvuliga smá.
Men hann kláraði so aftur í bilin og slapp sær til hús.
Hinvegin hjálpti tað nógv upp á sinnalagið, at hann varnaðist skjótt, at hann fór at orka betri og betri.
Annars kundi tað vera ein avbjóðing at fáa tíðina at ganga, tí orkan var so lítil.
Men til alla lukku var HM í fótbólti í Suðurafrika akkurát um hetta mundi.
- Mær dámar væl at hyggja at fótbólti, so eg sá hvønn einasta dyst. Og beint eftir kom heimsins størsta súkklukapping, Tour de France, so har fóru næstan tveir mánaðir frammanfyri sjónvarpinum.

Ikki sami maður
Magnus Magnussen sigur, at eftir at viðgerðin var liðugt, fór gamli kroppurin so spakuliga at byggja seg upp aftur – eisini við teimum lýtum og brekum, sum hann var merktur av frammanundan.
- Áðrenn eg varð sjúkur, stríddust eg við ov høgum blóðtrýstið. Undir viðgerðini var blóðtrýstið fínasta slag, men síðani eg eri vorðin frískur, er tað aftur farin at hækka.
Men kortini staðfestir Magnus, at hann er ikki vorðin sami maður aftur.
- Tá ið eitt húsfólk fær krabbamein, setir tað síni spor hjá øllum í húskinum. Heimið er langt frá tað sama, og húsfólkið verður mint á sjúkuna alla tíðina, tí eg mistu alt hárið av kemoviðgerðini, so sjúkan verður so sjónlig.
- Ert tú sjúkur av so álvarsligari sjúku sum krabbameini, kemur tú altíð særdur út aftur í hinum endanum, bæði kropsliga og sálarliga. Tað er ein natúrligur partur av eini so álvarsamari tilgongd og tað skalt tú læra teg at liva við.
Magnus sigur, at hann var ikki bangin fyri at leita sær hjálp frá Krabbameinsfelagnum og tað var ein góður stuðul.
Hann var heldur ikki bangin fyri at leita sær hjálp frá sálarfrøðingi og alt tað hevur hjálpt honum væl, tí tað hevur lært hann at seta lívið og tilveruna í perspektiv.
- Og tað er kanska ikki fyrenn aftaná, at eg av álvara varnist, hvussu bangin eg í veruleikanum havi verið.
- So kanska var eg heldur ikki heilt ærligur fyri mær sjálvum í hesum føri, tí tað slepst ikki undan, at tað er ein ræðuligur niðurtúrur at fáa eina so álvarsama sjúku, sum krabbamein er.
- Tí hevur tað stóran týdning at eisini tann sálarligi parturin verður tikin í álvara og at hjálp eisini fæst til tað.
Alt í alt hevur hann tað gott nú, bæði kropsliga og sál.
Magnus var í viðgerð í fimm mánaðir. Í tvey ár hevur hann gingið til kanningar, tvær ferðir í skannara og fýra ferðir eru blóðroyndir tiknar.
Hesi næstu trý árini skal hann skannast einaferð um árið og taka blóðroynd tvær ferðir – og so er liðugt.
- At fáa krabbamein er ein sjúkutilgongd, sum er hørð og sum setir síni spor, sigur Magnus.
- Nú havi eg í nógv størri mun lyndi til at njóta løtuna og tað, eg havi hug til at gera, útseti ikki til næsta ár.
- Eg eri nógv meiri tilvitaður um, at liva lívið ímeðan eg havi tað.
Feskasta dømið um tað er, at fyri stuttum stakst tað brádliga upp á hann, at hann og konan skuldi fara eina ferð til Keypmannahavnar at ferðast.
- Sum sagt so gjørt og tí bílegði eg ferðaseðlar beinanvegin, sigur Magnus …
Hann leggur afturat, at ímeðan hann lá á sofuni og hugdi at Tour de France, lovaði hann sær sjálvum, at einaferð skuldi eisini hann koma súkklandi til París.
- Tað fari eg at gera næsta ár, sigur Magnus Magnussen.