Eg ivist ikki í at vit fáa eitt vaktarskip afturat

- Vit arbeiða framvegis við málinum og eg ivist ikki í, at ein loysn fer at vísa seg heilt skjótt

- Vit hava følarar úti alla tíðina. Men enn hevur tað so ikki eydnast okkum.

Enn er ógreitt, hvussu verður vorðið hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, og um tað fer at eydnast teimum at finna eitt vaktarskip ístaðin fyri Nim, sum varð løgd, av tí at krøvini frá skipasýninum vóru so strong, at tað loysti seg ikki at fara í holt við tey.

Síðani Nim varð løgd, hevur Vaktar-og Bjargingartænastan bara havt Tjaldrið. Og útlitini fyri at finna eitt skip afturat Tjaldrinum hava ikki verið góð.

Men leitað verður framvegis. Og Kaj P. Mortensen, fiskivinnustjóri ivast ikki í, at tað fer at eydnast.

Í farnu viku frættist, at menn vóru farnir til Noregs at hyggja eftir einum skipi. Men tað avsannar Kaj P. Mortensen.

Men verður framvegis leitað.

-Vit hava følarar úti alla tíðina. Men beint nú er onki skip á marknaðinum, sum er brúkiligt og sum hóvar til okkara brúk.

- Men tað kann altíð okkurt stinga seg upp, leggur hann afturat.

Kaj Mortensen er enntá toliliga vísur í, at tað fer at eyndast at finna eitt skip

-Eg ivist ikki í, at vit finna eitt skip, so at tað verða tvey vaktarskip undir Føroyum, í hvussu so er tað tíðina, tað er mest átrokandi.

Hann sigur, at tað er serliga í januar, februar og úteftir, at tað er mest átrokandi at hava eitt skip.


Kunnu ikki brúkast

Nú hevur tað verið upplýst, at tykkum stendur tvey skip í boði, báði Ólav Halga og Tórsvík?

- Ja, tað hevur staðið í Sosialinum. Sjálvur kenni eg onki til tað. Men eg kann sjálvandi ikki afturvísa, at okkurt samband hevur verið við reiðaríðini hjá skipunum og sjálvt eftirlitið, tí tað veit eg onki um. Men ongin hevur so vent sær til fiskimálastýrið um tey bæði skipini.

Men so leggur hann afturat, at hvørki av teimum báðum skipini eru egnað til vaktartænastu undir Føroyum.

- Ólavur Halgi varð seldur, tí hann stóð fyri eini umvæling uppá tvær milliónir eftir krøvum frá skipasýninum, um hann skuldi halda fram sum vaktarskip undir Føroyum.

- So tað er ongin loysn at hjá okkum at leiga Ólav Halga- og fáa krøv uppá tvær milliónir frá skipasýninum uppá tvær milliónir.

Í løtuni er Ólavur Halgi vaktarskip hjá oljuvinnuni í Norðsjónum, men Kaj P. Mortensen sigur, at tað verða øðrvísi krøv sett til eitt skip, sum skal røkja vaktartænastu undir Føroyum. Tí í Norðsjónum liggur hann bara stillur hjá pallunum. Sum vaktarskip undir Føroyum kemur hann at arbeiða nógv meiri.

- Ólavur Halgi hevur ongantíð verið væl egnaður. Hann er heldur ikki væl egnaður nú, hann er enn meiri uppslitin, enn hann var, tá ið hann varð seldur, er stutta niðurstøðan hjá fiskivinnustjóranum.

Sostatt afturvísir Kaj P. Mortensen, at tað er av politiskum orsøkum, at tað ikki ?ber til? at leiga Ólav Halga, eftir at hann varð seldur, tí hann skuldi vera óbrúkiligur.

Hann leggur afturat, at Tórsvík kann heldur ikki brúkast. Tórsvík hevur verið uppá tal fyrr. Tað stóð landsstýrinum í boði at keypa hann, men hann varð vrakaður, tí hann var ikki egnaður.

- Hann lýkur treytirnar hjá skipasýninum. Men hann hevur ikki motororku til at sleipa við. Og er tað nakað, vit hava brúk fyri, er tað sleipikraft.


Finna eina loysn

Sjálvandi ivast Kaj P. Mortensen ikki í, at ein avloysari verður funnin fyri Nim.

- Men tað verður helst ikki ein varandi loysn. Talan verður helst um eitt skip, sum kann røkja vaktartænastu og fiskiveiðieftirlit undir Føroyum ta tíðina, tað er mest átrokandi.

- Hann veit ikki, nær skipið kemur, men tað er í tíðini frá januar, februar og úteftir, at tað er mest tørvur á vaktarskipum undir Føroyum.

Annars heldur hann, at føroyska fiskiveiðieftirlitið er nógv styrkt seinastu árini.

- Tað er rættiliga nógv fólk, sum ferðast runt og ger kanningar á landi.Afturat tí hava vit Tjaldrið. So tað ber til at hava rættiliga neyvt eftirlit.

- Men vit arbeiða fyri at fáa eitt skip afturat og eg ivist ikki í, at vit fáa eitt, sigur Kaj PMortensen.