Nú um dagarnar heitti Høgni Hoydal, formaður í størsta andstøðuflokkinum á tingi, Tjóðveldisflokkinum á løgmann um at kalla formenninar í øllum flokkum saman til at viðgera aktuellu støðuna, sum hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum á teimum ovurstóru skipasølunum, sum hava verið í seinastuni. Anfinn Kallsberg, formaður í Fólkaflokkinum heldur tað vera nóg mikið, at samgongan tekur málið upp, tá tingið kemur saman aftur. Hesum er Høgni Hoydal ósamdur í eins og hann ikki kann taka undir við tí, sum hann nevnir uttanumtos frá leiðsluni í Fólkaflokkinum.
Uttanumtos
-Eg havi lisið tað, sum Jørgen Niclassen og Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum siga um skipasølurnar, og tað fær meg bara at staðfesta, at vit føroyingar eru heimsmeistarar í uttanumtosi. Tá teir og onnur við tosa um skatting, so er tað enn eitt dømi um uttanumtos. Kjarnin í málinum er tann, at fiskirættindini eru ikki ogn hjá einstaklingum. Tá Anfinn Kallsberg so eisini fer at tosa um ognarskatt, so er tað jú púra burturvið, tí fiskatilfeingið er ikki ogn hjá einstaklingum.
Høgni Hoydal heldur tí orðaskiftið longu verða heilt avsporað, eitt nú tá tosað verður um øvundsjúku og um, at vinnulívsmenn ikki skulu fáa nakað burtur úr sínum innsatsi.
-Øll unna vit vinnulívsmonnum, sum skapa virði, eisini at fáa avkast av sínum. Men tað vit tosa um nú, nevniliga sølu av kvotum, eru ikki virði, sum einstakir vinnulívsmenn hava skapt, men tað er sølan av sjálvum rættindum til at fiska. Og tað eru ikki vinnulívsmenn, sum hava bygt tað upp. Tað er nakað, sum liggur undir landsins myndugleika.
Formaður Tjóðveldisfloksins heldur fast um, at tað verða gjørdar so nógvar royndir at sparka hetta málið út til hornaspark, tí man vil grugga tað. Hann leggur áherðslu á, hvat hetta málið veruliga snýr seg um, nevniliga tað, at í okkara lóggávu eru fiskirættindi og fiskiríkidømi ogn Føroya fólks. Tí er tað avsporað at tosa um øvundsjúku og skatting. Tosar man um skatting, so hevur tú samtíðis viðurkent, at tað er ogn hjá einstaklingum, og tað gongur ikki leggur tjóðveldisformaðurin aftrat.
Heitti á løgmann
Høgni Hoydal sendi nú um dagarnar bræv til løgmann við ynski um, at hann kallaði allar flokkar inn at viðgera aktuella málið í kjalarvørrinum á teimum risastóru skipasølunum:
Tað undrar meg stórliga, at løgmaður ikki hevur gjørt tað. Okkara mál er at fáa eina skipan, har tað almenna tilfeingið verður leigað út til tey, sum skulu brúka tað, og har tey so mugu gjalda fyri tað til tað almenna.
Hann hevur eisini viðmerking til tað, sum Jenis av Rana, formaður Miðfloksins hevur sagt um sama mál: -Eg síggi, at Jenis av Rana úttalar seg til Sosialin um, at hetta er prísurin fyri at fara í song við Fólkaflokkinum. Tað er rætt, og vit ætla okkum heldur ikki at renna undan ábyrgd fyri, at nakað átti at verið gjørt við málið, men tað er nústaðni nú tey seinastu tvey árini, at man hevur sæð tær heilt grovu avleiðingarnar av verandi skipan.
Høgni Hoydal sigur víðari, at tá teir vóru í samgongu við Fólkaflokkinum brúktu teir orku uppá at steðga studninginum. -Ein kann bara ímynda sær, hvussu støðan hevði verið nú, um studningurin varð settur í verk aftur, sum fleiri royndir vórðu gjørdar til frá 1998 til 2002. Tá hevði tú fyrst givið studning til nakrar einstaklingar, og síðani hevði tú eisini lovað teimum at selt rættindini, so tað hevði verið uppaftur verri sigur hann og heldur fram:
-Hetta er ein politiskur trupulleiki, ið eingin politiskur flokkur kann renna undan, og tí er tað ringasta, sum kann henda, at man fer at sparka bóltin út til hornaspark alla somlu tíðina og geva hvørjum øðrum skyldina. Vit eru til reiðar at gera nakað við hetta alt fyri eitt, og mín meting er, at tað er ein stórur og breiður politiskur meiriluti fyri at gera hetta. Og tað má tí ikki blokerast av tilvildarligum minnilutum, sum bara royna mjørkaleggja málið við slíkum útsóknum sum, at eingin unnir vinnulívsmonnum nakað og har roynt verður at ræða við, at hetta er vegurin til ognarskatt osfr.
Ábyrgdin liggur í Fiskimálaráðnum
-Tit hava sitið við leiðsluni fyri fíggjarmálum í mong ár, men hava kortini einki gjørt við hetta?
-Tað hoyri eg fólk siga, men tað er ikki rætt. Tí vit brúktu ótrúliga nógva tíð at stríðast ímóti, eisini umsitingini av okkara fiskatilfeingi oø. Serliga var tað studningurin, sum tá var í andglettinum. Vit vunnu tað slagið. Vit umsótu ikki fiskivinnuumsitingina, men vit vóru eisini teir, sum saman við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum søgdu, at umsitingin av málinum viðvíkjandi rækjuflotanum skuldi fáa avleiðingar fyri Jørgen Niclassen, landsstýrismann. Vit vóru eisini inni í Jógvan S málinum, sum eisini er eitt av teimum málum, ið liggur á kantinum, har lógin sigur eitt í eini grein og nakað annað í eini aðrari.
So ein stórur partur av trupulleikunum í fiskivinnulóggávuni er tann háttur, sum hon verður umsitin uppá, og tað hevur so bæði verið av teimum táverandi fiskimálaráðharrunum hjá Fólkaflokkinum og nú eisini hjá Sambandsflokkinum. Tí kann man ikki skáka sær undan hesum við at siga, at Tjóðveldisflokkurin gjørdi einki við málið í samgongu, tí vit umsótu ikki fiskivinnumálini. Høvdu vit tá verið greiðir yvir, hvussu víttgangandi hetta kundi blíva, so hevði tað helst eisini verið eitt uppaftur størri politiskt mál tá. Men tað er nústaðni nú undir hesi samgonguni, at teir stóru handlarnir eru farnir fram, og eisini har útlendskur kapitalur kemur inn. Tað kann ikki vera í tráð við lógina. Tað ber ikki til.
Ikki samgongumál aleina
-Anfinn Kallsberg sigur við Sosialin, at hetta er eitt samgongumál og heldur, at samgongan tí eigur at viðgera tað?
-Løgmaður skal ikki parkera hetta sum eitt samgongumál, tí so hendir einki. Tað má takast upp sum eitt mál millum allar flokkar, og har eigur løgmaður at kalla allar floksformenninar til fund.
Og her hevur formaður Tjóðveldisfloksins so trý boð uppá, hvat kann gerast:
-Vit eiga fyri tað fyrsta beinanvegin at steðga tí, sum stendur í lógggávuni um samanlegging av veiðiloyvum. Vit síggja, at har kunnu vera ein rúgva av smærri skipum, sum einki virði hava men sum kunnu blíva seld til stórt virði, bara tí tey hava rættindi og tí man keypir tey saman til eitt størri skip.
Síðani eiga vit at seta ein fyribils steðg fyri at flyta veiðuloyvi yvir, fyrr enn man hevur avklárað spurningin um almennu ognina, og í triðja hava vit ítøkilig uppskot til, hvussu man kann gera eina skipan, sum bæði er rættvís fyri vinnuna, og har tað almenna fær inntøkurnar fyri at leiga rættindi út til at fiska, nakað í sama stíl sum tá vit geva loyvi til oljuboring.
Sama skipan sum við olju
Floksformaðurin heldur fyri, at føroyingar høvdu verið á gosi, um t.d. tað loyvið vit hava givið Statoil á landgrunninum varð selt víðari til BP fyri tíggjutals milliardir. Tvs. at vit mugu fáa eina skipan, har vit umsita alt tilfeingi sum almenn ogn og har skulu gjalda fyri at kunna leiga tað í ávíst tíðarskeið.
-Tað er okkara ítøkiliga boð uppá framtíðina samtíðis sum vit gera nakað fyribils fyri at steðga tí, sum nú hendir. Gera vit einki við hetta, so verður tað sera trupult hjá øðrum at sleppa framat í fiskivinnuni, tá man longu skal gjalda ein okurs prís á privata marknaðinum fyri at sleppa upp í vinnuna.
Hvat viðvíkur útlendsku íløgunum í føroyskari fiskivinnu heldur Høgni Hoydal, at tað, sum nú hendir kann ikki vera í tráð við lógina, tí hon sigur, at tað er bert loyvt við einum triðingi á útlendskum hondum, og handlarnir, sum nú fara fram, eru so stórir, at her má útlendskur kapitalur verða uppi í í stóran mun.
-Eg dugi ikki at síggja, at tað hevði borið til at gjørt hesar handlar, um ikki tað vóru sterkar útlendskar kreftir aftanfyri. Og at man vil gjalda so høgan prís má vera fyri at fáa ræðið á nøkrum fiskirættindum, sum man roknar við bæði verða kvoterað og enn meira regulerað í framtíðini.
Ákæri ikki vinnulívsmenn
-Meinar tú harvið, at teir føroyingar, sum eru við í hesum, hava gjørt nakað ólógligt?
-Nei. Eg meini ikki, at nakar vinnulívsmaður skal ákærast fyri at gera nakað ólógligt, tí tað er jú tann myndugleikin, sum umsitur hetta, ið skal meta um, hvørt tað er ólógligt ella ikki. Vit vita, at fiskivinnulóggávan er so mikið løgd upp í hendurnar á umsitingini á landsstýrismanninum, at tað er púra avgerandi, hvat landssstýrismaðurin sigur og metir um tað. Eg ákæri ongan vinnulívsmann ella fyritøku. Tey gera sjálvandi tað, sum tey halda er rætt undir verandi umstøðum. Eg lasti okkum sjálvum sum politikarar fyri einki at hava gjørt við hetta málið. Nú nyttar einki at kasta bóltin ímillum sín og sparka hann til hornaspark, men vit mugu gera nakað her og nú, og tað er ábyrgdin hjá øllum politikarum sigur formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal við Sosialin.