Starv?
- Fólkaskúlalærari
Hvat er tað besta við starvinum?
- Tað er besta er, tá tú sært eitt menniskja búnast og gera framgongd og gerast sjálvstøðugt og frítt. (Eg havi framhaldsdeildina mest :) )
Hvønn eginleika hjá tær ert tú fegnast um?
- At eg eri fullkomiliga 100% tann,eg eri, upp á gott og ónt. At eg havi eina gjøgnumgangandi trongd at hyggja inn um yvirflatuna á alt og øllum, og altíð kalla ein spaka fyri ein spaka, uttan nakað filtur og ongari skomm skaptari í lívinum.
Hvør eginleiki hjá tær irriterar teg?
- At eg eri fullkomiliga 100% tann eg eri, upp á gott og ónt. At eg havi eina gjøgnumgangandi trongd at hyggja inn um yvirflatuna á alt og øllum og altíð kalla ein spaka fyri ein spaka, uttan nakað filtur og ongari skomm skaptari í lívinum.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
- Øllum, sum er gott, sum hevur nakað upp á hjarta og sum rørir meg á ein ella annan hátt.
Hvør er besti sangur, sum er gjørdur?
- "Dust, Flesh & Bones", Matt Elliott (men tað eru fleiri 100 kanska 1000 sum eru tann besti. Eg havi ikki hoyrt allar, men hasin er millum teir allar, allarbestu)
Hvat ger teg glaðan?
- Tá alt kennist, sum er tað har, sum tað skal vera.
Hvat ger teg keddan?
- Tá onki kennist, sum er tað har, sum tað skal vera.
Hvat er luksus fyri teg?
- Luksus fyri meg er tá eg finni út av, at fólk halda meiri av mær, enn eg geri sjálvur.
Hvat ert tú glaðast fyri at eiga?
- Døgg, dóttrina
Hvat brúkar tú frítíðina til?
- At gera tónleik, skriva yrkingar, lesa, roykja pípu, hyggja eftir sendinum á teldu (havi onki sjónvarp), og royna at finna ein máta at vera til uppá, sum eg kann billa mær sjálvum inn, at eg dugi at finna út av.
Hvat tímur tú ikki at hoyra uppá?
- Fólk, sum hava tikið patent uppá "vegin", "sannleikan" og "lívið" og brúka tað til at fáa meg at skammast við meg sjálvan, føla meg illa uttan at vita hví, bert fyri at tey sjálv skulu sleppa at kenna seg stór og týdningarmikil.
Hvørja bók eigur einhvør maður at hava lisið?
- "The Road", Cormac McCarthy (her er eitt sindur tað sama galdandi, sum við verðins besta lagi. Har eru fleiri bøkur, sum eru har, og uppaftur fleiri, eg ikki havi lisið - enn - men "The Road" er heilt einastandandi eminent og millum tær allar, allarbestu).
Hevur tú eina fyrimynd?
- Eg havi fleiri, men eg velji dóttir mína Døgg. Hóast hon bert er 9 ára gomul, hevur hon lært meg so ófatiliga nógv um lívið, menniskja, sinnið og hjartað, at eg verði ongantíð liðugur at verða bergtikin av undran. Hon er - í mínum eygum - heimsins "reinasta" og "besta" menniskja, hetta hóast hon er dóttir mín.